Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 46

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN NOVEMBER 2016 22 mínir reyðu sokkar DOKUMENTAR SOKKURIN: SUNNY SIDE OF SEX eftir Sunny Bergman Sunny Side of Sex er ein dokumentarrøð í 4 partum. Sunny Bergman ferðast til Uganda, India, Kina og Cuba fyri at kanna, hvussu teirra ímynd av millum annað kroppi, seksualiteti, kærleika og feminiteti. Røðin skumpar til okkara sjálvsmynd, okkara kropsideal og til myndina sum vit her hjá okkum hava av sex. Røðin fekk meg at sleppa summum av mínum vesturlendsku fordómum - ella í øllum førum gjørdist eg varug við fordómarnar Ja, røðin er á sín serstaka hátt sexualt frígerandi; frígerandi tí at hon letur eyguni hjá okkum upp fyri at hvussu vit útrykkja sexualitet er so samfelagsskapt, og tí eisini kann broytast - um vit vilja tað. Dokumentarurin finnst á VIMEO. PODCAST SOKKURIN: WOMAN OF THE HOUR - VIÐ LENU DUNHAM Eg havi ongantíð fyrr lurta eftir podkastsi, men síðani eg eri so heppin at búgva saman við eini kulari konu, so verða míni eygu latin upp fyri øllum møguligum - har ímillum podkastum. Women of the Hour er ein lítil podkast-røð eftir Lenu Dunham. Í parti 3 tosar hon um vinarlag - hon sigur millum annað ‘Female friendship has been the driving force of my life. I love loving men, but I love knowing women’. Eftir at hoyra hetta podkastið vil eg so fegin skriva, liva og tosa meira um vinarlag. Djúpa vinarlagið eg eri so heppin at eiga við summar aðrar kvinnur. TEKSTA SOKKURIN THE LAUGHTER OF THE MEDUSA Hélène Cixous skrivaði í 70’unum hendan spennandi tekstin. Hann er serliga áhugaverdur fyri okkum í skriva, ella royna at skriva - ja, serliga fyri okkum ið kalla okkara skriving ‘at royna at skriva’. Í tekstinum stendur millum annað: The future must no longer be determined by the past. I do not deny that the effects of the past are still with us. But I refuse to strengthen them by repeating them, to confer upon them an irremovability the equivalent of destiny, to confuse the biological and the cultural. Anticipation is imperative. Teksturin finnst á netinum í fullari longd - hon í googlar, hon finnur. KOM OG DEILIÐ REYÐAR SOKKAR! Hevur tú ein góðan reyðan sokk til komandi blað? Ein sokk um ein góðan film, ein blogg, eitt hugskot, eina mynd, eitt orð, Ja, so ert tú hjartaliga vælkomin at senda eini boð á hon@sos. fo. Reyðar sokkar ber ikki til at hava ov nógvar av! - Á HESI SÍÐUNI ERU REYÐIR SOKKAR. NÝGGIR SUM GAMLIR. REINIR SUM SKITNIR. LJÓSAREYÐIR, MYRKAREYÐIR, BRÚNLIGT REYÐIR - REYTT FINNST Í NÓGVUM LITBRIGDUM - SUM FEMINISMAN. FEMINISTURIN HENDAN MÁNAÐAN: BIRITA ELLENDERSEN 15 ár, 9. flokkur í Skúlanum á Fløtum ‘Eg eri feminist tí... Eg trúgvi á rættvísi millum kyn. Øll skulu hava somu rættindi óansæð kyn. Rættiliga einkult. Eingin er klókari, ella ein betri leiðari ella stjóri, bert eftir teirra kyni. Eingin er betri enn annar grundað av kyni. Feminisman er ikki ein rørsla, ið hevur fyri eyga at kvinn­ur skula ráða yvir heiminum. Feminisman er líka­ rættindi millum kyn. Men, tí kvinnur eru tær, sum ikki hava havt eins góð rættindi, sum menn, kallast tað feminisman. Tað ræður ikki um at niðurgera mannfólk, men at geva kvinnum somu møguleikar og rættindi, sum mannfólk og at gera øll líka fyri lógini. Eg skilji ikki, hví nakar skuldi verið ímóti hesum. Hvørjum eru anti-femini­ star bangnir fyri? Í mínum eygum er líkarættindi millum kyn ikki nakað, sum kann enda ringt fyri nakran.’ Lagt til rættis: Tjóðhild Pætursson