týsdagur 29. november 2016síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
SOSIALURIN NOVEMBER 2016
Gómagott
40 krónur
Ein sera festligur koppur av kakao við bæði róma og skumfidusum, er at fáa í kaféini inni í nýggja
terminalinum í Steinatúni. Tað er ein spennandi sjón av ljósa brúna kakaoinum, dekkað við einum lagi
av skumfidusum við róma sproyta omaná, í tí modernað glasinum hjá teimum. Smakkurin er sera sera
søtur av skumfidusinum, men tó blandast tað væl við tí beiska kakaoinum. Um tú hevur eina søta tonn
er hettar akkurát drykkurin til tín, men um ikki, so er hann kanska eitt vet ov søtur. Hóast alt, so fært tú
nógv fyri pengarnar. Tað er eitt stórt glas og so fært tú eisini skumfidusar við í prísinum.
Baresso
45 krónur
Uttanífrá sær tað kanska keðiligt og óinteressant
út, men allíkavæl er hesin koppurin spennandi, tí
í grundini er tað kóka mjólk við tveimum stavum
av sjokulátu, sum man smeltar í mjólkina og rørur
saman. Smakkurin er tó ikki so áhugaverdur,
mjólkin og sjokulátan blandast ikki so væl saman
og tí smakkar tað mestsum av heitari mjólk við
sjokulátabitum í. Ikki idéelt til tann perfekta
koppin av kakao. Tó skal nevnast, at tað kann vera
hugnaligt hjá t.d. børnum at fáast við.
Smakkur: 3
Útsjónd : 4
Jólaligheit: 4
Heild: 3,5
Smakkur: 1
Útsjónd: 2
Jólaligheit: 4
Heild: 2
Tórs Kafé
24 krónur
Á Tórs Kafé, sum er á niðastu hædd í
Býarbókasavninum, kann man fáa ein ógvuliga
bíligan kopp av kakao. Útsjóndin er ikki heilt
nakað at reypa av, eitt hvítt krúss við einum
kletti av róma omaná. Men hóast tí heldur
keðiligu útsjóndina, so er innihaldið gott, ein
bleytur smakkur av tí kalda rómanum og tí heita
kakaoinum smelta saman. Tað er ein ógvuliga
traditionellur smakkur av kakao, smakkar
heimagjørt. Og tað besta við tí er nokk prísurin,
akkurát til tá tú mungar eftir onkrum góðum síðst
á mánaðinum.
Brell café
45 krónur
Á hugnaligu kaféini Brell kanst tú eisini fáa kakao,
men tey hava ein heilt annan smakk at bjóða enn
hinar kaféinar, sum vit hava verið á. Teirra kakao
er nógv sterkari og beiskari. Hettar sær man
eisini á útsjóndini, ið er sera myrk, men tó er tað
toppa við søtum hvítum róma. Hettar er heilt klárt
ein drykkur fyri traditionellar kaffidrekkarar, tí
smakkurin er ikki so søtur, men heldur sterkur og
pulvur fyltur.
Smakkur: 4
Útsjónd: 1
Jólaligheit: 2
Heild: 2,5
Smakkur: 4
Útsjónd: 3
Jólaligheit: 1
Heild: 3
Smyrjibreyðsbúðin
25 krónur
Í Smyrjibreyðsbúðini bjóða tey ein leskiligan tó
sera lítlan kopp av kakao. Til kakaoið var ein lítil
skál av róma, við eini skeið at oysa í kakaoið, tað
sær fitt og hugnaligt út við hesi minni útgávuni,
men tó nokkso smáligt. Smakkurin er serstakligani
søtur, men rómin javnar tað út, so tað verður eitt
gott millum ting. Ein verður beinanvegin liðugur
við koppin, og situr eftir við einari kenslu av at
vilja hava meira, hetta er so at siga bæði gott og
ringt.
Smakkur: 4
Útsjónd: 2
Jólaligheit: 2
Heild: 3
vn?