Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN NOVEMBER 2016 4 Vit vilja vita, hvussu jólakonan sær lívið, hvussu hon hugnar sær, tá ið hon er einsamøll og hvat hon droymir um. Tí hava vit á hesum síðum gjørt byrjanina til søguna um jólakonuna. Vit biðja tykkum enda søguna. Vit fara at velja í millum tað, sum tit senda inn og so fara vit at velja ein vinnara, sum vit kunngera á facebook síðuni hjá HON 20 desember. Hví júst 20? Jú so vinnarin nær at fara til útseldu konsertina hjá Eivør Pálsdóttir í Reinsarínum hin 22 desember klokkan 20.00!!! Okkara fantastiska Eivør heldur nevniliga eina konsert við heitinum Jól við Eivør! Konsertin er útseld, men ert tú tann, sum dugir at finna besta endan til søguna um jólakonuna, so kunnu tú og onkur tú kennir fara til konsert við Eivør. Meeenn vit steðga ikki her. Tí umframt tvey atgongumerki til Jól við Eivør, kanst tú eisini vinna eitt árshald sum limur í Yndi Fitness! Finnið pennin framm og sigi okkum – hvussu endar søgan hjá jólakonuni? Og kanska tú ert tann, sum vinnir tvey atgongumerki og eitt árshald til Yndi! Sendið tykkara søgur til hon@sosialurin.fo og viðmerk teldupostin “søgan um jólakonuna”. Stór kapping Óskrivaða søgan um jólakonuna – søgan um konuna handan mannin Tjóðhild Patursson Einaferð var tað ein kona og ein maður, sum vóru ordiliga forelskað, so forelskað, at tey bæði blivu til trý. Tey fingu eina lítla døttir, og blivu mamma og pápi. Gentan var fødd heima, tí tað var so knappuliga at hon avgjørdi at hon vildi síggja heimin uttanfyri búkin. Soleiðis varð hon fødd, og soleiðis bleiv hon við at vera - avgjørd um tað hon vildi. Hon vildi ofta nógv. Hon vildi spæla við øll hini børnini í grannalagnum, samstundis við at hon vildi vera einsamøll. Hon vildi bestemma alt, samstundis við at hon vildi hoyra og virða øll. Hon stríddist við at fáa síni avgjørdu ynski at renna saman. Sum barn, og seinni eisini sum vaksin. Sjálv helt hon seg vera alt ov vaksna áðrenn hon skilti, at hennara avgjørdu ynski ofta ikki vóru gjørlig øll samstundis, og at hon mátti velja. Velja til og velja frá. Lív hennara bleiv í stóran mun merkt av frávalum heldur enn tilvalum. Tí hvørjaferð hon valdi okkurt til, vóru 25 onnur ynski hon mátti velja frá, lata fara. Í so máta var hon ikki nógv øðrvísi enn vit aðrar. Kanska var hon ein heilt vanlig kona tá ið alt kom til alt. Kanska ikki. Tá ið hon var barn hevði hon stórar dreymir um at gerast sangstjørna. Hon stovnaði ein bólk saman við eini vinkonu, og brúkti í eitt tíðarskeið nógva tíð í tónleiki. Hon vandi, skrivaði sangir og løg og lærdi seg at spæla gittar. Men ein dagin hon sat og vandi ein av nýggju løgunum á gittarinum byrjaði hon at keða seg, og kom í tankar um alt tað hon plagdi at droyma um, kom í tankar um alt tað hon, blendað av dreyminum um at gerast sangstjørna, hevði valt frá. Hetta var fyrstu ferð hon gjørdist varug við tey mongu spøkilsini av frávalum, sum av og á spøktu í hennara longsli. Hon legði gittaran frá sær, tók í hondina á einum spøkilsi og fleyg avstað. Avgjørd inn í ein nýggjan heim. Til hon aftur fór á flog. Tá ið hon var tannáringur droymdi hon um at gerast løgfrøðingur, men hon gjørdi ongantíð nakað við tað, tí hon vildi ikki oyðileggja dreymin. Fyrst í 20’unum vaknaði hon brádliga við kaldan dreym, hon fór at hugsa um at mamma hennara