Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 182 - 24. september 2004 Nr. 182 - 24. september 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Hann heldur seg vera Guð Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, heldur, at George W. Bush, forseti, heldur seg kunna liva og láta, sum hann vil. Bush heldur seg vera Guð, sigur Mugabe. – Vit eru tvungin til at góðtaka ein nýggjan átrún- aðarligan politikk, hvørs grundsetningur er, at tað er bara ein politiskur Guð, George W. Bush, og at Tony Blair er profetur hansara, segði Mugabe á aðalfundin- um hjá ST fyrradagin. Bæði USA og Bretland hava sett handilstiltøk í verk ímóti Zimbabwe, og tað var ivaleyst tað, sum fekk Mugabe at taka so dýran til. Men Muga- be fýltist eisini á, at bretska stjórnin samstarvar við andstøðuna í Zimbabwe. – Enn einaferð hava vit sæð, at lógloysingurin Blair og harri hansara í Washington halda, at Guð hevur latið teimum upp í hendi at stýra heiminum, segði Mugabe og legði afturat, at fyrrverandi hjálandaharrar eiga ikki at læra onnur, hvat demokrati er. Gloppa dyrnar fyri Libya ES-londini eru vorðin samd um at taka handilstiltøkini ímóti Libya av, nú stýrið í Tripoli er sinnað at sam- starva við Vesturheimin. Tann endaliga avgerðin verður kortini ikki tikin fyrr enn seinni. Italia vil ikki einans hava handilstiltøkini sett úr gildi. Italia hevur stórar trupulleikar av flóttafólki, sum koma um Miðjarðarhavið, og stjórnin í Rom vil tí eisini hava ein sáttmála við Libya um flóttafólkini. Sum sam- sýning hava teir italsku myndugleikarnir boðið sær til at lata Libya ymsa tekniska útgerð, so myndugleikarnir har kunnu halda eygað við flóttafólkunum, áðrenn tey leggja frá landi. Fyrr í vikuni kunngjørdi amerikanska stjórnin, at hon hevur sett handilstiltøkini ímóti Libya úr gildi, aftur fyri at landið hevur slept øllum ætlanum um at útvega sær hópoyðingarvápn. Póland fær einki endurgjald Herfyri samtykti polska tjóðartingið at reisa endur- gjaldskrav ímóti Týsklandi fyri tann skaða, sum týsk- ararnir gjørdu í Pólandi undir seinna heimsbardaga. Í samtyktini stóð, at Týskland eigur at rinda endurgjald fyri ágang, herseting og fólkamorð undir heimsbar- daganum. Men Póland fær ikki eitt oyra í endurgjaldi, sigur týski kanslarin, Gerhard Schrøder. Tvørturímóti heldur hann uppá, at pólendingar hava als ikki grundarlag fyri at reisa eitt slíkt krav, og at orðalagið í samtyktini er ikki sambæriligt við veruleikan. Polska stjórnin hevur eisini sagt, at hon tekur ikki undir við samtyktini hjá tinginum, men kortini skal málið umrøðast, tá polski forsætisráðharrin, Marek Belka, hittir Schrøder mánadagin. Ein meiningakanning í Pólandi hevur víst, at 64 prosent av pólendingunum taka undir við kravinum hjá tinginum um endurgjald. Ósemja um sparingar Svenska stjórnin noyddist í gjár at sleppa einari um- fatandi ætlan um sparingar á hernaðarøkinum. Stjórnin hevði sett sær fyri at fáa eina breiða semju saman við andstøðuni, eins og vanliga verður gjørt í Danmark, tá talan er um hernaðarmál, men tað miseydnaðist. Stjórnin ætlaði at leggja fleiri herstøðir saman, tí á tann hátt kundi herurin spara lønarútreiðslur til umleið 5.000 fólk. Men andstøðan segði kortanei, og tí endaði tað við einari minni spariætlan. Upprunaliga ætlanin bar