Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 37

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN NOVEMBER 2016 Og kvinnan hevur púra rætt. Oddvørsa Gerandis Brellbitar er ein óvanliga stór og flott kókibók, ein kókibók á altjóða stigi. Avgjørt millum tær allarfremstu, sum nakrantíð er givin út á føroyskum. At hon er á altjóða stigi var sjón fyri søgn hendan dagin, hon varð løgd fram í Perluni í Havn. Millum gestirnar var ein útlendskur kókibókaútgevari. – Hetta er ein ógvuliga flott, spennandi og hugtakandi kókibók. Hesar skal eg hava nøkur eintøk av heim við mær aftur. Og eg ætli mær at royna fleiri av spenn­andi uppskriftunum, helt útlendski kóki­bókaútgevarin fyri. 93 UPPSKRIFTIR 93 uppskriftir eru í bókini, allar prýddar við avbera góðum myndum. Og sum vanligt eru uppskriftirnar skrivaðar bæði á føroyskum og á donskum, so bókin kann vera ein góð jólagáva til norðurlendsku grannar okkara. At bókin hevur fingið heitið »Oddvørsa Gerandis Brellbitar« hevur sína orsøk. Hetta eru uppskriftir, sum øll kunnu hætta sær undir. Góður gerandis matur. Her eru breyð og bollar, matur til bronsj, til dømis eggjakaka í verðum, her er døgurðamatur sum lambstjógv við ingifer og hvítleyki, matur til jóla, køkur og dessertir, millum annað sitrónkaka og abbasa skegg, alskyns salatir og so framvegis. Ert tú ein, sum dámar at keypa kóki­bøkur, so er hendan nýggja bókin hjá Oddvør Skarðhamar eitt must. Hetta verður tann størsta, flottasta og ivaleyst eisini hin besta á kókibókahillini. TILFAR 100 g av smøri 200 g av sjokulátu 3 ss av siropi 225 g av degistive keksum brotnar í petti 225 g av maltesers PYNT 100 g av maltesers 50 g av smeltaðari sjokulátu 50 g av smeltaðari hvítari sjokulátu Legg bakipappír í eitt fat uml. 20 x 30 cm. Smelta smør, sirop og sjokulátu spakuliga í einari grýtu. Tak grýtuna av og blanda keksapettini og maltesers uppí og koyr hetta í fatið, áðrenn tað storknar. Trýst hetta væl og fast niður í fatið. SET AT KØLA Pynta at enda við maltesers og hvítari og myrkari sjokulátu. Sker í passaligar bitar. Maltesers Guf – HON ER STÓRBÆR SUM EITT STÓRT OG GOTT LEKSI­ KON, HELT EIN KVINNA HER­ FYRI, SUM STÓÐ VIÐ NÝGGJ­ ASTU BÓKINI HJÁ ODDVØR SKARÐHAMAR OG INGIBJØRG JACOBSEN Í HONDINI. TIL HESA UPPSKRIFTINA VIÐMÆLIR ODDVØR, AT TÚ BRÚKAR MALTESERS OG CADBURY FRÁ DAMFAR Henda síða er fíggjað av Damfar