týsdagur 29. november 2016síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 30. november 2016 · Nr. 138
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Babba andaðis 01.12.2015 eftir at
hava stríðst við sjúkur í mong ár.
Saknurin er svárur, hóast babba
var illa sjúkur. Fyrst fekk han læu
kemi fyri skjótt níggju árum síðan,
men sjúkan var væl viðgjørd,
og hevði hann tað gott í nøkur
ár. í tveimum førum fekk hann
helvitiseld, tað tók honum fatt og
hann fekk tað verri, lættnaði nógv
í vekt og lívsviljin fór at fána. Fyri
umleið trimum árum síðan, fekk
hann eisini staðfest alzheimers og
alt hetta við sjúkum og elendigheit
viðførdi fleiri lungnabrunar, sum
til síðst tók lívið av honum.
Babba var yngst av seks systkj
um, tríggjar systrar og tríggir
beiggjar. Babba var vanliga róptur
Beiggi, millum systkin og tey
nærmastu. Hann var tann síðsti
eftirlivandi av beiggjunum, allar
systrarnar eru enn á lívi.
Babba lærdi til maskinmeistara
og valdi sær sjólívið sum livibreyð.
Babba og mamma náddu at vera
gift í 56 ár. Sjálvur bygdi hann
húsini hjá okkum beint við síðuna
av sínum barnaheimi.
Hann var ein góður pápi fyri
okkum systkin. Hann var nógv úti
í víðu verð og sigldi, tá vit vóru smá,
men tá hann var heima var hann
100% pápi fyri okkum. "Søgaver"
sum var vanligt tá í tíðini, sum
hann mangan sendi okkum, vísti
at hann eisini hugsaði um okkum,
tá hann var burtur.
Vit minnast aftur, við stórari
gleði, á tíðina tá babba var heima.
Tá dámdi honum væl, millum
annað, at lesa søgur fyri okkum
børnum og at spæla ymisk spøl.
Abbabørnini hava eisini notið
gott av abba sínum, tey hava verið
nógv passað av honum. Altíð
hugnaði hann um tey og fór ofta
túr við teimum í viðarlundina, at
geva dunnunum breyð og niðan
á minnisvarðan at vísa teimum
útsynið yvir grannalagið, sum hann
var so glaður fyri. Eisini náddi hann
at blíva langabbi, sum hann var
sera stoltur av.
Ein keitúrur var ikki av vegnum,
honum dámdi væl sumrini, tá nógv
skip komu inn á Havnina, altíð tók
hann nógvar myndir av hesum
skipum og vísti stoltur fram fyri
okkum.
Tey síðstu 25 árini av sínum
arbeiðslívi sigldi hann í Strand
ferðsluni. Sum 65 ára gamal fór
hann at læra seg at brúka teldu, í
hesum sambandi kundu teir, gjøg
num arbeiðið, taka teldukoyrikort,
hetta hevði hansara stóra áhuga og
gjøgnumførdi hann hetta væl og
virðiliga. Tá hann sum 67 ára gamal
fór í land, kom hetta væl við og
brúkti hann nógva tíð við telduni.
Eisini fór hann at ganga í Tilhaldið,
har hann arbeiddi við hornum, og
fekk hann nógv burtur úr, so sum
smúkkur, snapsagløs, salt og pipar
íløt o.m.a.
Góði babba vit sakna teg og eru
takksom fyri at hava havt ein so
góðan pápa. Friður verið við minn
inum um teg.
Takk fyri alt.
Jens Mohr, Ann, Jenny og Símin
Minningarorð um elskaða pápa okkara
Johannes Jul Askham
Mary var ættað úr Svínoy. Hon var
dóttir Ingeborg og Julius Gaard.
Ingeborg og Julius áttu 5 børn.
Óluva býr í Danmark. Síðan komu
tvær ferðir tvíburðar: Katrin og
John búgva í Klaksvík, og Anna og
Mary búðu í Havn.
Sum ungar gentur komu Anna
og Mary til Klaksvíkar at ferðast og
búðu hjá systrini, Katrin, og manni
hennara, Ziska, sum er beiggi mín.
Soleiðis kom eg at kenna systr
arnar frá ungum árum, og vit vóru
eisini javngomul.
Mangar stuttligar løtur høvdu
vit í gaman og leiki. Anna og Mary
kundu finna uppá beistagerðir og
høvdu til frægd at arga. Tær góvust
ikki, fyrr enn tær høvdu fingið øði
í meg. Hetta hildu tær vera óføra
stuttligt, og hetta minti Mary meg
mangan aftur á seinni.
Í fleiri ár arbeiddi Mary í handli
í Klaksvík, og eisini tá hittust vit
mangan á Geilini.
