Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. november 2016 · Nr. 138 POLITIKKUR PÚRA GREITT PÍNUMARK ER AV SPORINUM ur nakrar ferðir, men tað var ikki fyri at skifta orð um tilmælini. Tað var bara fyri at fáa at vita, hvørja nið­ urstøðu, tey vóru komin til. Meiningsleyst Ætlanin hevur verið, at til­ mælið skal leggjast fyri Løg­tingið at hava aðal­orða­ skiftið um. – Men eg havi givið lands­ stýriskvinnuni tey góðu ráð, at tað tað er meiningsleyst at leggja menningarætlanina fyri Løgtingið soleiðis sum hon nú sær út, sigur Karsten Hansen. Hann heldur, at sum er, vendir menningarætlanin allar vegir og at tað fer onki gott at spyrjast burtur úr at leggja málið fyri Løgtingið enn. – Áðrenn nakað verður lagt fyri Løgtingið, er tað neyð­ugt at tryggja sær politiska undirtøku fyri menn­ingarætlanini, og tað er neyðugt at finna politiska semju um tey tilmæli, sum eru í menningarætlanini. Karsten Hansen sigur, at tað tykist sum um at lands­stýriskvinnan hevur tikið tað til eftirtektar og menningarætlanin verður tískil ikki løgd fyri Løgtingið enn. – Eg havi víst á, at heldur enn bara at tosa um tað, ósemja er um, eiga vit heldur at viðgera tey tilmæli, vit eru samd um. –  Higartil hava vit bara tosað um tað, vit eru ósamd um, og tað førir ongan veg. Men tað eru nógv viðurskifti, vit eru samd um, og lat okkum í minsta lagi seta tey í verk, sigur Karsten Hansen. Og hann hevur eisini var­ hugan av, at rákið er tann vegin, at arbeiðið nú er farið at snúgva seg um tað, sum semja er um, fyri at fáa tey sett í verk. – Vit eru ikki komin á mál, men tað vóni eg, at vit koma, tí eg vil »ótrúliga gjarna« hava semju um hetta málið, sum Karsten Hansen málber seg. Og harafturat hevur eis­ ini ein annar javnaðarmað­ ur, Heðin Mortensen, alment hótt samgonguna, nú alt bendir á, at hann ikki varð borgarstjóri í Havn aftur. Sostatt hevur samgongan ikki tey bestu kortini á hondini, nú ætlanin er at fremja bæði eina fiski­vinnu­ ný­skip­an, eina heilsu­ný­skip­ an, eina pensjónsnýskipan, eina skattanýskipan, eina før­oyska grundlóg, og onnur stórmál. Vilja hava greið boð Og Jenis avRana sigur, at Miðflokkurin er avgjørt til reiðar at taka samráðingar upp við samgonguna, er sam­ gongan hugað fyri tí. Og hann sigur, at Mið­ flokk­urin hevði farið í sam­ ráðingarnar um eitt slíkt sam­starv við positivum sinni. Men hann staðfestir sam­stundis, at at skal Mið­ flokkurin stuðla sam­gong­ uni, hevur flokkurin eisini nøkur heilt ítøkilig krøv. – Vit hava gjørt púra greitt, hvar okkara pínumark er, sigur Jenis av Rana. Men hinvegin knípur tað at fáa eina greiða fráboðan frá samgonguni, um, hvat hon ætlar sær. Í Miðflokkinum ivast tey ikki í, at høvuðsorsøkin til tað er, at samgongan er ikki samd, men gongur í fleiri bólkum. Tí verður fyrsta stigið at fáa greiði á, hvat samgongan ætlar sær í sambandi við tær ymsu nýskipanirnar, leggur formaðurin í Miðflokkinum afturat. Skal ikki kollveltast Jenis av Rana sigur, at tað er púra greitt, at Mið­ flokkurin verður ikki við til kollveltandi broytingar í einum samfelagi, har tað gongur so væl, sum tað ger í Føroyum í løtuni. Tað er eisini galdandi fyri fiskivinnunýskipanina, har Miðflokkurin í mesta lagi vil ganga við til, at 10 prosent verða seld á uppboði. – Sum heild skulu fiski­ rætt­indi ikki seljast á upp­boði. Men tað kann vera skil í at selja nýggjar kvotur, á uppboði, eins og tær nøgdir, verandi kvotur hækka við, soleiðis at fleiri fáa møguleika at fóta sær í fiskivinnuni. – Meiri enn tað skal ikki selj­ast á uppboði, leggur hann afturat. Jenis av Rana staðfestir eisini, at skal Miðflokkurin taka undir við eini nýggjari, føroyskari grundlóg, verður tað eisini eitt ófrávíkiligt krav, at tað skal standa í sjálvari grundlógini, at fost­ ur­tøka og deyðshjálp skulu verða bannað. – Tað hava hinir flokk­ ar­nir avgjørdir víst frá sær, men tann spurningurin verður avgerandi fyri, um vit kunnu mæla okkara veljarum at atkvøða fyri ella ikki, tá ið fólkaatkvøða skal vera um tað, sigur Jenis av Rana. Annars eru tey í Mið­ flokkinum samd við hinum orðingunum í grundlógini. – Tað, Sambandsflokkur­in og Fólkaflokkrin hongja seg í, er, um ein føroysk grundlóg skal vera undir ella yvir donsku grundlógini. –  Tað er ein spurningur, sum ikki nervar okkum ikki yvirhøvur, tí vit vita, at tann dagin føroyingar vilja hava loysing, fáa vit tað. Stígur komin í Og so hevur Miðflokkurin eitt krav afturat fyri at kunna stuðla samgonguni, og tað er, at ætlanin at loyva sam­kyndum at giftast í Før­ oyum, verður slept. – Vit stuðla ikki eini sam­gongu sum loyvir sam­ kyndum at giftast, men tað vita tey eisini, sigur Jenis av Rana. Annars er hann sann­ førdur um, at stígur er av álvara komin í ta arbeiðið at loyva samkyndum at giftasr, tí danir vilja ikki seta tær broytingarar í verk, sum føroyingar vilja. – Danir vilja hava okkum at seta broytingarnar í verk. Men tað kann ikki gerast uttan at leggja málið aftur fyri Løgtingið. Og tað er ein spurningur um, hvørja lagnu tað fer at fáa tá, serliga tá ið vit hugsa um ófriðin, sum hevur valdað í samgonguni í seinastuni. Landsstýrið arbeiðir við at yvirtaka alt málsøkið í sambandi við familjumál og áskoðanin hjá donskum mynd­ugleikum er, at nú skulu vit yvirtaka øki, og so skipa vit okkum, akkurát, sum vit vilja, ístaðin fyri at teir seta nakrar broytingar í gildi, beint áðrenn málið verð­ur yvirtikið, sigur Jenis av Rana. Tað er ein spurningur, sum ikki nervar okkum yvirhøvur Higartil hava vit bara tosað um tað, vit eru ósamd um, og tí eru vit ikki komin úr stað, sigur Karsten Hansen, sum umboðar Miðflokkin í arbeiðsbólkinum, sum varð settur at leggja eina menningarætlan fyri heilsuverkið