Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN NOVEMBER 2016 16 STEINPRENT Verkstaður og Framsýning# Workshop and Gallery# Opið mán - frí 9 - 17 ley 14 - 17# Skálatrøð 16 www.steinprent.com litho@olivant.fo +298316386 UPP UNDIR JÓLA HAVA FLESTU HANDLARNIR OPIÐ SEINT ÚT Á KVØLDIÐ Skattakortið - HER FINNUR TÚ EINA GÁVU VIÐ SØGU SUMMI SIGA, AT TING HAVA EINA SÁL. SUMMI SIGA, AT TAÐ IKKI ER NAKAÐ, IÐ EITUR SÁL, HVØRKI Í MENNISKJUM ELLA TINGUM. SUMMI SIGA SO NÓGV. SUMMI SIGA LÍTIÐ. TING SIGA SJÁLDAN NAKAÐ SERLIGT; MEN ONKUNTÍÐ BERA TEY EINA LANGA SØGU - UM HENDURNAR, IÐ SKAPTU, UM HJARTAÐ, IÐ FANN UPPÁ OG UM EYGUNI IÐ VIRDU. TUTL Føroyskar plátur og fløgur til jólar - sjálvandi! Starvfólkini eru ógvuliga vinarlig, og hjálpa tær gleðiliga at finna røttu fløguna, millum allar tær mongu góðu - tí tað kann vera trupult at velja. Tutl hevur opið: Mánadag til Hósdag: 10:00-17:30. Fríggjadag: 10:00-18:00 & Leygardag: 10:00-14:00 FÍL Frá FÍL finnur tú jólagávuna til hennara, hansara og til børnini. Tey selja lekrar, heitar og mjúkar troyggjur, turrikløð, taskur, pungar, húgvur og hosur. Vøran frá FíL er sprottin úr hugskotum frá teimum føroysku bindingarmynstrunum, ið eru tikin við, gjørd nýmótans, samstundis sum hugsað er um lekrar litir og góðsku. LEIRLIST Á horninum Sjúrðargøtu/Varðagøtu er hurðin til verkstaðið hjá Guðrið Poulsen. Hjá Guðrið kanst tú keypa lutir út leiri - bæði brúkslutir, sum t.d koppar, men eisini prýðislutir. Tað er bara øðrvísi at drekka morgunkaffi úr einum hondgjørdum koppi - TÁ kann dagurin bara gerast góður! Opið er gerandisdagar kl 16-18 og leygardag kl 11-14. MIKKALINA-GLAS Ein litheimur úr glasi, soleiðis kann upplivingin av søluhølinum hjá Mikka­ linu lýsast. Vakurt jólaprýði úr glasi, føt at servera jólakonfektið á og lampur ið geva ljósinum eitt litfagurt sker. minnst til at vitja hjá Mikkalina-glas upp undir jóla. Opið er: Mánadag - Fríggjadag 11.00-17.30 & Leygardag 11:00-14:00. ØSTRØM Niðri á Skálatrø liggur Østrøm. Ein vakur gamal bygningur. Vakur og onkusvegna hábarsligur. Tey selja føroysk brúkslist og listahandverk frá fleiri enn 30 føroyskum sniðgevum. Afturat handlinum er ein hugnalig kafé - keyp børninum ein kopp av kakao, so kanst tú keypa jólagávur í friði. Opið er: Mánadag - fríggjadag 10.00 - 17.30. Leygardag 10.00 - 18.00 (seinu helvt av jólamánaðanum til kl 20.00). STEINPRENT Eitt vakurt prent, eitt spennandi prent - TAÐ er ein jólagávu sum livir leingi leingi leingi eftir at jólini eru farin. Farin og komin aftur, farin og komin. Ja, eitt prent livir í nógv ár. Afturat prentverksmiðuni er eitt sýningarhøli - fram til hálvan desembur ber til at síggja framsýningina ‘Seyðirnir koma’ eftir Fríðu Matras í Brekku. Steinprent liggur á Skálatrøð. Opið er: Mánadag - fríggjadag 9.00 - 17.00 & Leygardag 14.00 - 16.00. SOULMADE FAROE ISLANDS Handilin selur Soul Made Faroe Islands og EINSTAKT. Bæði klædnamerkini eru føroysk og verða sniðgivin í Føroyum. EINSTAKT-kollektiónin hevur klæðir til kvinnuna og til mannin. Eisini selur handilin skógvar frá Apair, Ivylee og Ash, umframt smykkur frá Maanesten og duftljós frá Voluspa. Soulmade hevur opið: Mánadag- Hósdag 11.00-17.30. Fríggjadag 11.00-18.00 & Leygardag 11.00-15.00 SILVURSNIÐ Niðri í vágsbotni, beint viðsíðunarav Sirkus er Silvursnið. Tey selja handgjørdar smúkkur, jólaprýði og handgjørdar taskur frá merkinum Maiken. Snilvursnið ger eitt árligt jólaprýði sum í ár er ein veðrur. Ein vakur veðrur, hann er verdur at fara at hyggja at. Eitt jólagávuhugskot sum livur í fleiri ár - tað kemur eitt nýtt snið út hvørji jól. Opið er: Mánadag - fríggjadag frá 11.00- 17:30 & Leygardag frá 11.00-16.00 3 4 5 6 7 8 2 1