var 22 ár tá ið hon var fødd. Og hvat hevði hon sjálv nátt? Annað enn at hava havt nógv stuttlig kvøld á Sirkus? (- Nei, bíða nú, hetta skuldi vera søgan um jólakonuna, og ALS ikki um meg!). Annað enn at droyma um alt tað hon hevði hug til, uttan at veruliga gera nakað við tað? Nú fór hon at droyma um at gera nakað av sínum dreymum! Avgjørd avgjørdi hon at velja ein dreym, lata frávals-spøkilsini ýla, og halda fast í avgerini… Tað var tá hon hitti hann, eina náttina (kanska í Sirkus, kanska ikki). Manninum. Tí flotta fýrinum við tí langa skegginum. Hon visti væl, at fullskegg var fari av móta aftur, og als ikki hóskaði seg longur, um tú ætlaði tær at vera ein kulur hipstari. Men tað gjørdi ikki. Slettis ikki. Hann nýttist ikki at vera ein kulur hipsari - hann kundi vera ein ókulur hipstari, ella møguliga var hann slettis ikki hipstari yvirhøvur. Hon gjørdist forelskað. Ógvuliga forelskað. Hann gjørdist eisini forelskaður - tað sást á skegginum og búkinum sum hoppaðu av látri hvørjaferð hon opnaði munnin. Hon hevði ongantíð kennt seg stuttliga fyrr. Tey tvey vóru so forelskað at tey mundu blivið til trý. Bara mundu. Men, so hendi tað ræðuliga. Hann, sum var nøkur ár eldri enn hon, bleiv liðugur við sína útbúgving og fekk bjóða eitt fast starv á Norðpólinum - starvið hann altíð hevði droymt um. Hann hevði ongantíð skilt hennara prát um, hvussu tað at fylgja einum dreymi altíð hevði við sær frával av so nógvum øðrum dreymum - tí hann hevði bara ein dreym, og hvussu kundi hann so skilja tað? Men fittur hevði hann nikkað, og klemma hana, og tað gav henni fri, og eina kenslu av, at óansæð hvønn av sínum nógvum dreymum hon valdi at fylgja, og óansæð hvussu nógvar aðrar dreymir hon mátti drepa, ja, so fór alt at vera í lagi. Bara hann var har at halda um hana, og siga at alt fór at vera í lagi. Men hvat nú? Hann fór at flyta til Norðpólin! Hon gjørdi tað ið ein hvør forelskað kvinna hevði gjørt. Hon drap allar sínar dreymir, uttan ein. Síðani drap hon eisini hendan síðsta dreymin - tí hvat er eitt dreymadráp til ella frá? Síðani pakkaði hon sær kuffertið, tað stóra, og flutti saman við ný útnevnda jólamanninum til Norðpólin. Og tað var deiligt. Hon lærdi seg at gera heimsins besta rísingreyt. Hennara hjartað bleiv heitt hvørjaferð (nú hvíta) skeggið og búkurin á jólamanninum hoppaði og dansaði av látri. Hon klemmaði sín elskaða jólamann, hon klemmaði hann so fast og so ofta at tey bæði blivu trýhundraogfimhálvtrýss. Hon var í barsil í 500 ár, og tað var deiligt. Hon elskaði hvørt eitt av sínum fantastisku trýhundraogsekshálvtrýss søtu trýnum - eisini tað við hvítum skeggi. Hon gjørdi gávur til óteljandi børn runt um í heiminum, og legði part av sínum stóra kærleika niður í hvørja einastu gávu - og heldur enn at minka, so gjørdist hennara hjarta størri fyri hvørja gávu hon gav. Á hvørjum ári, tá ið jólini komu, pakkaði hon risa stóru sletuna í túninum - 2 millardir pakkar, skiftiklæðir til øll trýhundraogfimmhálvtrýss nissubørnini, matpakkar, kleynur og eina termofløsku við kaffi til jólamannin - og so fóru tey. Hon veitraði farvæl til tey trýhundraogfimmhálvtrýss nissubørnini og jólamannin og visti, at um tríggjar vikur vóru tey aftur. Hon stóð eina løtu og nýtti friðin. Hugdi at Norðlýsinum. Síðani risti hon kavan av sær, lat seg úr fyrriklæðnum og…....