í sær, at ríkiskassin skuldi spara tríggjar milliardir krónur tey næstu trý árini. Andstøðan vil eisini spara tríggjar milliardir, men yvir eitt longri tíðarskeið. Svenski ríkiskassin brúkar í ár 38 milliardir svenskar krónur til hernaðarútreiðslur. Av tí at teir amerik- onsku kanningar- stovnarnir brúka ymsar hættir, veit eingin við vissu, hvat veljararnir veruliga halda VELJARAKANNINGAR Árni Joensen fartekst@mail.dk Forsetavalið fyri fýra árum síðani avdúkaði, at tey, sum høvdu ábyrgdina av valin- um í Florida, høvdu ilt við at telja rætt. Nú vísir tað seg, at heldur ikki teir am- erikonsku kanningarstovn- arnir hava skil á, hvat velj- ararnir veruliga halda. Er George W. Bush langt framman fyri Kerry, ella stendur tað á jøvnum ímill- um hann og John Kerry? Eingin veit tað við vissu. Amerikanskir eygleiðar- ar siga, at tær neyvastu kanningarnar eri tær, sum flokkarnir sjálvir gera, men trupulleikin er, at teir vilja ikki avdúka úrslitið. Kortini halda eygleiðararnir, at Bush man liggja ímillum trý og fimm prosent framman fyri Kerry. Men hetta er langt frá tí, sum kanningarnar hjá kanningarstovnunum vísa. Hjá Gallup fær Bush 55 prosent og Kerry 42, og New York Times gevur Bush 50 prosent og Kerry 42. Men í einari kanning hjá Pew-stovninum fáa teir báðir 46 prosent í part, og tað eru eisini kanningar, sum siga, at Kerry er eitt prosent framman fyri Bush. Amerikonsku eygleiðarar siga, at veljarakanningarnar eru ikki líka álítandi sum fyrr. Teir vísa millum annað á, at fyrr ringdu stovnarnir til heimatelefonirnar hjá fólki, men í dag er vanligt, at teir ringja til fartele- fonirnar uttan at kanna, hvør er í hinum endanum, hvaðani viðkomandi er, ella um viðkomandi er skrá- settur sum limur í øðrum flokkinum. Ivasamar veljarakanningar Í gjár kunngjørdu burturflytararnir í Ir- ak, at teir høvdu av- rættað Simonu Pari og Simonu Toretta BURTURFLYTINGAR Árni Joensen fartekst@mail.dk Tær báðar 29 ára gomlu italsku kvinnurnar vóru farnar til Irak at arbeiða fyri ein italskan hjálparfel- agsskap. Tann 7. september vórðu tær burturfluttar í Bagdad, og gjáranáttina kunngjørdi ein islamistisk heimasíða, at burturflytar- arnir høvdu tikið tær av døgum. Tað var felagsskapurin Jihad, sum burturflutti tær báðar kvinnurnar. Felags- skapurin kravdi, at Italia skuldi taka sínar hermenn úr Irak, men stjórnin hjá Silvio Berlusconi, forsætis- ráðharra segði nei. Svarið úr Irak kom gjáranáttina: – Vit í tí irakska Jihad boða við hesum frá, at dómur Guðs er fullførdur, og at teir báðir italsku fang- arnir eru avrættaðir, tí at it- alska stjórnin sýtti fyri at gera eftir kravi okkara. Samstundis ávara vit Italia um, at vit fara at halda fram við álopum okkara, og at eingin útlendingur í Irak fær frið, stóð í kunngerðini á heimasíðuni. Italsku myndugleikarnir søgdu í gjár, at tað var vón- leyst at fáa váttan fyri, um kunngerðin var sonn ella ikki. Reuters skrivar, at tað hevur fleiri ferðir fyrr víst seg at vera trupult at fáa vissu fyri, at fólk veruliga eru avrættað, men at slíkar kunngerðir vanliga hava víst seg at vera rættar. Fyrr í vikuni hava iraksk- ir burturflytarar avrættað tveir amerikanarar, og teir hava hótt við at avrætta bretan Kenneth Bigley, sum bleiv burturfluttur saman við teimum báðum amerik- anarunum. Skyldfólk