týsdagur 29. november 2016síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. november 2016 · Nr. 138
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HONDBÓLTUR
Neli Heldarskarð
T
ýskland
er
ein
stór og stolt hond
bóltstjóð, men tað
var eitt landslið í
einum aldudali, sum íslend
ingurin Dagur Sigurðsson
yvirtók í 2014. Týskland
hevur mangan verið ímillum
tey allar fremstu í altjóða
hondbólti, men liðið, sum
Dagur Sigurðsson tók yvir,
vann bert umleið helvtina
av sínum dystum. Framman
undan hevði Dagur Sigurðs
son skapt sær eitt navn í
Týsklandi sum venjari hjá
høvuðsstaðarfelagnum
Füchse Berlin. Eitt felag, ið
við íslendska venjaranum
á odda vann týsku steypa
kappingina fyri fyrstu ferð
nakrantíð í søgu felagsins.
Dagur Sigurðsson hevði
verið venjari hjá landslið
num í skjótt tvey ár, tá ið
EM-endaspælið í Póllandi
var á skránni. Tað er tó
synd at siga, at vónirnar til
týska landsliðið vóru ser
liga góðar, tí at undan kapp
ingini var satt mannfall á
landsliðnum. Profilar sum
Patrick Wiencek, Uwe Gens
heimer, Paul Drux og Patrick
Groetzki kundu ikki taka
lut í endaspælinum orsakað
av skaðum. Meðan evropa
meistarakappingin
var
í
gongd blivu tveir leikarar
afturat skaddir, og hetta
gjørdi, at fleiri skemtandi
tóku til, at Týskland spældi
við einum B-liði í hesari
kappingini.
Tað er tó verri enn so altíð,
at samanhangur er ímillum
vónir og úrslit. Skerda týska
liðið gjørdi øllum spádóm
um til skammar við at vinna
á millum annað Danmark
í avgerandi dysti í millum
runduni. Í finaluni vunnu
týskarar ímóti Spania, og
harvið var Týskland blivið
evropameistari, júst tá mest
sum ongin hevði væntað tað.
Venjarin, sum stóð á odda
fyri hesum bragdinum, Dag
ur Sigurðsson, hevur verið
á vitjan í Føroyum seinastu
dagarnar.
Hondbóltssambandið
fingið mannin
hendan vegin
Mánakvøldið hevði Dagur
Sigurðsson
áhugaverdan
fyrilestur í Bank Nordik,
har hann greiddi frá yrkis
leið sínari. Sigurðsson er
eisini
fyrrverandi
leikari
á
íslendska
landsliðnum,
men fyrst og fremt legði ís
lendski
evropameistarin
dent á leiklutin sum venjari
og hvussu hann hevur fing
ið so nógv burturúr týska
landsliðnum, sum í núver
andi líki er rættiliga ungt og
óroynt.
Dagur Sigurðsson greiðir
frá, at tað serliga hevur verið
Hallur Danielsen úr før
oyska
hondbóltssamband
inum, ið hevur skaffað ein
evropameistara í hondbólti
til Føroya.
- Hallur Danielsen úr
føroyska
hondbóltssam
bandinum setti seg í sam
band við meg eftir EM-sigur
in, har hann ynskti mær til
lukku við heitinum og spurdi,
um eg ikki var áhugaður í at
koma til Føroya at vitja. Tað
lá ikki fyri hjá mær at koma
í fyrstu syftu, tí at vit skuldu
fyrireika okkum til olymp
isku leikirnar í Rio fyrr í ár.
Aftaná OL fekk eg tó enn
eina uppringing frá Halli, og
nú lá betur fyri. Eg eri sera
glaður fyri at vitja í Føroyum,
og eg havi hugnað mær hesar
seinastu dagarnar, sigur Dag
ur Sigurðsson.
Gott støði í føroyskum
hondbólti
Sunnudagin varð Dagur Sig
urðsson sæddur í Hoyvíks
høllini til dyst ímillum H71 og
Kyndil. Onki er at siga til, at
stórur munur er á føroyskum
hondbólti og stjørnunum úr
týsku Bundesliguni, sum Sig
urðsson er venjari hjá, men
íslendingurin letur væl at
føroyskum hondbólti.
- Eg helt, at støðið í dyst
inum var rættiliga gott í
mun til tað, eg hevði væntað.
Eg visti, at H71 manglaði
onkrar av sínum betru leik
arum og ikki spældu við
fullari styrki, men fleiri av
leikarunum tyktust at hava
gott talent. Taktikkurin hjá
venjarunum dámdi mær eis
ini væl. Men serliga krops
liga var sjálvandi ein stórur
munur í mun til ta týsku
Bundesligaina, sum eg plagi
at hyggja eftir. Tó helt eg
hondbóltsliga støðið minna
meg um íslendingar, sigur
Dagur Sigurðsson.
Hondbóltsliðini í Føroy
um eru ikki so nógv í tali,
men júst føroyska hond
bóltsumhvørvið er gott fyri
ungar leikarar, heldur nú
verandi evropameistarin í
hondbólti.
- Hondbóltsumhvørvið í
Føroyum er eisini gott fyri
ungar leikarar, tí at teir fáa
kjansin á besta liðnum sera
tíðliga. Hetta er sera jaligt og
er eisini ein fyrimunur, sum
heimligir, íslendskir leikarar
hava.
Hetta er aðru ferð, at
Dagur Sigurðsson vitjar í
Føroyum, tí fyri 20 árum síð
ani var hann eisini her sum
leikari fyri íslendska lands
liðið. Eftir føroyavitjan sína
heldur evropameistarin, at
nógv verður lagt fyri í før
oyskum hondbólti.
- Eg leggi til merkis, at eitt
nýtt, spennandi ættarlið er í
ferð við at koma. Tey leiðandi
í
hondbóltssambandinum
tykjast eisini at vera sera
framsøkin. Tey hava góð
hugskot til menningina av
føroyskum hondbólti, men
menning tekur eisini sína
tíð. Nógv verður lagt fyri
í føroyskum hondbólti, og
hetta vænti eg fer at geva
úrslit seinni. Tjóðin er lítil,
men sum íslendingar hava
prógvað, so ber hugsavning
og góður hugburður langt á
mál, sigur Dagur Sigurðsson.
EM-sigurin var
tað størsta
Á fyrilestri sínum greiddi
Dagur Sigurðsson, at hann
broytti nógv á týska lands
FØROYSKA
HONDBÓLTS
UMHVØRVIÐ
ER GOTT
ÍSLENDSKUR EVROPAMEISTARI:
Íslendski venjarin, Dagur Sigurðsson, sum sera óvæntað bleiv
evropameistari við Týsklandi í januar, hevur vitjað í Føroyum
seinastu dagarnar. Venjarin hjá núverandi evropameistarunum í
hondbólti letur væl at føroyskum hondbólti og leggur dent á, at
hugburðurin hjá einum ítróttarfólki hevur sera stóran týdning