týsdagur 29. november 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. november 2016 · Nr. 138
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
8
POLITIKKUR
Áki Bertholdsen
– Vit vilja fegin hava ávirkan.
Men vit seta eisini nakrar
ávísar treytir.
Tað sigur Jenis av Rana,
formaður í Miðflokkinum.
Flokkurin hevði lands
fund um vikuskiftið, og
í hesum sambandi sigur
floksformaðurin, at vil sam
gongan tryggja sær størri
stuðul í Løgtinginum, eru
tey vælkomin at venda sær
til Miðflokkin.
Og áðrenn vit vita av,
kann tað verða ein ítøkiligur
spurningur, tí tað skerst
ikki burtur, at samgongan
skinklar.
Samgongan hevði bara
17 tinglimir, sum er tað
minsta ið krevst fyri at hava
meiriluta
í
Løgtinginum.
Men fyrst fór javnaðarting
kvinnan,
Sonja
Jógvans
dóttir, úr samgonguni, so í
roynd og veru hevur hon
mist meirilutan. Hon hevur
kortini boðað frá, at hon
stuðlar samgonguni, tí eitt
tað fremsta endamálið hjá
henni er at forða fyri, at
Fólkaflokkurin kemur fram
at valdinum aftur.
Men harafturat hava teir
báðir javnaðarmenninir, Bjar
ni Hammer, og Kristin Mich
elsen víst seg at vera tungir
hjá samgonguni at dansa við,
helst í sambandi við ætlaðu
fiskivinnunýskipanina.
Áki Bertholdsen
– Higartil hava vit bara tosað
um tað, vit eru ósamd um, og
sostatt eru vit ikki komin úr
stað.
Tað sigur Karsten Han
sen, fyrrverandi landsstýris
maður í heilsumálum.
Hann hevur umboðað
Miðflokkin í politiska fylgi
bólkinum, sum hevur verið
við í arbeiðnum at leggja
eina menningarætlan fyri
okkara heilsuhúsverk.
Tað var Sirið Stenberg,
sum varð landsstýriskvinna
í heilsumálum eftir løgtings
valið fyri einum góðum ári
síðani.
Og eitt tað fyrsta, hon
gjørdi, var at seta ein arb
eiðsbólk við serfrøðingum
í heilsuverkinum at leggja
eina menningarætlan fyri
føroyska heilsuverkið, og
at koma við tilmælum um,
hvørjar
broytingar
skulu
gerast.
Samstundis
varð
ein
verkætlanarbólkur
settur
at taka saman um arbeiðið
hjá
serfrøðingabólkinum,
og harafturat varð so ein
stýrisbólkur settur at hava
yvirskipaðu ábyrgdina.
Og fyri at tryggja pol
itiska undirtøku fyri úrs
litinum varð eisini ein pol
itiskur fylgibólkur settur við
einum umboði fyri hvønn
flokk.
– Tilsamans vóru vit
sum ein hampiliga stór,
føroysk bygd, helt Karst
en Hansen turrisliga fyri
á landsfundinum hjá Mið
flokkinum um vikuskiftið.
Hevði ringar vónir
Karsten Hansen sigur, at
frá fyrsta degi hevði hann
ringar vónir um at tað fór
at eydnast einum so stórum
arbeiðsbólki at finna semju
um hesi viðurskifti.
Og hann sigur, at tað vísti
seg eisini, at hann fekk rætt,
tí í nógvum førum býtti
arbeiðsbólkurin seg í ymsar
minnilutar, tí tað var ikki
semja í arbeiðsbólkinum.
Men endin var so, at
stýrisbólkurin tók so sam
anum tey tilmæli, ið vórðu
komin fram.
Karsten Hansen ásannar,
at eitt afturvendandi stríðs
mál í sambandi við okkara
heilsuverk, er, hvussu nógv
sjúkrahús skulu vera í Før
oyum
– Tey, sum sótu í arbeiðs
bólkinum vórðu skjótt greið
yvir, at tað tænti ongum
endamáli at koma við til
mælum um at leggja sjúkra
hús niður, sigur Karsten
Hansen.
Men hann sigur, at kortini
fekk stýrisbólkurin kroyst
tað inn ímillum sum eitt av
tilmælunum
um,
hvussu
heilsuverkið skal skipast.
– Tað varð ikki sagt bein
leiðis, at Klaksvíkar Sjúkra
hús skal niðurleggjast, men
tað varð sagt, at tá ið Eyst
uroyartunnilin er komin,
skal tilbúgvingin á Klaksvík
ar Sjúkrahús eftirmetast.
Karsten Hansen heldur,
at hetta er tað sama sum at
siga, at Klaksvíkar Sjúkrahús
skal niðurleggjast, bara sagt
við penari orðum.
- At taka hetta við sum ein
part av tilmælinum gjørdi,
at alt fór av sporinum, og
líka síðani hevur tað verið
ómetaliga tórført at koma
úr stað.
– Alt fór at snúgva seg um
framtíðina hjá Klaksvíkar
Sjúkrahúsi, og øll hini til
mælini vórðu skúgvað til
viks, og tí eru vit ikki komin
av fetinum enn.
Hann sigur, at politiski
fylgibólkurin varð boðsend
VIT HAVA GJØRT
HVAR OKKARA P
Tað er ongin ivi um, at vit vilja hava
ávirkan, men tað fylgja greiðar treytir
við, sigur formaðurin í Miðflokkinum
HETTA ER FARIÐ HEILT
Tað var kanska ikki so klókt at blanda eitt tilmæli um at niðurleggja Klaksvíkar Sjúkrahús, upp í hetta kjakið
Tilsamans vóru vit
sum ein hampiliga
stór, føroysk bygd
Tað er púra greitt, at
Miðflokkurin verður
ikki við til kollveltandi
broytingar í einum
samfelagi, har tað
gongur so væl, sum
tað ger í Føroyum í
løtuni, sigur Jenis av
Rana, floksformaður