týsdagur 29. november 2016síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 30. november 2016 · Nr. 138
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sosialurin / KvR 34 18 00
Heilsutrygd leitar eftir einum fíggjar
fulltrúa at starvast fulla tíð. Sum
fíggjarfulltrúi á Heilsutrygd verða
uppgávur tínar fjølbroyttar, og fara
m.a. at fevna um:
• Tryggja at játtanir og útgjøld
vera framd sambært galdandi
lógum og reglum
• Gera mánaðarligar roknskap ir og
fíggjarliga uppfylging
• Gera framrokningar og hagtøl
• Fremja eftirlit av útreiðslunum
hjá Heilsutrygd
• Menna og viðlíkahalda
tvørgangandi hagtalsskipanir
• Taka lut í umsitingini av
kommunulæknaskipanini
• Luttaka í øðrum uppgávum á
Heilsutrygd eftir tørvi
Tú hevur fíggjarligt tev og dugir at
arbeiða við hagtølum. Tú dugir væl
at orða teg, bæði í skrift og talu. Tú
dugir at arbeiða sjálvstøðugt, at
veita eina góða tænastu, og at
miðla vitan til starvsfelagar og
aðrar starvsbólkar.
Vit vænta at tú hevur:
• Útbúgving frá hægri læru stovni
innan fíggjarviðurskifti
• Royndir frá líknandi starvi
• Starvsroyndir frá almennari
fyrisiting kunnu vera ein fyrimunur
• Góðan teldukunnleika
• Góð samstarvs og
sam skipanarevni
• Góð evni at arbeiða sjálvstøðugt
og saman við øðrum
Tú kanst vænta tær eitt fjølbroytt
og spennandi starv. Til tíðir strævið,
men samstundis áhugavert og
mennandi.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sátt
mála millum avvarandi yrkis felag
og Fíggjarmálaráðið. Fíggjarfull
trúin vísir til stjóran. Starvið verður
sett frá 1. februar 2017, ella eftir
nærri avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið fáast
við at venda sær til stjóran, Egil á Bø
á telefon 794002, ella á teldupost
bústaðnum eab@heilsutrygd.fo
Umsókn og avrit av viðkomandi
prógv um og skjølum skulu sendast
til:
heilsutrygd@heilsutrygd.fo
ella
Heilsutrygd
Postsmoga 52
Klaksvíksvegur 2
FO710 Klaksvík
Umsóknin skal verða Heilsutrygd
í hendi í seinasta lagi
mánadagin 12. desember kl. 12:00.
H E I L S U T R Y G D · P O S T S M O G A 52 · K L A K S V Í K S V E G U R 2 · 710 K L A K S V Í K
H E I L S U T R Y G D @ H E I L S U T R Y G D . F O · T L F : 6 1 40 00
Fíggjarfulltrúi til Heilsutrygd
“AVLÝSING AV
TVINGSILSSØLU
YVIR MATR.NR.
109 B, HVALVÍK
Tvingsilssølan,
sum varð ásett
at verða týsdagin
tann 6. desembur 2016,
kl. 9:45, á
Dómaraskrivstovuni,
rættarsali VI, C.
Pløyensgøta 1,
100 Tórshavn, yvir
fastognina
matr. nr. 109 b,
Hvalvík, AS.nr.
2-16/2016,
Hvalvíksvegur 61,
er avlýst og verður
sostatt ikki.
ADVOKATFELAGIÐ
VIÐ STROND 4
YVIRI VIÐ STROND 4
BOKS 359 · 110 TÓRSHAVN
TLF. 203040, FAX. 203041
E-MAIL: LAWFIRM@LAWFIRM.FO
WWW.LAWFIRM.FO
gevur bara meira
Fá meira
prent fyri
pengarnar
www.nema.fo/oki
Tele 35 36 37 / 299 000 · solsetur@solsetur.fo · solsetur.fo
Vit hjálpa við
øllum í sambandi
við jarðarferðina
Røktarstarvsfólk til el-
drasambýlið Gøtubrá
Røktarstarvsfólk
Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrg-
darfullum røktarstarvsfólki til eldrasambýlið
Gøtubrá.
Arbeiði fevnir um røkt til húsfólkini á Gøtubrá.
Talan er um eitt fast starv á brøk 0,8 í skiftandi
vaktum.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava røktarfakliga útbúgving –
tað verið seg sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøkt-
ari ella heilsuhjálpari.
Vit ynskja at tú
• sært týdningin av at vera ein partur av røkti-
ni/heilsurøktini til eldri fólk
• hevur hegni til at kveikja undir týdningin
vælveru til eldri fólk skaptan í dagligdeg-
num
• hevur førleika at taka ábyrgd av røktini/heil-
surøktini til eldri fólk
• hevur ans fyri dagligdegnum á eldrasambýli
Setan og løn
Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran, og
verður at byrja 1. jan. 2017 ella skjótast gjør-
ligt. Starvið verður at seta sambært sáttmála
við avvarðandi fakfelag. Um tú ynskir fleiri
upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Beintu
Áargarð, deildarleiðara á tlf. 730252.
Umsókn
Umsóknir við prógvum, c.v. og øðrum, skulu
vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 13.
des. 2016 kl. 14.00.
Umsóknin skal sendast til: Nánd - Kulibakki 8
- 520 Leirvík, ella á teldupost: nand@eystur.fo
Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava
skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldra-
røkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið
ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Dagliga
umsitingin hjá Heimatænastuni er partur av umsitingini
hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýlir, eitt
dagtilhald fyri demens, og eina deild ið tekur sær av
heima- og sjúkrarøkt. Samstarvið hevur tilsaman 51
ársverk.
Á Gøtubrá, ið er eldrasambýlið í Norðragøtu, starvast
heilsuhjálparar, heilsurøktarar, sjúkrarøktarfrøðingar,
reingerðarfólk og køksfólk, tilsaman 17 ársverk. Pláss
er fyri 15 húsfólkum, 5 av hesum eru á demensdeildini.
Sí meira um Heimatænastuna hjá Eysturkommunu og
Fuglafjarðar kommunu á www.eystur.fo undir stabba-
num »eldri«.
Jólaaftan í KFUK
Jólaaftan verður
hildin í KFUK kl. 18.
Húsið er opið frá
kl. 16.30
Vil tú verða saman
við okkum so ring
31 19 28 / 21 18 24 / 21 27 40
Tilmeldingarfreist:
Mikudagin
21. desember kl. 18.
eblaðið
sos.fo