Mary var hóvlig, mild og fór
ikki upp at garta av nøkrum. Eitt
lívsstykki var hon, sum, við síni
atferð, lýsti upp, har hon kom. Hon
dugdi við øll fólk, var fyrikomandi,
fryntlig og vinarlig. Hon sá virði í
øllum menniskjum, tosaði ikki ilt
um onnur, prátaði góðsliga við øll,
hon hitti. Mary var væl lýdd, og øll
gjørdust góð við hana.
Mary dugdi at taka til, hon var
skemtilig, og stuttligt var at hoyra
hana greiða frá á sínum serstaka
svínoyarmáli.
Væl fylgdi hon við í øllum, sum
fyrifórst her á landi og úti í heimi.
Hon hevði áhuga í mongum, kundi
práta við um alt møguligt, las ym
iskt, hevði sínar meiningar og var
skilagóð.
Eisini høvdu vit góðar løtur í
Svínoy, har Mary tók lut í øllum tí
arbeiði, ið har var at gera, og sterk
var hon. Tað var skjótt hon syfti
stórar, tungar sekkir av torvi upp á
bakið, sum hon bar úr gróthúsinum
og oman í barnaheimið, har torvið
varð brent í komfýrinum í hugna
liga køkinum, og vit nutu henda
vælsignaða hita, ið kemur av at
brenna torv.
Mary fór seinni til Havnar og
arbeiddi í fleiri ár í Gamla Bók
handli, og vóru vit stødd í Havn,
fóru vit ofta inn á gólvið og fingu
hugnaligt prát við Mary, sum altíð
stóð har so blíðsnýðað aftan fyri
diskin og var vinarlig við kundar
nar.
Mary var eisini eigari av Body
Shop eina tíð. Seinni fór hon til
Danmarkar at nema sær kunnleika
innan eldraøkið og starvaðist á
ellisheimi seinastu tíðina. Hetta
starv mundi hóska henni væl, sum
hevði stóra umsorgan fyri øðrum,
dugdi væl við gomul fólk og var
so hjartalig, hjálpsom og menn
iskjanslig.
Tá ið Mary var í Klaksvík, kom
hon onkuntíð inn á gólvið hjá
okkum, og tá fall prátið ofta aftur
á góðar, gamlar dagar í Klaksvík og
í Svínoy.
Mary var gift við Kára Davidsen
úr Havn, og tey fingu eisini tví
burðar. Tað eru Beinta og Bogi, sum
nú eru vaksin.
Fyst í apríl mánað í 2013 vóru vit
stødd í Havn og fóru á hospitalið
at vitja Mary, sum tá hevði fingið
staðfest krabbamein og skuldi til
Danmarkar at fáa viðgerð. Hon var
jalig, sum altíð, hevði gott mót og
segði, at hetta fór nokk at ganga.
Mary vendi sær í songini og
bað okkum hyggja út og síggja,
hvussu vakurt tað var at hyggja út
á fjørðin og síggja Nólsoynna undir
litføgrum himmali. Veðrið var av tí
fagrasta hetta kvøldið, og hon helt
fyri, at Føroyalandið er so vakurt
og gott at búgva í. Ofta grenja vit
um smálutir, men heldur eiga vit
at lata eyguni upp og síggja alt
tað vakra, sum er uttanum okkum,
og vit eiga at vera meira takksom
fyri, at vit hava tað so gott. Mary
frøddist um skaparverkið og var
takksom fyri lívið.
Tað gekk upp og niður við
sjúkuni. Tá ið Mary var hampiliga
væl fyri, var hon aftur og ferðaðist
á Geilini í Klaksvík, har eg hitti
hana av og á, men seinastu tíðina
fór at ganga niður á bakka, og hin
19. november fór Mary frá okkum
– 60 ár gomul.
Mary hevði nógv vinfólk, og tað
var eisini ein stórur skari, ið kom at
fylgja henni.
Nívandi er sorgin og saknurin
hjá tykkum, ið mist hava eina góða
og kærleiksfulla konu, mammu og
systir. Harrin troysti tykkum øll.
Vit fara at sakna Mary, men vit
goyma rík minni og fara altíð at
minnast Mary við takksemi.
Mikkjal á Ryggi yrkir:
Um tú vilt gleði vinna,
søk ei til hægsta sal!
Nei, eydnan er at finna,
har grannar semjast væl,
har kærleiki man ráða,
har blídni er við borð,
har mildar tungur sáa
tey mjúku troystarorð.
Tey, sum Guds vilja gera
og elska fólk og land,
tey signing við sær bera,
sum sløkkir hatskan brand.
Tey lýsa gjøgnum strevið,
tey bjarga lond úr neyð,
tey sigra víst. - Gud gevi,
vit teljast millum tey.
Eg tori at siga, at Mary taldist ímill
um hesi.
Ærað veri minnið um Mary
Gaard.
Jóhann
Minningarorð um Mary Gaard