týsdagur 29. november 2016síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN NOVEMBER 2016
VISIT TÓRSHAVN
Visit Tórshavn húsast í gamla Føroya
Banka, Bank Nordik, ella hvat vit
nú skulu kalla tað. Afturat at veita
tær kunning um tiltøk og annað í
Suðurstreymi, selja tey vørur fyri
ymiskar føroyskar handverkarar. Millum
annað: Janus á Húsagarði, ThePetur,
Einfalt, Ingrid Møller, FAROESHEEP,
Leirlist, Ingrid Møller, Hergerð Joensen,
H.J. Remmer, Erla, Shisa Brand, Hildur
Hermansen, Elinsa, Ása í Jákupsstovu,
Liam Sean, Joel Cole Art, Trælist,
Jam Design, Hultgren Design, Føroya
Grótvirki, Π-glas, Mary Tindskarð, Á
regninum, AOCO, TUTL, Polarskelti &
Signe Skaaning
Opið er: Mánadag - Fríggjadag 09.00-17.00
& Leygardag 10:00-15:00. Upp undir jóla
verður opið longur.
Hesar síður eru fíggjaðar av smáu hugnaligu handlunum í miðbýnum í Havn
TORKILSDÓTTIR
Herborg Torkilsdóttir vann í 2014 donsku
sendingina ‘Klar parat sy!’. Fyrr í ár opaði
hon egnan handil í miðbýnum í Havn.
Í Handlinum selur hon klæðir til børn
undir 4 ár og til vaksnar kvinnur - hon
bæði sniðgevur og seymar sjálv - tað er
litríkt og serstakt. Ofta finnst einans eitt
av hvørjum plaggi. Serliga populerar eru
draktirnar til smæstu børnini. Børnini
vera latin í draktirnar gjøgnum eitt hol í
rygginum, tær hava ongar knappar, einki
rennilás, einki fjas - eru bara behagiligar.
Opið er: Mánadag - Hósdag 12.00 - 17.30.
Fríggjadag 12.00-18.00 & Leygardag 11.00-
16.00. Upp undir jóla verður opið longur.
Hetta kortið vísir tær fram á
støð í miðbýnum í Havn, ið selja
gávur við søgu - ert tú heppin,
so sært tú møguliga eisini
hendurnar og eyguni ið skaptu
9
10
11
12
5
6
7
8
1
2
3
4
9
HEIMAVIRKIÐ
Heimavirkið í Havn selur heimavirkaða
vøru frá øllum møguligum fólkum
úr Havn og aðrastaðni. Hosur,
ullintarundirbuksir, fittir heimabundnir
kjólar, vøttir og annað gott. So hevur tú
ikki, sum tú ætlaði tær, bundið hosur
í jólagávu til alla familjuna, ja, so fert
tú framvið í Heimavirkinum og keypir
tær. Heimagjørt í einum øðrum heimi.
Tey fittu starvsfólkini pakka allarhelst
gávurnar inn fyri teg eisini - so kanst tú
njóta restina av jólamánaðanum í friði.
Opið er: Mánadag - Fríggjadag 10.00-17.30
& Leygardag 10:00-14:00. Upp undir jóla
verður opið longur.
11
NO 10
At fara inn í lítla verkstaðið og handilin
hjá møggunum Óluvu og Káru er ein
hugnalig uppliving í sær sjálvum, og
tað er torført at fara út aftur uttan ein
lítlan pakka. Afturat vøkru lampunum
selja tær vakrar vasar, koppar, lítlar
hongjørdar tesílir, og alt møguligt annað.
Minnst til at lúra afturum í verkstaðið
- tað gevur tær hug at fara heim at gera
okkurt vakurt og kreativt = ordiligur
jólahugni.
NO 10 er opið: 11.00-17.30 & Leygardag
11:00-14:00.
10
12