Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 30. november 2016 · Nr. 138 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 90 ára føðingardagur Hósdagin 1. desember verður Margreta Isaksen, vanliga nevnd Gigga, 90 ár. Vælkomst verður í Missiónshúsinum í Vestmanna frá kl. 17.00 85 ára føðingardagur Sunnudagin 4. dec. verður Judith Gudmundsson Michael­ sen, Vágur, 85 ár. Dagurin verður verður hildin hjá dóttrini á Bøgøtu 28 frá kl. 16. 75 ára føðingaradagur Hildibjørg Weihe fyllir 75 ár tann 5. desember. Opið hús verður á Boðanesheiminum í millum kl 16.00 og 20.00. Øll er vælkomin. Gullbrúdleyp Leygardagin tann 17. desember hava Hannelin og Poul Menning verið gift í 50 ár. Veitslan verður í skótahúsinum í Runavík sama dag kl. 14. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar at hildið henda stóra dag saman við okkum. Vinarligast boða frá á tlf. 447606/ 584273 ella 747606 í seinasta lagi 9. desember. Hannelin og Poul Menning Brúdleyp Leygardagin 10. desember giftast Rebekka Petersen, Kambsdalur og Kem Weihe, Lamba. Vígslan er kl. 12 í Fuglafjarðarkirkju. Dag­ urin verður hildin saman við innbodnum. Tey, ið ynskja at heilsa uppá, eru vælkomin ein túr inn á gólvið á Børkugøtu 25, Kambsdalur, sunnudagin 11. desember. Silvurbrúdleyp 28. desembur hava vit silvurbrúd­ leyp. Vit bjóða tí í veitslu sama dag í bygdarhúsinum í Leirvík kl 1900. Tey, sum vilja koma, kunnu siga frá á FB ella á 281322 (Sólborg) ella á 282322 (Anders) Øll eru hjartaliga vælkomin. Bussur verður úr Havnini kl 18. Anders & Sólborg Brúdleyp Leygardagin 17. desembur giftast Victoria Biskopstø og Karstin Neshamar. Vígslan verður í Betesda kl. 13:00, og aftaná verður veitsla fyri innbodnum. Sunnudagin 18. desembur verður brúðarhús á Nýggjavegi 16, frá kl. 17:00, har øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp 20. desember hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í Bygdar­ húsinum í Lorvík fríggjadagin 13. januar kl. 19. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar at hildið hendan dagin saman við okk­um. Vinarliga boða frá á tlf. 423231 ella 270237 í seinasta lagi 30. desember. Jógvan og Aðalbjørg 90 ára føðingardagur Jonny Lamhauge, Rituvík, verður 90 ár 5. desember. Dagurin verður hildin í Kvinnufelagshúsinum á Glyvrum 3. desember frá kl. 16.00, har øll eru vælkomin. 90 ára føðingardagur Fríggjadagin 2 des.fyllir Anna Sofía í Vági 90 ár. Dagurin verður hildin í Góðustovu á Láargarði leygardagin 3. des. millum kl. 15-17 50 og 55 ára føðingardagar Leygardagin 7 januar halda vit føðingardag í Skálanum í Klaksvík kl 19. Tað hevði glett okkum at sæð familju, vinir og kenningar hendan dagin. Tey, ið ynskja at hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga okkum frá, í seinasta lagi 29 desembur á tlf. 457007, 286006 (Jóannes) ella 269928 (Elsebeth) Vinarliga Elsebeth og Jóannes Prógv 4. novembur 2016 fekk William Quinn Olsen, úr Leirvík, prógv sum skipsførari frá Svendborg International Maritime Academy. NØVN 80 ára føðingardagur Hósdagin 1. desembur verður Hanna Johannesen, Søldarfjørður, 80 ár. Dagurin verður hildin leyg­ar­ dagin 3. desembur heima á Søldar­ fjarðarvegi 34 frá kl.15. Øll eru hjartaliga vælkomin. Bjørghild Djurhuus forkvinna í trivnaðarnevndini Vit, sitandi sam­ gonga, lov­aðu at tryggja borg­ar­ anum í Tórs­havn, møgu­leikan at verða virkin og vakin, alt lívið. Á seinasta býráðsfundi okkara, var hetta staðfest, eldraøkið fær ta eykajáttan tørvur er á. Tá vit yvirtóku eldraøkið, var tað niðurpínt og undirfíggjað. Økið er, sum øllum kunnugt stórt, og tað hevur tikið tíð at fáa yvirlit yvir, júst hvønn fíggjarligan tørv eldraøkið hevur. Nú vita vit veru­ liga kostnaðarstøðið. Býráðið hevur seinastu tvey árini játta neyðugu eykajáttanir, fyri at halda fast í tí sum er. Umframt hetta, hava vit nú játta 7,73 milliónir afturat til Heilsu- og Umsorganartænastuna. Hendan eykajáttanin fer at gera stóran mun á økinum. Nú verður møguleiki fyri at økja normeringarnar, eyka kvøld og náttarvaktir, økja um dagtilboðini, ansingarsamsýningar, før­leika­ menningar og annað. Hetta eru bara nøkur dømir og verða tað tey sum dagliga hava ábyrgdina av Heilsu- og Umsorganartænastuni sum endaliga gera av, hvussu hendan eykajáttan verður brúkt skilabest. Harumframt raðfesta vit eisini karmarnar. Bygningarnir vit yvirtóku eru ymiskir, onkrir nýggjir og í góðum standi, og aðrir eru eldri enn 80 ár. Ov lítið var játtað til viðlíkahald áðrenn vit yvirtóku økið, men verður hetta nú eisini raðfest, og hava vit játta 5 milliónir til endamálið. Tí er tað, at eg nú kann siga, loksins eydnaðist at koma á mál. Eg havi sum forkvinna í trivn­ aðarnevndini stríðst fyri at fáa neyðuga játtan til eldraøkið okk­ara, og hevur tað verði ein langur burður. Nú lunnarnir eru lagdir, so vóni eg, at vit í framtíðini fáa eitt gott og breitt samstarv í býráðnum, har vit í felag halda áfram at betra um tilboð og umstøður, eisini til okkara aldrandi borgara. Nú eydnaðist tað VIÐMERKING Tøkk Hjartaliga takka vit tykkum øllum, ið á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Jensia Eimee Hansen f. Knudsen f. 16.09.41 - 13.06.16 so brádliga andaðist og varð jarðað. Tøkk til Meinhard Bjartalíð fyri góð og troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og gravara. Ein serlig tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til við at leita eftir mammu, og ikki at gloyma tykkum, sum komu vit mat og drekka til okkum hesa longu nátt. Eisini ein hjartans tøkk til tykkum, sum vóru um okkum hesar sváru dagar og tóku hond um okkum. Takk tit báðar, sum høvdu suppu klára til okkum eftir kórsetingina og tit, sum komu við køkum, og á annan hátt hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri gávur til Fjallabjargararnar, kransar, blómur og heilsanir. Hjartans tøkk til tykkum øll, ið fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað her á jørð. Familjunnar vegna Jensa, Hansa og Heidi