týsdagur 29. november 2016síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN NOVEMBER 2016
Søgan um kvinnurnar
ið hava skrivað
Tá ið man situr andlit til andlits við eitt
menniskja, ið brennur fyri tí tað tosar um, ja
tá verður tú bitin. Bitin í tí tey tosaðu um, og
tú skilir eina løtu teirra eldhuga. Møguliga
eru tit, sum eg, eftir samrøðuna við Maluna
Marnersdóttir, forvitnar eftir at vita meira
um kvinnur í føroyskum skaldskapi - ikki
um tær, ið hava verið skrivaðar um, men
heldur um tær, ið hava skrivað. Føroysku
kvinnuligu skøldini. Um hvørjar tær vóru,
um tað tær skrivaðu um, og um hvussu tað
varð tikið ímóti tí ið tær skrivaðu. Ja, so er
at leita í bókunum hjá Maluni, tær ið hon
legði fram á borðið hendan mánadagin
seinnapart. Bøkurnar allar eru til láns,
bæði á býðarbókasavninum í Havn og á
landsbókasavninum. Møguliga verður hetta
stóri jólalesnaðurin hjá tær í ár?
Fyri fyrst
Eitt er at lesa UM tað
ið var skrivað. Men fyri
betur at skilja, so hevur
tú kanska hug at lesa
eitt sindur av tí ið VARÐ
skrivað. ‘Fyri Fyrst’ er eitt
savn við skalskapið eftir
føroyskar kvinnur árini
1896 - 1945. Í svaninum
eru bæði søgur, yrkingar
og leikir. Eisini hesi
bókini hveur Malan
staðið fyri. Malan hevur
skriva og givið út ein
stóran part av tí, sum í
dag er skriva um kvinnur
í føroyskum bókmentum.
Føroya
Skúlabókagrunnur gav út
í 1992.
Bylgjurnar leika trá
Bókin ‘Bylgjurnar leika í trá’ kann
sigast at hoyra saman við bókini ‘Fyri
fyrst’. Bókin viðger ein part av teimum
tekstunum ið eru prentaðir í ‘Fyri fyrst’. Í
bókini viðger Malan millum annað tekstir
eftur Súsonnu Helenu Paturson og
Andreu Árting. Súsanna Helena Paturson
var hon ið skrivaði fyrsta føroyska leikin,
sum tíverri ikki er til longur, annað enn í
heilt smáum brotum. Andrea Árting var
fakfelagskvinna. Hon skrivaði millum
annað arbeiðarasangir og kravdi betri kor
til tað arbeiðandi fólki. Harafturat var
tað hon ið stóð fyri at føroyskar kvinnur í
1918 fóru at rógva kapp í kappingunum.
Áðrenn tað vóru bert menn í luttóku.
Føroya skúlabókagrunnur gav út í 1992.
Kvinnurøddir
Kvinnurøddir er bók um tær
kvinnurnar sum vóru frammi
í kjakinum árini 1890-1902.
Um hvørjar tær vóru, um hvat
tær søgdu og um hvussu tað
var móttikið av monnum og
(møguliga) øðrum kvinnum -
munnu tær hava sagt tað sama
sum summar okkara royna at
siga nú? Og munnu summar av
aftursvarunum minna um summi
av teimum ið koma nú? Eg eri
forvitin eftir at vit. Sjálvdan er
forvitin fegin - men tað hendir.
Mentunargrunnur
Studentafelagsins gav út í 1985.
Føroysk bókmentasøga 1
Hetta var bókin eg var so flóv um at hava gloymt
var til. Bókin er ikki um konufólka skaldskap sum so.
Hetta er bókmentasøga alla føroyinga - kvinnu sum
manns. Í henni verða viðgjørdar føroyskar bókmentir
fram til aldarskiftið 1900. Sum tað er gott, at alt
tað ið einaferð bleiv prentað í serstakar bøkur um
KVINNUbókmentir, nú stendur skrivað saman við øllum
hinum -‘har tað eigur at vera’ sum Malan sjálv tók til.
Malan Marnersdóttir hevur skrivað bókina saman við
Turið Sigurðardóttir.
Nám gav út í 2011.
Konurák
HON og KVINNA eru ikki einastu konufólkabløðini sum hava verið í Føroyum. Nei,
longu í 1905 kom fyrsta konufólkablaðið út, Oyggjarnar. Í blaðnum bar bæði til
at lesa uppskriftir, húsráð og um samfelagsviðurskifti ið rørdust ta tíðina - eitt
sindur sum í konufólkabløðunum í dag. Tað ber til at lesa í gomlu bløðunum á
landsbókasavninum.
Konurák er ein bók eftir Maluna Simonsen (hetta var áðrenn Malan Marnersdóttir
brotti navn), og er skrivað um blaðið Oyggjarnar.
Konurák viðger millum annað ta undirtøku og tann mótgang ið blaðið Oyggjarnar
fekk. Blaðið tók upp nógvar av teimum somu tonkunum, ið kvinnurørslan seinni
gjørdist eftirkomari av.
Mentunargrunnur Landsins gav út í 1989.
Lagt til rættis: Tjóðhild Patursson