Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 30. november 2016 · Nr. 138 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Spennandi framsýning letur upp í Perluni hósdagin 1. desember Framsýningin »Fólkið, Bókin, Landið« letur upp hósdagin 1. desember kl.17.00 í Perluni í Tórsgøtu. Hetta er ein søgulig framsýning, sum UNESCO og SIMON WIESENTHAL-stovnurin hava skipað. Robert Wistrich, sáli, professari við lærda háskúlan í Jerúsalem hevur skrivað tekstin. Framsýningin er bygd á eina granskingarverkætlan og gevur okkum gott innlit í tað 3500-ára langa sambandið millum Jødafólkið og Halga Landið, líka frá bíbilska upprunanum í fornaldar kongaríkjum undir Dávidi og Sálomon, frá grundan Jerúsalems til seinna Templið verður lagt oyðið, frá rómversku hertøku Judea til byrjan kristindómsins; frá krossferðunum til muslimskt ræði, frá útlegd til niðurse- tufólkið endurbygdi landið, frá samráðingar - ágrýtni og endurføðing av nýggju tjóðini, sum nærum varð týnd í Evropa í Seinna heimsbardaga ... fram til at nýggi staturin Ísrael verður stovnaður og jødafólkið nú flytur aftur til land fedra teirra. Framsýningin hevur verið sýnd í UNESCO-høvuðssætinum í París, í ST í New York, í Knesset í Jerúsalem, í Kongressini í Washington D.C., í Vatikaninum í Rom og aðrastaðni við. Framsýningin er ætlað almenninginum, men er eisini sera áhugaverd fyri skúlaflokkar, serliga fram- haldsdeildum og hægri skúlum. Les meira á shalom.fo Tórshavn í Perluni 1. - 8. desember T an nt ek ni ka rin TANNTEKNIKARIN TORMÓÐUR DJURHUUS AUT. KLINISKUR TANNTEKNIKARI BØGØTA 14 · 100 TÓRSHAVN · TELEFON 252028 Tannteknikarin er komin í jólahýri, tí bjóðar hann tær eina ókeypis reinsing av tíni tannprotesu ALT TÚ SKALT GERA ER AT RINGJA 252028 OG FÁA EINA TÍÐ Tilboðið er galdandi til og við 20/12-16 VIT SELJA FØROYSK EPLI OG RØTUR MIÐSTOVUGARÐURIN Á SANDI Tlf. 220203 - 361057 Við Magn í Klaksvík leygardagin 3. desember frá kl. 1100