Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN NOVEMBER 2016 6 Arni Ludvig Hvør er konan hjá Jólamanninum og hvat ger hon? – Hon hjálpir Jóla­mann­inum, við gávum og so ansar hon eisini eftir nissinum. Hevur hon eitt lív uttan Jólamannin, og hvat ger hon? – Ja eg rokni við hon hevur egið starv, kanska sum pedagog. Jónrit Hvíttklett Hvør er konan hjá Jólamanninum og hvat ger hon? – Hon hjálpir Jólamanninum Hevur hon eitt lív uttan Jólamannin, og hvat ger hon? – Eg havi ongantíð sæ hana sum nakað annað enn konan hjá Jólamanninum. Hon er bara eitt konubrot Hjarnar Herálvsson Kollslíð Hvør er konan hjá Jólamanninum og hvat ger hon? – Hon hjálpir Jólamanninum við tí hann biður hana gera, og so ger hon eisini mat Hevur hon eitt lív uttan Jólamannin, og hvat ger hon? – Nei eg haldi bara hon verður víst sum tufflan hjá Jólamanninum Kirstin Hvør er konan hjá Jólamanninum og hvat ger hon? – Hon er tann sum seymar klæðini hjá Jólamanninum, og skrivar á gávurnar, tí hon hevur nógv penari skrift Hevur hon eitt lív uttan Jólamannin, og hvat ger hon? – Ja eg haldi hon kann gera sum henni lystir, kanska ferð hon ein túr oman í SMS ella út at eta. Lagt til rættis: Heiðrun Hammer Erlingsson