Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN NOVEMBER 2016 18 – Hetta læna føroyingar mest Frá reyðvíni til marathon Eftir Kitty May Ellefsen. Útkomin í 2016 – Ein søga um, at alt ber til Stå fast: Et opgør med tidens udviklingstvang Eftir Svend Brinkman. Útkomin í 2014 Bókin er ein anti sjálvhjálparbók, har danski professarin ger upp við ráki á arbeiðsmarknaðinum, sum snýr seg um, at altíð halda fram við at menna sínar førleikar. Hvor solen græder: En fortælling fra Syrien Eftir Puk Damgård Andersen Ein bók um lívið handan borgarakríggi í Syrien, har fleiri enn 150.000 fólk eru dripin og milliónir eru flýggjað. Millum annað fylgir bókin stórbýarkvinnuni Nour, sum stríðist fyri frælsi í syriska uppreistrinum, men tað endar við at vera hennara lívs marra. Babystrik på pinde Lene Holme Samsøe. Útkomin í 2013. Bókin inniheldur áleið 15 bindiuppskriftir uppá klæðir til børn frá 0-2 ára aldur. Tarme i topform: Spis dig til sundhed, energi og velvære: kostplan baseret på den nyeste forskning, 60 lækre madopskrifer, 4 kvinders frovandling på kun 14 dage. Eftir Irene Brøndum, Majbritt L. Engell. Útkomin í 2016. Ein vegleiðing til, hvussu tú gjøgnum matin kann styrkja um bakteriurnar í tarmunum og harvið økja um heilsuna. Fýra kvinnur greiða frá teirra upplivingum við at broyta matvanarnar. Stalins datter: Svetlana Allilujevas utrolige og turbulente liv Eftir Rosemary Sullivan. Útkomin í danskari útgávu í 2015. Biografi um dóttur Stalin. Hon visti einki um ræðuleikarnar, sum pápi hennara stóð aftanfyri. Tó upplivdi hon, at familjulimir hvurvu. Ikki fyrr enn pápi hennara doyði, fekk hon innlit í, hvussu harðrendur hann veruliga var. Sjey tær mest læntu yrkisbók­ mentirnar á Býarbókasavninum 2000: Tá Føroyar skuldu loysa Eftir Sjúrður Skaale. Útkomin í 2016 Ein søga um fullveldisætlanirnar frá ár 2000, har Sjúrður Skaale greiðir frá sínum upplivingum sum ráðgevi hjá fullveldis­ landsstýrinum. Lagt til rættis: Barbara Holm