týsdagur 29. november 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. november 2016 · Nr. 138
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Ein blóma er følnað og farin av
foldum.
Mánadagin í farnu viku andaðist
Diddan, Margreta Balle ,dóttir
teirra Dennu og Kjartan Mohr
82 ára gomul aftan á drúgva og
strævna sjúku.
Diddan giftist Steen Balle, verk
frøðingi, búðu í Sandagerði og
fingu fýra børn, sum øll eru komin
væl fyri í samfelagnum.
Diddan var útbúgvin lækna
skrivari, og aftaná lokna foreldra
skyldu heima kom hon út aftur á
arbeiðsmarknaðin sum skrivari á
psykiatrisku deild.
Fyrstu árini var hon sum so
ikki oyramerkt til nakran ávísan
á psykiatrisku ”læknagongini” at
avgreiða og skriva fyri, men tænti
har tað annars stóð á, sum tað
mangan gjørdi í tí meldrinum, sum
hon treivst væl í.
Eg mundi av øllum løgnum
skrivandi stavnum har millum
skrivarar vera ein hin mest leiðiligi
og samstundis elskaði leverandørur
til skrivarar vegna míni frágera
drúgvu og orðaríku diktat og
kladdur, tó um somu leið kanska
eisini hittinorðaður og stuttligur at
skriva fyri.
Ofta hópaðu seg stálbond og
kladdur upp frá míni hond, men
so kom Diddan sum so mangan
sjálvboðin og altíð blíðskortað
strúkandi framvið, ”kom og lat
meg taka hatta”og fús gjørdi hon
hol í sjógvin.
Vit høvdu og komu at fáa áleið
sama hugburð til arbeiðsavrik.
Einki óneyðugt himpr og roks.
Var onkur slagfeilur, var tað
(áðrenn telduøldina) í skundi fixað
við ”einglablóði” og/ella fotokopi,
saksi og lími.
Tann, sum sigur/ger og avrikar
mikið, má kunna loyva sær at gera
okkurt minni fullkomið og líta á,
at fløkjur ”greier sig i sjøen”. So við
mær og Didduni.
Arbeiðsliga og sinnisliga pass
aðu vit saman sum fótur í hosu, og
um síðir gjørdist Diddan skrivari
mín burturav aðru hvørja viku í
skifti við annan, eisini góðan skriv
ara.
Vit bæði gjørdust á arbeiðspláss
inum sera góð og fortrólig, og eg
fekk og hevði stóra virðing fyri
hennara ósnobbaða jarðbundni,
sunnu dømikraft og almena dann
ilsi. Hon tók sær kærleiksfult av
mær og tordi at rættleiða meg til
bata.
Hevði hon t.d. reinskrivað ein av
mínum drúgvu, bersøgnu epistlum,
kundi hon aftaná koma inn aftur
og í látri siga: ”Tað veit Gud, Eyðun.
Mangt og hvat kanst tú kanska í
eini knappari vending meina og
siga, tó so pínadoy ikki set upp á
prent... so eg havi altso loyvt mær
at at hampa tær um tekstin ”.
Formelt eigur ein skrivari neyva
bara at gera so, tó altíð hevði Didd
an við síni tign og sínum sunna viti
og skili hvørja einastu ferð púra
rætt, og eri eg sera takksamur fyri
tað.
Og galt tað um skræðuna, og eg
skuldi á fund ella í samráð við tað
betra slagið, hugdi hon granskandi
upp á meg at hampa meg og gjørdi
so hareftir.
Diddan var í sínum hugburði og
atburði so deiliga normal, rúmlig,
virðilig, sinnilig og samstundis ikki
minst kát og skemtingarsomm.
Í fríløtum fortaldu vit skemti
søgur sínamillum og royndu sam
an at finna tað stundum komiska
í lívsins álvara, sum væl kann vera
svalandi í starvi á lívsins skugga
síðu, tó alt við máta og í virðing og
góðsemi, tí góður er nú einaferð
skemtari, sum dugur at skemta
uttan fyri tað at niðra onnur.
Statshospitalið/Psyk.Deild var
allar mínar dagar har, í yvir 30 ár,
eitt hendinga gott og fjálgt arbeiðs
pláss og vit mongu sum ein stór,
góð og samhaldsføst familja uttan
klandur, so sum sjúkrahúsverk
annars víða hvar sigast hava verið
fongd við.
Og har lá parturin hjá Didduni
so avgjørt ikki eftir.
”Når katten er ude.....”
Tá í tíðini var vanligt at hava
nágreiniligar deildarkonferensur
hvønn fríggjadag fp., sum kundi
kennast drúgført og leiðiligt í fleiri
tímar.
Í meðan plagdu skrivararnir
– einir 5-6 í tali eina løtu at taka
sær av løttum til eitt rimmar fyrra
partstaffil, og høvdu tær heima
bakað við. Sum undirhald hendi
tað seg, at Diddan bara las upp úr
onkrum, sum hon hevði skrivað
fyri meg, og sum mundi vera meira
humoristiskur skaldskapur enn
turr,faklig fakta.
