Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 SOSIALURIN NOVEMBER 2016 BÓKIN A ROOM OF ONES OWN Eg hevði SO fegin vilja havt lisið hesa langt langt síðani. Skrivað av Viginiu Wolf, kvinna í eini mansverð. Hon fer at liggja á náttborðinum jóladagarnar. HOYRT HENDAN MÁNAÐAN: ‘Eg eri hvítur maður, so eg bleiv behandlaður pent’ • Bæði óbehagligt og fantastiskt at hoyra. Tað er eitt stórt framstig at vit eru við at gerast varðug við at summi okkara hava fyrimunir í samfelagnum - so er at vóna at vit øll gera okkara til at broyta tað, og at vit øll hava viljan til at broyta tað. TAÐ STUTTLIGA: DITTE & LOUISE Gott er at vera sjálv ironisk. Á DR ber til at síggja fantastiska stuttligu og tærnakrympandi sjónvarpsrøðina Ditte & Louise. Sendingin ger fyri meg upp við perfektu kvinnuímyndina, og blottar óbehagiliga og hjartanemandi skemtuliga veruleikan. Hygg at sendingina og fá tað meira ok við tíni óperfektheit. Farvæl pena genta, hey veruleiki. Ah! Ein lætti. ORÐ AT GOOGLA Eg kundi hugsað mær at lisið meira um hesi feministisku orðini - umframt at fingið betur umsetingar enn tær eg megni. Her er mítt útkast - hevur tú eitt betur hugskot, ja, send tað so endiliga. Til mín, ella til Sprotan ;) : Forth wave feminism // Fjóðra feministiska aldan- ein feminisma sum eg haldi eg dugi betur at kenna meg aftur í? Hendan aldan er hægst á netinum við øllum teimum mongu feministisku bloggunum, instagrammunum, podkastinum o.s.fr. Ja, hon livir á netinum, um so mangt. Intersectionality // Umskaring - Hetta er, sum eg skilji tað, ein máti at hyggja at kyni, klassa og etniciteti samstundis. Altso at taka fleiri perspektiv í senn, tí tey renna saman. Soleiðis skilji eg tað. Eg gleði meg at googla tað - tá ið jólafrítíðin kemur. CIS-gender // Sis-kyn - Eitt orð vert at duga um tú lesur feministiskar bloggar á netinum. Eg haldi at tað merkir fólk sum indentifisera seg sum sama kyn sum teirra biologiska kyn - altso tað øvugta av transgender. Kanska? Vert at duga. Vert at googla! MALE GAZE // Mansbrá - Eitt 70’ara orð ið kemur fram aftur í nýgjum feministiskum bloggum. Hetta er mátin heimurin og kvinnur ofta verða lýstar úr einum maskulinum perspektivi. Eg sigi ikki at tað er so, men hugtakið kann vera gott at eiga í kjaki um sama. Privilege // Fyrimunir // Órin (Órin - tað at smitta ikki rínur við. Hetta síðsta orðið fann eg á sprotanum, veit ikki heilt um tað kann nýtast. Kanska.) - Tað er vert at googla, tí at tað kann gera teg varugan við tínir egnu fyrimunir í samfelagnum. Aðrastaðni á síðuni finnur tú link til fyrimuns-test. #BARAMENN Áh sum tað hevði verið deiligt um tað ikki var neyðugt at gera vart við hvussu ofta bara menn sita við borðið til ein pallborðsfund, í eini nevnd, í eini kjaksending, í tíðindinum… Og sum tað hevði verið deiligt um vit ikki vóru so blind fyri at tað enn er so. Eg havi eitt genialt syskinabarn sum kom við hugskotinum at byrja at dokumentera tað við hashtagginum #baramenn. So komið í gongd: taka eina mynd, instagramma myndina og merkja myndina #baramenn. Her eru trýggjat - Møguliga deila vit møguliga tína mynd næstuferð ;) TESTURIN www.checkmyprivileges.com Keðir tú teg eina lítla løtu, og tolir ikki at keða teg, men mást taka fartelefonina fram fyri at vera undirhildin hvørt einasta lítla sekund av gerandisdegnum? - sum vit øll onnur. Ja, so er hetta ein undirhaldandi testur at royna. Hóast hann sum so ikki kann BRÚKAST til nakað - og hvat undirhald kann tað? - so er tað tankavekjandi, og kann fáa tíni eygu upp fyri tínum egnu fyrimunum/órini. Sqreenshot av in.fo 22. novembur. OBS! Starvsfelagar vit mugu betra okkum! #baramenn #baramenn Samgonguskjalið var undirskrivað #baramenn Nevndin í SEV #baramenn