Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN NOVEMBER 2016 8 Um djarvar kvinnur, um óbetýðilgar kvinnur, um at skriva, um tær ið hava skrivað, og um tann kritikin ið hevur verið, og er, av tí ið føroyskar kvinnur hava skrivað. HON hitti Maluna Marnersdóttir til eitt prát Tær djørvu ella óbetýðligu TJÓÐHILD PATURSSON NÓGV ER SKRIVAÐ UM KVINNUR IÐ HAVA SKRIVAÐ ‘Eg hevði ikki hoyrt um Johonnu Mariu Skylv fyrr enn eg kom fram á eina bók, sum lá inni á Kunningarstovuni í Nólsoy, har eg arbeiði. So eg havi verið í 20’unum, áðrenn eg bleiv varug við tað, hon hevði skrivað’ sigi eg og sipi til, at eg haldi, at so lítið er skrivað um føroyskar kvinnur ið hava skrivað, eg krympi beinavegin tær, tá ið eg eg síggi andlitsbráið í Maluni Marnarsdóttir. Eg siti inni á skrivstovu hennara. ’Hon er væl lýst í bókmentasøguni, teirri fyrstu’ sigur hon. Eg hyggi við blonkum eygum. ‘Henni vit góvu út í 2011, heldur Malan fram, tá ið hon allarhelst sær míni tómu eygu. ’Hana kenni eg ikki’, sigi eg eitt sindur ov brá og uttan at hugsa meg um. ‘Góða søta mín, kennur tú ikki hana? Vit hildu at tað var ein mega stór hending, tá ið hon kom út!’ sigur hon, og eg fái eitt sindur ilt í tærnar, sum eg krympi, samstundis við at eg gleðist um, at ein sovorðin málkennari eisini sigur ‘mega’ - akkurát sum eg. Kanska eru málfrøðingar ikki málslig yvirmenniskju hóast alt. Eg kenni ljósareyðu bókina aftur, tá ið Malan tekur hana niður av bókahyllini og angri, sum so ofta, at eg ikki oftari lesi í øllum hesum føroysku bókunum sum koma út. ‘Men tú vart óiva og las í Svøríki, tá ið bókin kom út’, sigur hon, tá ið hon sær mína fjáltran (Eg veit ikki, um fjáltur kann nýtast sum annað enn kallkynsorð og stúri um tað, nú eg hugsi, at Malan allarhelst fer at lesa hetta - men kanska fer hon ikki at lesa tað, nú hon veit at eg ikki lesi tað, hon skrivar). TJÓÐSKAPARROMANTIKKURIN OG KVINNUR IÐ SKRIVA Eg blaði í bókini og royni at finna kvinnurnar. ‘Tær koma ikki fyri fyrr enn í síðsta kapitli, í sambandi við tjóðskaparomantikkina’ sigur Malan. Einans ein kvinna er nevnd áðrenn, Elesbeth Pætursdóttir er hin einasta kvinna, ið man veit um, sum hevur skrivað áðrenn tjóðskaparromantikkin í 1880’unum. ‘So kvinnur hava ikki skrivað, fyrrenn tá? Um aldarskiftið 1900’ sigi eg, og kenni meg rættuliga trygga í, at tað man vera hendan tíðin tey kalla tjóðskparromantikkurin. Jackpot! Eg gittið rætt. Næstan. ’Eingir føroyingar, ella ógvuliga fáir føroyingar hava skrivað áðrenn tað. Tað at skriva, tað var nakað man gjørdi um man hevði lært, um man hevði lisið og gingið í latínskúla. Tað var ikki bara í Føroyum, soleiðs var tað allastaðni’. Telefonin hjá Maluni ringir. Og eg minnist á, at tíðin hjá okkum báðum er avmarkað. Hon hevur eina aðra avtalu, og eg eina deadline og ein bát sum siglur til Nólsoyar. Nú eri eg júst komin í gongd við at spyrja um alt tað, ið eg ætlaði mær at spyra. Soleiðis er tað so ofta, tá ið eg geri samrøður. Tað gongur so long tíð, áðrenn eg komi til teir spurningarnar eg ætli at spyrja - allarhelst tí at eg sjálvdan skrivi spurningarnar niður áðrenn - allar helst tí at eg ikki frammanundan veit, hvat tað er, eg ætli mær at spyrja um. Oftast vita fólk, sum Malan, best sjálvi hvat er vert at tosa um. Ofta. Nú sigur hon ymisk eg ikki skilji. Okkurt um hvat einglar eta til døgurða. Kanska okkurt sum onkur maður, sum eg ikki skilji, hevur skrivað. HIN FRÍI INNILIGI YRKJARIN ‘Við romantikkinum