Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-11-29, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. november 2016síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SOSIALURIN NOVEMBER 2016 24 Heiðrun Hammer Erlingsson Kakao hevur sín uppruna úr tropiska Suður Amerika. Har dyrka tey kakao plantur í langar banar. Í fleiri túsund ár hava tey bryggjað kakao drykkir, og einaferð er hetta so komið til Føroyar. Nú kunnu vit njóta ein kopp av kakao mest sum í hvørjari einastu kafé í býnum. Seinasta mánað var HON og royndi smoothies runt í høvuðsstaðnum, har vit funnu frískasta og leskiligasta smoothie í Havn. Men nú vit eru komin inn í desember, so er tíð at finna okkurt meira jólaligt. Hvat hóskar so betur enn ein góður koppur av kakao. HON er nú farin at leita eftir tí besta kakaoinum í Havnini. Vit hava sjálv sagt ikki verið í hvørjari kafé í Havnini, men hava roynt fleiri í miðbýnum. Einki ivamál er í, at kakaoið í Havn hevur nógv at bjóða uppá, beiskt og søtt, dýrt og bíligt, ja munur er á, og sjálvandi er tað upp til hvat hvør einstakur dámar best. HON hevur roynt sítt besta at funnið tað kakaoið, sum hevur okkurt at bjóða, til ein hvønn smakk. TAÐ VIT LEITA EFTIR HESAFERÐ ER: Smakkur: Hettar er nokkso sjálv sagt, vit vilja hava kakao, sum ein kann njóta og vil hava meira av. Útsjónd: Eyga má sjálvandi eisini hava okkurt, so vit vilja hava ein drykk, sum sær innbjóðandi út. Sum t.d. eitt pent uppsett stel ella pyntaður rómi, sum prýðir kakaoið. Jólaligheit: Nú eru jólini komin, so fyri at fáa hattar eyka kick av jólahýri royna vit at finna akkurát perfekta kakaoið, sum fær teg kláran til jólini. ERT TÚ ORDILIGANI KOMIN INN Í JÓLATÍÐINA? ELLA SÓKNAST TÚ EFTIR ONKRUM SUM KANN FÁA TEG Í JÓLAHÝRI? HVUSSU VIÐ EINUM HEITUM OG LESKILIGUM KOPPI AV KAKAO! Besta kakao í Hav Kaffihusið 45 krónur Kakao frá Kaffihúsinum sær innbjóðandi út við tí vakra mynstrinum, sum prýðir róman omaná, í tí einfalda hvíta stellinum. Tað angar av sjokulátu og róma úr koppinum, og ein verður sanniliga í jólahýri av hesum. Kakaoið hevur ein dominerandi smakk av róma, tá ið ein byrjar at drekka tað, men tá ein kemur longur niður í koppin, er ein sera sterkur næstan beiskur smakkur av kakao pulvuri. Alt í alt gongur drykkurin nøkulunda væl upp, men tó telur tað niður, at prísurin er so høgur. Smakkur: 3 útsjónd: 3 Jólaligheit: 4 Heild: 3