týsdagur 29. november 2016síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN NOVEMBER 2016
hann kritiseraði. So tað blívur ein sovorðin
almenn … Tað er alment galdandi at soleiðis
er tað fyri kvinnur yvir høvur. Tær skrivað
sovorði lætt og óbetýðiligt’ sigur Malan. ‘So
tað blívur við - bókin er ikki meira enn 10
ára gomul.'
SKRIVA KVINNA SKRIVA!
Malan heldur at stór framstig eru hend.
Tað eru nógv fleiri kvinnur sum skriva
í dag, og at tað sæst aftur á millum
annað á bókadøgunum sum vóru í
Norðurlandahúsinum seinasta vikuskiftið í
novembur. Men enn metir Malan eitt sindur
vera eftir á mál, ‘Tað er framvegis soleiðis,
at tær skriva tá ið tað liggur fyri, og at tað
er afturat øll møguligum øðrum. Tær skriva
ikki burturav’.
‘Hevur tú hug at skriva, so er at gera tað.
Tað er vigtugt at man skrivar nógv, og at
man lesur nógv - bæði á føroyskum og á
øðrum málum. Tí tú lærir teg bara at skriva
við at lesa nógv og við at skriva. Umaftur og
umaftur og umaftur. Soleiðis at tað verður
tín máti at skriva, soleiðis at tað fellur tær
lætt, soleiðis at tú sleppur frá at leita og
leita, tá ið tú skrivar. Og tað fært tú bara við
venjing’. Mínir tankar flákra eina løtu, sum
teir so ofta gera. - Man Miðlahúsið fara at
senda mær eina rokning fyri skriviskeið,
nú eg gjøgnum allar greinarnar eg skrivi,
fái so góða venjing? Uha, eg má ansa mær
við at skriva so, tað kundi jú hent seg, at
onkur teirra fer at lesa mína grein - nei,
allarhelst ikki. Tað er sjálvdan at tey halda
at tað eg skrivi er áhugavert. Møguliga er
tað bara sovorði lætt og óbetýðiligt - hitt
Carl Johan nevndi. Er tað óbetýðiligt at eg
skrivi? ‘Er tað vigtugt at føroysk konufólk
skriva’ brestur úr mær. ‘Sjálvandi er tað tað!’
sigur Malan á ein sjálvsagdan hátt. ‘Hví?’
spyrji eg, eg eri enn fanga í tankanum um
mína egnu óbetýðiligheit. Tankin er bæði
óbehagiligur og uggandi. Uggandi tí at so
ger tað ikki so nógv, um tað eg skrivi ikki
er so gott. Tað hevur ongan týðning. Eg
fari ikki at gevast við at skriva um tað er
óbetýðiligt. Nei. Men møguliga eg so hevði
givist við at lagt so nógv í tað. ‘Sjálvandi er
tað tað, tí vit eru helvtin av mannaættini.
Vit hava líka so nógv uppá hjarta, og eru
líka so vigtig sum mennirnir og øll hini
kynini’ sigur Malan so nattúrliga, at eg
ikki legði tilmerkis orðingina fyrr enn eg
seinni um kvøldið (ella rættari ‘náttina’) sat
og lurtaði eftir upptøkuni. ‘Líka so vigtig
sum mennirnir og øll hini kynini’. Avgerin
er tikin! Eg vil heldur fylgja ráðunum frá
einari sum heldur at konur eru líka so
vigtigar sum ‘mennirnir og øll hini kynini’,
enn frá einum sum bólkar allan føroyskan
skaldskap hjá teimum við ginu í sama
(óbetýðiliga) bólk! Eg droppi at vera
óbetýðilig. Skal eg taka tað uppaftur
so má argumentið í øllum førum vera
heilt ótrúliga gott Carly! Uha, nú
kemur hann eftir mær, eg má heldur
fara at savna mær dirvi millum allar
hasar kulu konurnar í bókunum
hjá Maluni. Carly er eitt gott navn
til eitt óhugnaligt spøkilsi. Kanska
verður tað tað mín fyrsta bók verður
um? Men so verður tað um eitt fitt
spøkilsi. Tí annars verði eg bangin.
Eg pelli ikki. Tað passar.
‘Hvat skal eg so skriva til allar
tær kvinnurnar, sum sita heima
við hús við einum stuttsøgusavni
í skuffuni?’ eg vóni at fáa enn eitt
gott ráð. ‘Vit hava Vencil, Varðan,
Jólabólkina og bløðini’ sigur hon,
sum uppskot uppá hvar tær kunnu
senda tað. ‘Men hví skal tað út, kann
eg ikki bara hava tað í skuffuni?’
onkusvegna vónaði eg kanska at
fáa eitt lítið skump, men skuffan
bleiv smekka aftur. ‘Nakað av tí má
altso enda við at liggja í skuffuni,
tað er ikki alt sum man skal senda
út’, og síðani opnað eitt vet aftur
‘Men hevur man okkurt sum man
hevur sitið og skriva og rættlisið
og vent aftur og aftur, so skal man
einaferð siga, at nú er well, og
fáa onkran annan at lesa tað og
spyrja, “er hetta brúkiligt”?’.
Um Maluna
Marnersdóttir
Malan hevur skrivað nógvar
bøkur um føroyskar bókmentir.
Hon er allarhelst tann ið hevur
skirvað mest um føroyskar
bókmentir eftir konufólk.
Í 1993 fekk hon M.A. Jacobsens
bókmentavirðisløn fyri
yrkisbókmentir - hetta er beint
eftir at allar tær bøkurnar ið
standa á komandi síðu vórðu
givnar út. So tær eru allar helst
góðar.
Ár 2000 gjørdist hon dr.phil.
við Århus Universitet fyri
ritgerðina ‘Hvør av øðrum’.
Til dagliga starvast hon
á Móðurmálsdeildini á
Fróðskaparsetrinum.