týsdagur 29. november 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. november 2016 · Nr. 138
HONDBÓLTUR
liðnum, tá ið hann kom til
sum venjari. Hann legði seg
eftir at fáa ymisk sløg av
leikarum á liðið. Eitt, sum
eyðkennir týska landsliðið
hjá Sigurðssyni er millum
annað, at lutfalsliga nógvir
av leikarunum liggja um ella
eru yvir tveir metrar í hædd.
Eisini hava týsku stjørn
urnar verið á túri í Íslandi,
har teir millum annað hava
gingið tvørtur um gosfjøll
saman við venjaranum. Slíkt
hevur styrkt um liðandan á
týska landsliðnum, heldur
Dagur Sigurðsson.
Hann er ikki í iva um, at
evropameistaraheitið í jan
uar er størsta upplivingin á
hondbóltsleiðini.
- EM-sigurin í januar var
sjálvt
hæddarpunktið
á
mínari yrkisleið í hondbólti.
Tað var ein stórur skelkur
fyri hondbóltsheimin, at vit
vunnu kappingina. Okkara
lið hevði nakað, sum nógv
fólk vilja síggja í ítrótti. Liðið
var ungt, allir stóðu saman
og vístu veruliga, at hetta
var nakað, sum vit brendu
fyri, sigur Dagur Sigurðsson,
meðan hann minnist aftur á
minniligu kappingina.
Í sínum venjarayrki legg
ur Dagur Sigurðsson sera
stóran dent á, at leikararnir
hava rættan hugburð.
- Í liðítrótti er tað sera
týdningarmikið, at leikarar
nir hava rætta hugburðin og
viljan at arbeiða saman. Sum
venjari roynir man altíð at
menna
leikararnar.
Leik
ararnir skulu dáma hvønn
annan væl og arbeiða væl
saman - bæði á og uttanfyri
vøllinum.
Nýggjar avbjóðingar
fyri framman
Tá ið Dagur Sigurðsson
megnar at fáa somikið nógv
burturúr einum so skerdum
týskum landsliði er skjótt
at hugsa sær, um hann ikki
eisini hevði kunnað fingið
okkurt heilt gott burturúr
landsliðnum hjá heimlandi
sínum, Íslandi. Tað eru tó
heilt aðrar avbjóðingar, ið
standa fyri framman hjá
dugnaliga, íslendska venjar
anum komandi árini.
- Tað er ikki óhugsandi,
at eg kundi blivið venjari hjá
Íslandi einaferð í framtíðini,
men komandi avbjóðingin
verður tann, at eg fari at
verða landsliðsvenjari hjá
Japan. Eg takki fyri meg
sum
landsliðsvenjari
hjá
Týsklandi
eftir
komandi
HM-endaspælið í januar, og
síðani fari eg at byggja lands
liðið hjá Japan upp. Tokyo
(høvuðsstaðurin í Japan) er
vertsbýur fyri olympisku
leikunum í 2020, so hetta
verður ein spennandi av
bjóðing, sigur Dagur Sigurðs
son um framtíðina í venjara
yrkinum.
Í hondbólti eru tað tær
evropeisku tjóðirnar, ið eru
einaráðandi í landsliðshond
bólti. Dagur Sigurðsson við
urkennir, at tað verður ein
risa avbjóðing at fáa Japan á
hondbóltsligu tindarnar.
- Eg veit, at tað verður sera
ringt at fáa Japan ímillum
tey allar bestu í altjóða
hondbólti,
men
eg
havi
skrivað ein langan sáttmála
har, og eg havi ætlanir um
at vera har leingi og menna
fleiri góðar leikarar, sigur
venjarin.
Síðsta málið hjá íslend
inginum er tó at blíva heims
meistari við Týsklandi.
- Tað eru eini seks lið, sum
hava møguleika fyri at vinna
HM, og Týskland er eitt
av hesum londum. Minsta
mál er at enda ímillum seks
tey fremstu, men spæla
vit væl, so kunnu vit vinna
kappingina,
sigur
Dagur
Sigurðsson at enda.
Áður hevur Ísland við
sínum
320.000.
íbúgvum
spælt seg í OL-finaluna í
hondbólti. Eisini minnast
fleiri av okkum helst sera
væl, hvussu væl tað gekk
hjá íslendingum í EM í
fótbólti
hetta
summarið.
Tískil kann ikki sigast annað
enn,
at
innanfyri
hesar
stóru ítróttargreinir eru ís
lendingar sera dugnaligir.
Dagur Sigurðsson er als
ikki nakað eindømi upp á
ein meistarligan, íslendskan
venjara, tí at so seint sum
í august vann somuleiðis
íslendski
venjarin,
Guð
mundur
Guðmundsson,
OL við danska hondbólts
landsliðnum. Dagur Sigurðs
son hevur tó eisini olymp
iska medalju at vísa á, tí at
hansara týska landslið vann
bronsu á olympisku leik
unum í summar.
Navn: Dagur Sigurðsson
Aldur: 43 ár
Landsdystir: 215 fyri Ísland
Evropameistari og OL-bronsuvinnari sum
venjari hjá týska hondbóltslandsliðnum