hjá Bigley hava biðið bretsku stjórnina fáa gíslan leysan, men Jack Straw, uttanríkis- ráðharri, segði í gjár, at stjórnin fer ikki at tingast við yvirgangsmenn. Avrættaðar Byggi- nevnd til nýggjan stovn Á býráðsfundinum týs- kvøldið samtykti Klaks- víkar býráð at seta eina bygginevnd at koma við ítøkiligum ætlanum um at byggja nýggjan ans- ingarstovn. Kommunan hevur tvey møgulig øki at velja í. Annað hvørt verður tað stykkið, sum kommun- an eigur niðan fyri vegin undir Hálsi. Ella møgu- liga eitt øki frá nýggju útstykkingini undir Grashjalla. Tað veldst um, hvat øki verður fyrst tøkt. Einaferð var talan um at nýta eini sethús á Grønabóli til ansingar- stovn, men sum skilst er hendan ætlanin nú enda- liga slept. - sae – Nýggjan líkvogn Klaksvíkar býráð sam- tykti eisini á seinasta býráðsfundi at játta 480.000 krónur til ein nýggjan líkvogn. Kommunan eigur ann- ars tveir. Men tann eini er 5 ár, meðan hin er 17 ára gamal. Tað er sostatt hesin seinni, sum treing- ir til at skiftast út. Víst hevur verið á, at lík- vognurin í Klaksvík skal klára brekkuna niðan úr kapellinum, sum setur nøkur høg krøv til mot- orin. Líkvognarnir í Klaks- vík verða ikki bert nýttir í Klaksvík. Teir verða ofta leigaðir út til eitt nú Eysturoynna. - sae – Longt freistina Á býráðsfundinum varð ein umsókn frá Klaks- víkar Badmintonfelag viðgjørd. Umsóknin var um at leingja freistina hjá teimum til at seta málið, um at lata eina nýggja badmintonhøll byggja, í verk. Samtykt varð at ganga umsóknini á møti, og hevur badmintonfelagið sostatt fingið útsett freistina til 31. desem- ber. Upprunaliga skuldi alt verða klárt tann 1. september. - sae - Komandi vikuskifti skipar Klaksvíkar kommuna fyri einari umhvørvisráðstevnu. Á skránni verða fyri- lestrar av ymsum slagi, og er hetta, sam- bært Rana Nolsøe ein roynd liður í at skapa trivnað í býnum RÁÐSTEVNA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Leygardagin verður ljós- kastarin settur á umhvørvið í Klaksvík. Kommunan skipar fyri einari ráðstevnu, har mangt og hvat verður á skránni. Rani Nolsøe, sum er for- maður í Heilsunevndini, sigur, at endamálið við ráð- stevnuni er at fáa ljós sett á nøkur viðuskifti, sum fara at hava stóran týdning, tá undirsjóvartunnilin letur upp um tvey ár. – Klaksvík kemur skjótt til eitt vegamót, og skulu vit skapa vøkstur, so mugu og skulu vit arbeiða við nøkrum møguleikum, sum gera, at vøksturin kann bera til, sigur hann. Rani vísir eisini á, at tað verður tosað nógv um bú- skaparligan vøkstur, men tað heldur hann nyttar lítið, um ikki javnvág er í honum og vísir til týdningin av trivnaðinum í einum býi. Fyrilestrar Ráðstevnan býður upp á fleiri fyrilestrar. Millum annað kemur høvuðsarki- tekturin, sum var við til bæði at gera upprunaupp- skotið um miðbýarætlanina fyri Klaksvík og síðani seinni at endurskoða sama uppskot, at greiða frá hesi stóru ætlan. Eisini koma umboð frá Grong kommunu í Noreg at greiða frá, hvussu tey hava arbeitt við teirra miðbýar- ætlan. Herundir serliga ar- beiðshátt og hvussu tey bóru seg at vit at fáa fígg- ing og politiska undirtøku fyri ætlanini. Umboð frá donsku fyri- tøkuni Nyvig, sum hevur gjørt vegætlanina hjá Klaksvíkar kommunu fyri býin. – Tann ætlanin verður løgd fram á ráðstevnuni, og viðkomandi kemur at