kemur hendan ímyndin av tí fría óbundna høvundanum, sum helst skrivar á sínum móðurmáli, og tí hevur serligt samband við sína fortíð og fólkasálina; og ímyndin av yrkjaranum sum skrivar út frá sínum innasta. Tá romantikkurin kemur til Føroya sum tjóðskaparromantikur, tá síggja vit at fleiri fara at skriva. Tað síggja vit í Føroyingatíðindum Fuglsframa og Dimmalætting’. Eg skilji væl, at kvinnurnar byrja at skriva tá, onkusvegna kenni eg meg sjálva aftur í hesum dreyminum um tann fría yrkjaran, sum í sambandi við sína fortíð skrivar út frá sínum innasta. Men tað ið kvinnurnar skrivaðu , varð tað ikki altíð so væl móttikið. ‘Tær vóru tær minnst lærdu, sum aðrastaðni. Kvinnur gingu ikki so leingi í skúla. Realskúlin var fyri dreingir, og latínskúlin var fyri dreingir’. Tað hevur kravt nógv mót av hesum kvinnunum at skriva, hugsi eg. Hesar djørvu kvinnurnar fái eg hug at lesa meiri um - kanska ber til at súgva eitt sindur av dirvi úr teimum? Nei ikki súgva úr teimum. Men heldur at teirra dirvið kann byrta mítt. KVINNUR SKRIVAÐ SOVORÐI LÆTT OG ÓBETÝÐILIGT Men hví leggja nakað í? Ger tað nakað at sakna dirvi at skriva? Hevur tað nakran týdning at kvinnur skriva? ‘Tað hevur eina ávirkan á eina mentan ella eitt samfelag, at tað verður sementera: tað eru altso menn sum skriva, og tað skal vera soleiðis. Og tað hava vit so stíðst við síðani. Vit stríðast kanska ikki so nógv longur, men vit hava stríðst við tað leingi. Ein tann sterkastasti, ikki so gamli, kritikurin móti kvinnum sum skriva skaldskap, tað var frá Carl Johan.’ Malan sipar til hugleiðin, ið Carl Johan Jensen gav út í bóklinginum ‘Mentir og Mentaskapur’ í 1999. ‘Har er ein øgiliga speisk lýsing av tí sum kvinnur skriva. Tað er eingin findur í tí. Tað er lætt, og ikki málsliga serliga háfloygt. Hatta eru míni orð. Hann brúkti nøkur onnur… hesi kvinnuligu avrikini verða róst og fáa enntá virðislønir, “men tað sum EG havi uppá hjartað, tað er nakað heilt annað” tað er so endin á hasu longu… ja, so kann man bara siga so, so!’. Eg minnist væl røðina av álopum Carl Johan eina tíð hevði á ymisk ið skrivaðu. Serliga væl minnist eg nøkur óbehagilig ummæli. Eg havi ikki lisið tað hann hevur ummælt, einans sjálvi ummælini, so eg havi nokk hugsa sum so, at tað kanska er okkurt um tað hann skrivar - møguliga bara í so hart orðað. Men Malan tekur fram, at tað hann skrivaði í greinini í 1999 ikki var rættað at ávísum høvundum, men heldur var kritikkur av føroyskum kvinnur sum høvdunum í heila tikið. ‘Har var ikki nevnt nakað um hvør, hvørki hvør tað var sum tók undir við og rósti hesum bókmentunum, ella hvørjar tær vóru ið høvdu skrivað hesar bókmentirnar Skrivandi kvinnur: Hug at kunna teg um føroyskar kvinnur ið hava skrivað? Samrøðan við Maluna Marnersdóttir fekk eygu míni upp fyri øllum tí nógva sum er skrivað, um føroyskar kvinnur ið hava skrivað. Afturat tí sum er skrivað í bókmentasøguni er nógv annað skrivað um kvinnur í føroyskum bókmentum. Malan hevur lagt nakrar bøkur á borðið framman fyri mær. Ongar av teimum havi eg sæð fyrr - flestu teirra eru skrivaðar longu í 80’unum ella tíðliga í 90’unum. Tað er kanska tí at eg ikki havi sæð tær fyrr, hetta var áðrenn eg var fødd. Næstan. Bøkurnar finnast allar á Býarbókasavninum og á Landsbókasavninum. Ein listi yvir summar av teimum finnst aðrastaðni her í blaðnum. Hvør veit, kanska fært tú eitt gott hugskot til jólalestnaðin? - Ella møguliga eitt gott jólagávuhugskot?