Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN NOVEMBER 2016 14 Instagram er ein sosialur miðil, har tú kanst deila myndir úr tínum gerandisdegi. Og her kanst tú eisini fylgja spennandi fólkum úr allari verðini. Vit nevna hvønn mánaða nakrar Instagram vangar. Hesaferð nakrar jólaligar... CHRISTMAS_ILOVE FYLGJARAR: 59.300 Mmmmm jólini nærkast í hvørjum. So vit funnu ein deiliga hugnaligan og jólaligan instagram profil. Ein við kava, kakao, hálvhosum, ljósketum og ja, øllum tí ið vit samanbera við jóla og desemberhugna DIY.CHRISTMAS FYLGJARAR: 1.955 Vit eru nógv ið tíma væl at gera eitt sindur av jólapynti og jólastási sjálvi, og kanska tíma at gera eitt sindur eyka burturúr. Her er ein ið vísir ymiskt ein kann gera heima, og so stendur eisini við hvørja mynd hvat tú skal hava fyri at gera tey ymisku tingini… tað ger tað ofta eitt sindur nemmari at fara í gongd ;) CHRISTMAS_INTERIOR FYLGJARAR: 40.600 Jólatrø hoyra jólunum til, í hvussu er hjá teimum flestu. Og tað er so hugnaligt við hesum pyntaða træ inni í stovuni. Men hvussu tað er pynta er rættiliga ymsikt. Inni á hesum instagram profilinum eru rættiliga nógvar myndir av pyntaðum jólatrøum Instagram – tal­gildur heimur í myndum Lagt til rættis: Hildur Høghamar