Hasum fann eg skjótt út av og
avráddi við skrivarar (via pipparan)
á hálvgingnari konf.at tilkalla meg
ekspress til onkra bráfegnis ar
beiðsuppgávu, og harvið slapp
eg upp í part til fyrrapartskaffi.
Jú, víst var ofta hugnaligt saman
við fróum og hugfarsligum með
arbeiðarum.
Tá í tíðini vóru javnan upp í
stórthundrað sjúklingar innlagdir
umframt mong í amb. eftirviðgerð.
Mong vóru aldrandi og frá
ungum árum støðugt sjúk, eins og
psyk. deild hjá summum gjørdist
teirra heim fyri lívið.
Tí plagdu vit at svala á teimum
við m.a.útferðum, biografi, ymsum
samkomum., jóla- og ársveitslum
við fínum áti, undirhaldi og seinri
”sving om”, hetta fyri at tey eisini
kundu kenna rákan av vanligum
marglæti, og til tess var Diddan
aftaná arbeiðstíð altíð fús.
Hon lýsti jú upp í sinn og skinn
við sínum ljósa holdi, purluta ljósa
hári , bláum eygum og í knall reyð
um ella bláum kjólum, sum so væl
matsjaðu alt hitt. Og væl dugdi hon
at dansa við sjkl.
Aldursmunurin okkara millum
gjørdi, at hon fór frá nakað áðrenn
eg, men fyri tað helt sambandið
okkara millum ikki heilt upp at.
Stutt aftaná hennara pensioner
ing, beyð hon mær heim til sín ein
vakran fyrrapart til morgumkaffi
úti á veranduni út frá kamarinum
mótvegis sjálvum Sandagerði.
Tað var ein deilig løta, og inn
aftur varnaðist eg omanfyri settu
vøkru mynd av okkum báðum á
sjálvum náttborði hennara, soleiðis
sum varandi trúfesti eyðkendi
Didduna.
Seinru árini viknaði heilsan
áhaldandi, og var tað áður hugaligt
at síggja hesa vøkru, litfagru
”blómu” togast á súkklu (og tað
sannlíkt
uttan
gear)
gjøgnum
havnargøtur niðan til hinar morg
umfrúurnar í svimjihøllina, so var
tað so mikið tungt og dapurt nú at
síggja hana bara alsamt følna av
náðileysari sjúku, tó hon við sítt
fulla vit og skil royndi sítt besta
framhaldandi at vera kát og minna
á góðar felags upplivingar.
Nú Diddan er farin eru vit mong,
sum drýpa høvur og sýna sam
kenslu við hennara avvarðandi,
sum hon eins og okkum øðrum í
foldarlívinum var so ómetaliga góð
við og dugnaði.
Hvíl í friði, góða Diddan, og
Himmiríkið verður so ikki minni
hugfarsligt og stuttligt við eisini
tær íblant. Og tøkk fái tann góði
Gud fyri at hava lánt hana í so
mong ár.
Eyðun Joensen,
pens.sálarfrøðingur
Margretu Balle,
Didduni til minnis
Bert ein lítil heilsan til Jonny, nú
hon verður 90 ár. Jonny er yngsta
systur hjá pápa okkara, og tað sum
var serligt heima hjá okkum var, at
tvær systrar hjá pápa búðu heima
hjá okkum alt lívið. Elsta systurin
var avlamin, og yngsta systurin
valdi at brúka bestu árini í lívinum
at ansa eldru systrini. Í okkara
heimi vóru tí altíð fleiri vaksin at
taka sær av húsinum og okkum
børnum.
Tí eru vit uppvaksin saman
við Jonny, sum soleiðis frá byrjan
av altíð hevur verið ein partur av
okkum og okkara familju.
Hon hevur oftani nevnt, at hóast
hon ikki sjálv hevur átt nøkur børn,
so hevur hon átt okkum, og vit
hava følt tað sama um hana. Hjá
Rosu, sum er tann elsa av okkum
systkjum, hevur hon verið sum ein
stórasystur at havt.
Nú vit eru vaksin og sjálvi hava
fingið familjur, hevur sambandið
hildið. Okkara børn og barnabørn
hava soleiðis eisini havt eina eyka
gummu. Tí hjá okkara børnum eitur
hon bara gumma. Málsliga er tað
nokk ikki rætt, men seinast komnu
ættarlið kalla hana langagumma,
sum var heilt natúrligt, nú hon búði
saman við langommu og langabba
teirra seinastu ár.
Vælsignað við góðari heilsu,
fylgir Jonny væl við hvussu gongst
okkum øllum, og hon er sera trúføst
at koma til ymiskt sum hendir í
familjuni.
Vit vilja við hesum fáu orðum
takka fyri alt sum tú ert og hevur
verið fyri okkum øll og okkara.
Rosa, Jeffri, Joen Magnus,
Meinhard og Petra
Jonny Lamhauge, 90 ár