Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 45

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN NOVEMBER 2016 L'ást L'ást ALT TAÐ VIT GLEÐAST UM Í DESEMBUR At ganga seint. Orðingin: ‘Hon fleyg gjøgnum luftina akkurát soleiðis sum múrsteinar ikki gera’. At dagdroyma um næru framtíðina. At vaska upp. Tá ið tíðin gongur seint. At leggja tilmerkis at mær, øvugt av hvat eg helt, dámar (summi) djór. At finna uppá. Ljósið teir fáu tímarnir vit nú hava tað. Hugnin í longu myrkinu kvøldunum. Vinfólk sum skilja teg uttan at tú noyðist at greiða frá. At siga takk heldur enn orsaka. At lukta at veturin er í nánd. At eta matpakka úti. At siga ja og meina tað. Sniglar. Slowrørslan. Livikorskanningar. At fara tíðliga í song. At unna mær blómur. Grannar. Drekkamunnar. Búðfelagar. At eta morgunmat saman. Hoyggjhúsloft. At hava eina fasta vikuliga matarætlan. Fartelefon­ haldið Ver. At barnablaðið hevur verið til í 60 ár. At lesa yrkisbøkur. Stearinljós. At sleppa at pissa tá ið man vil ordiliga illa. At skriva listar. At hugsa um fólkaræðisliga týdningin av list. At tað vóru tvey stjørnuregn í novembur. At síggja eitt stjórnuskot fyri fyrstu ferð. Orðið ‘mansplaning’. Jósup. Orðið ‘eyðmjúk’. Súrepli við kardamummu omaná havragreyt. Kossar á eygnalokini. Húðkontakt. Sitatið: ‘Eg vildi sungið, sum fuglarnir syngja, einki lagt í, hvat ið onnur hoyra og siga’. Brósthaldarar sum sita væl. At tey fáa ræstan fisk til døgurða í barnagarðinum hjá dóttrini. Havragreyt vetrarhálvuna. Spurningurin: Tímir tú at ganga saman? Lagt til rættis: Tjóðhild Pætursson