Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Børsen í Danmark heiðrar fyri­tøkur, sum skapa ar­ beiðs­pláss, vøkstur og optim­ ismu við tí tey rópa ein­ari Gazellu-virðisløn. Gazella er eitt dýr, sum rennur skjótt, og tað er hað­ani, at navnið Gazellu- virðisløn kemur. Fyri at fáa henda heiður skulu fyritøkur gjøgnum nøkur ár megna nøkur kri­ teriir, og eitt er, at fyritøkan gjøgnum fýra roknskaparár skal hava havt vøkstur - og ikki bara vøkstur - men fyri­ tøkan skal í minsta lagi hava tvífaldað sín umsetning hesi fýra roknskaparárini. Børsen skipar fyri Ga­ zellu-ráðstevnum tvær ferð­ ir um árið, um várið og um heyst­ið. Ráðstevnan um várið hevur fokus á amboð og hev­ur sum endamál at geva leið­ar­um íblástur til vøkstur. Um heystið hevur ráð­ stevnan fokus á viður­kenn­ ing og hevur sum enda­mál at heiðra tær fyritøkur, sum í donskum vinnulívi hava størst­an vøkstur. Fyritøkur kring um í Dan­mark verða heiðraðar við einari Gazellu-virðisløn, og síðan verður ein lands­ vinnari kosin. KJ Hydraulik er við Lítið ella einki hevur verið at hoyrt um, at føroyskar fyri­tøkur hava fingið lut í Gazellu-virðislønum hjá Børsen, men Sosialurin veit við vissu, at í heyst verður KJ Hydraulik á Kambsdali ein av fyritøkunum, sum fáa hesa virðisløn hjá Børsen. KJ varð fyrr í heyst kosið at vera Ársins Virki 2016, og hetta er soleiðis onnur virðislønin, sum dugnaligu fólkini á Kambsdali fáa í ár. Í morgin fara umboð fyri fyritøkuna á Kambsdali á fund við Børsen, og tá fáa tey neyvari kunning um, hvat tað merkir at fáa eina slíka virðisløn. Tað er enn ikki alment, at KJ Hydraulik er kosið at fáa Gazellu-virðisløn, men stjórin í fyritøkuni, Ólavur Asafsson Olsen, váttar, at tey hava fingið hesi boðini. Sjálvur vil stjórin ikki gera so nógvar viðmerkingar um heiðurin fyrr enn mót­ tøka hevur verið í Forum á Frederiksberg, har tey fáa neyvari at vita um heiðurin. Tað eru nógvar fyritøkur í Danmark, sum megna kri­ teriini og soleiðis kunnu fáa Gazellu-virðisløn, men í løtuni veit eingin, hvussu ym­isku fyritøkurnar eru pla­seraðar í útnevningini hjá Børsen. Partur av marknaðarføring Sum skilst, fáa fyritøkur, sum fáa Gazellu-virðisløn, eitt spjaldur - ella búmerki frá Børsen - sum tær kunnu brúka í marknaðarføringini. Eitt slíkt vørumerkið eig­ur alt annað líka at gera tað lættari hjá fyritøkum at marknaðarføra seg, eins og búmerkið er eitt prógv um heiðurin, sum fyritøkan hevur fingið. - Vit vita ikki ordiliga, hvønn týdning hetta hevur ella kemur at hava. Vit vita ikki, um hetta er gott - ella ógvuliga gott - men vit hava valt at taka ímóti heiðurinum við opnum ørmum og vera positivir um, at okkum hevur eydnast at fáa hesa Gazellu- virðislønina, sigur Ólavur Asafsson Olsen, stjóri á KJ Hydraulik, sum sjálvsagt er glaður fyri virðislønina. KJ Hydraulik Gazellu- virðisløn úr Danmark - Vit vita ikki ordiliga, hvønn týdning hetta hevur ella kemur at hava. Vit vita ikki, um hetta er gott - ella ógvuliga gott - men vit hava valt at taka ímóti heiðurinum við opnum ørmum, sigur stjórin í KJ, Ólavur Asafsson Olsen Almannaverkið søkir námsfrøðing- ar, starvsfólk við heilsufakligari út- búgving og starvsfólk við førleika at motivera borgarar við sálarligum avbjóðingum. Um størvini Frítíðartilboðið í Suðuroy Námsfrøðingur til Frítíðartilboðið í Suðuroy, sum er staðsett í Vági. Talan er um fast starv, 30 tímar um vikuna, til setan 1. januar 2017 ella skjótast til ber. Arbeiðstíðirnar eru geran- disdagar aftaná skúlatíð, umframt heilan dag í skúlans frítíð. Eiðisgarður Námsfrøðingur, sjúkrarøktarafrøðingur ella heilsurøktari til Eiðisgarð í Vági. Talan er um fast starv 40 tímar um vikuna, til setan 1. januar 2017, ella skjótast til ber. Arbeiðstíðirnar eru skiftandi, dag- kvøld- náttar- og vikuskiftisvak- tir. Starvsfólk til Virkisstovuna á Eiðisgarði Uppgávan er at motivera og halda borgarum við sálarligum avbjóðingum til tey tilboð sum eru, m.a. til kreativan aktivitet. Fyri at kunna røkja ta uppgávuna, er tað av stórum týdningi, at starvsfólkið hevur serligar góðar persónligar eginleikar til at møta borgarum við virðing, rúmligheit og javnvirði. Talan er um fast starv á 30 tímar um vikuna í dag- ella kvøldtímum, til setan 1. januar 2017. Verkstaðið á Bakka Námsfrøðingur til Verkstaðið á Bakka, sum er staðsett í Vági. Talan er um tíðaravmarkað starv, 30 tímar um vikuna, til setan 1. januar 2017, ella skjótast til ber, og fram til 15. juli. Arbeiðstíðir- nar eru gerandidagar í dagtímunum. Setanar- og lønarviðurskifti Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagog- felag, ella avvarðandi fakfelag við samráðingar- rætti fyri økið. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 12. desember 2016 kl. 12 av.fo >Leys størv Sí lýsingina á heimasíðu okkara: 4 starvsfólk til Frítíðartilboðið, Eiðisgarð og Verkstaðið á Bakka í Suðuroy KJ Hydraulik varð fyrr í heyst kosið at vera Ársins Virki 2016, og Gazellu-virðislønin er soleiðis onnur virðislønin, sum dugnaligu fólkini á Kambsdali fáa í ár