Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN NOVEMBER 2016 12 HUG AT ROYNA EIN ØÐRVÍSI JÓLAKALENDARA Í ÁR? KLIPP ÚT SEÐLARNAR VIÐ TEIMUM 24 GÓÐU GERÐUNUM, LEGG SEÐLARNAR SAMAN OG KOYR TEIR Í EINA VAKRA - ELLA MINNI VAKRA - KRUKKU. TAK EIN SEÐIL ÚR KRUKKUNI UM DAGIN, OG GER DAGSINS GÓÐU GER; DESEMBUR VERÐUR FULLUR AV GÓÐUM GERÐUM. EITT SINDUR HIPPIE - KANSKA AKKURÁT PASSALIGA HIPPIE? Hippie-jólakalendari 1. Ring til ein vin bara fyri at práta. 2. Gleð onkran/onkra við at fara á vitjan. 3. Send eitt stórt smíl út í heimin í dag. 4. Stuðla eini (eftir tíni meting) góðari søk. Tað kann t.d. vera ein peningagáva til UNICEF ella reyðakross. At skriva eitt bræv fyri Amnesty. Ella okkurt heilt annað. 5. Skriva eitt jólakort til onkran/onkra – og send tað - í dag. 6. Ger eina góða gerð fyri umvørvið – sløkk alt tað eletriska sum stendur á standby. 7. Umhugsa at gerast blóðgevi – tak støðu í dag. Tú kanst melda til á www.gevidblod.fo. 8. Slepp fordómunum: Les tvær greinar, lurta eftir einum podkasti ella hygg eftir einum videoi um okkurt, tú átti at vita meira um. 9. Halt hurðini fyri onkrum. 10. ‘Gloym’ ein penga onkustaðni, soleiðis at onkur annar/onnur kann finna hann – kanska hava tey brúk fyri honum. 11. Stuðla føroyskum rithøvundum við at keypa eina føroyska bók, ella læna eina á bókasavninum – ikki tíð til at lesa eina skaldsøgu? Finn eitt stuttsøgusavn ístaðin. 12. Gev fittu smáfuglunum mat – hang eitt knýti upp í eitt træ, ella koyr eittsindur av korni í eina skál. 13. Gev nøkur føgur orð – eitt kompliment. 14. Hjálp eini/einumum í neyð. 15. Heinta rusk upp úr náttúruni. 16. Ger ein dreym til veruleika. 17. Lurta við hjartanum. 18. Lat onkran sleppa framum teg í køini. 19. Send eina takkarheilsan. 20. Ger eina arbeiðsuppgávu fyri ein av tínum arbeiðsfeløgum/vinum/familju. 21. Spæl loyniligur jólavættur: gev onkrum eina lítla gávu – loyniliga. 22. Gev eitt eyka stórt klemm í dag - um tú og tey hava hug. OBS!: Tað krevur samtykki. 23. Spyr tín starvsfelaga/konu/mann/vinfólk um tú kanst skonkja teimum kaffi. 24. Steðga á - tosa í 10 minuttir eyka við mammu tína, við vinfólkið tú hittir í Keypsamtøkuni, brúka eina løtu eyka, tá ið tú fylgir barninum í barnagarð… ella okkurt heilt annað. Lagt til rættis: Tjóðhild Pætursson