Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN NOVEMBER 2016 »Konan hjá« – alt tað vit ikki hava skrivað Av tí at vit ikki kenna navnið á jólakonuni, kalla flestu okkara hana bara ‘konuna hjá jólamanninum’. ‘Konan hjá’, hatta hava vit hoyrt fyrr. Vit kenna nógvar ‘konur hjá’. Tað eru nógvar kvinnur sum vit ikki duga navnið á, nógvar kvinnur, sum ikki hava nakran kendan samleika uttanfyri tann, ið vit knýta at manninum. Tí fara vit at gera eina kapping! Tjóðhild Patursson “Jólakonan er konan hjá Elis”, segði ein, og partvís hevur hann rætt. Tí støða teirra er hin sama, teirra eksistensur er kendur fyri almenninginum, men hesin samleiki er (næstan) í allan mun tengdur at manninum. Ikki tað, at tað er nakað ringt. Nógvar kvinnur gleðast allarhelst um ikki at vera kendar við andliti og navni í almenna rúminum, tí tær ynskja okkurt annað. Og tað er fínt. Fyri tær. Um tær ynskja tað. Men jólakonan er nú forvitnislig, eins og so nógvar kvinnur, hvørs eksistensur er vorðin kendur fyri heiminum, gjøgnum teirra menn. Við vanda fyri at fornerma jólakonuna, og ímóti hennara vilja trekkja hana út í almenna ljósið, ja, so vilja vit granska okkara forvitni, og skriva óskrivaðu søguna um jólakonuna - við tykkara hjálp. Vit byrja hana, og tit enda hana. MYNDIR AV JÓLAKONUNI Tað er ikki nógv vit vita um jólakonuna. Googlar tú ‘Santa Claus’s Wife’ ella ‘Mrs. Christmas’, og hyggur at myndunum, ja so er hon avmyndað annaðhvørt sum ein gomul omma - so sum flestu okkara allarhelst ímynda okkum hana - ella sum ein ung sexut dama í ‘sexuttum stuttum kjóla - so sum summi ivaleyst onkuntíð ímynda sær hana… Ella eru tað myndir av henni sum ung? So er løgið, at tað ikki finnast myndir harímillum, eftir hon var ung, áðrenn hon var gomul - ella hendi tað yvir nátt, sum hjá summum? Ella kanska hevði jólamaðurin mist myndatólið burtur hasi árini? Kanska. HETTA VITA VIT UM JÓLAKONUNA Vit vita við vissu, at jólakonan er til. Í øllum førum við somu vissu, sum vit vita, at jólamaðurin er til. Men vit vita ógvuliga lítið um, hvør hon er. Vit vita lítið, men gita sumt. Flestu keldur eru á einum máli um, at jólamaðurin eitur Nicholas til fornavn, men um fornavnið á jólakonuni tykist vera størri ósemja. Hesi nøvnini hava verið brúkt í ymiskum tekstum: Mary, Annalina, Jessica, Layla, Ahoop, Seeki, Martha, Kasey, Juliana, Grechen, Annabel, Santarina, Emily og Bae. Vit gita, at jólakonan bakar nógvar køkur. Eigur nógv børn. Hon dugir væl at gera rísingreyt. Vit gita, at hon er fitt, heit og tolin. Ein ordilig kona. HETTA VITA VIT IKKI UM JÓLAKONUNA Vit vita ikki, hvussu hon eitur. Vit vita ikki, hvat hon ger, tá ið hon ikki hjálpir jólamanninum. Vit vita ikki, hvat hon droymir um. Vit vita ikki, hvat hon droymdi um, áðrenn hon hitti jólamannin. Vit vita ikki, um hon er glað fyri sítt lív sum jólakona. Vit vita ikki, hvat hon heldur vera stuttligt. Hvat hon heldur vera týdningarmikið. Vit vita ikki, hvussu hon kundi hugsað sær, at samfelagið sá út.