greiða frá, hvussu týdningarmikið tað er at hava eina vegætlan serliga tá hugsað verður um øktu ferðsluna aftaná, at tunnilin hevur latið upp, sigur Rani Nolsøe. Kári Purkhús, lívfrøðing- ur, fer somuleiðis at hava eitt upplegg á ráðstevnuni, har hann fer at tosa um týdningin av at varpa ljós á umhvørvið. Rani Nolsøe, formaður í Heilsunevndini, heldur, at við at seta fokus á um- hvørvið og seta nakrar ætl- anir út í kortið, fara møgu- leikarnir fyri búskaparlig- um vøkstri at økjast mun- andi. Umhvørvisráðstevnan verður leygardagin í skúl- anum við Ósánna. Hon byrjar klokkan 13. Aftaná eina langa pro- sess er ein um- og út- bygging av skúlanum við Ósánna í Klaksvík fyri umleið 34 milli- ónir endiliga samtykt. Sitandi býráð hevur játtað og játtar so mikið av pengum at væl og virðiliga kann farast í gongd, og eftir ætlan verður arbeiði gjørt út í eitt UMBYGGING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Í eitt longri tíðarskeið hevur skúlin á Ziskatrøð verið undir umfatandi umvæling- um. Hetta arbeiðið er við at koma upp undir land nú, og eftir stendur skúlin í góðum standi. Næmingarnir hava fingið framúr umstøður, og øll fegnast um, at skúlin, sum einaferð stóð sum eitt skrímsl, nú er flottur og hevur fínar umstøður. Nú letur til, at skúlin við Ósánna verður næst. Í øllum førum varð ein verkætlan samtykt á býráðsfundi týs- kvøldið, sum fer at hava um- fatandi broytingar við sær. Uppskotið um út- og umbygging av skúlanum er gjørt í samráð við starvsfólk og lærarar í skúlanum. Tað vil siga, at bygginevndin fór inn í skúlan at tosa við starvsfólkini og lærararnar og bóðu tey lýsa tørvin. Út- frá tí, sum tey søgdu, varð so uppskotið gjørt. Og týs- kvøldið varð tað so einmælt samtykt á býráðsfundi. Fakrúm Fyribilsuppskotið, sum Klaksvíkar býráð samtykti, gongur út uppá, at verandi skúli verður um- og út- bygdur. Tað vil siga, at tá ar- beiðið er liðugt, verður skúlin ein fultútbygdur tvey- sporaður skúli við plássi fyri 20 flokkum, sum kunnu verða í skúla samstundis. Tað er ikki galdandi í dag, tí næmingarnir í fyrsta flokki ganga bert í skúla seinnapartar og í øðrum flokki fyrrrapartar. Hesir flokkar deilast sostatt um heimastovurnar. Í verkætlanini eru sjálv- sagt fleiri stovur. Skúlin verður uppbygdur soleiðis, at øki verða til tær ymsu deildirnar. Tað vil siga eitt øki til barnaskúla, eitt til miðdeildina og eitt til fram- haldsdeildina. Fakhøli verða gjørd í kjallaranum av ný- bygninginum, sum verður vestureftir, har lærugreinar- nar undir Handaverk og List fara at halda til. Ósáskúlin hevur í dag bert eina alisfrøðisstovu. Annars onga aðra serstovu. Verkstaður verður til húsavørðin, bólkarúm verða, sum kunnu nýtast til bólka- arbeiði av ymsum slagi. Ein stór tónleikastova verður somuleiðis gjørd, sum gongur út til auluna. Tekningarnar, sum Fuglø Arkitektar hava lagt eftir seg, síggja sera spennandi út. Og ongin ivi er um, at skúlin við Ósánna verður nýmótans, tá hetta stendur liðugt. Endiliga samtykt Formaðurin í mentanar- nevndini í Klaksvíkar bý- ráð, Jórun Høgnesen, sigur, at hetta er fyrstu ferð, at eitt uppskot um út- og umbygg- ing av skúlanum við Ósánna er samtykt. Hóast hetta eru triðju ferð, at eitt uppskot liggur á borðinum. – Nú verður arbeitt í full- ari ferð, og tað næsta stigið er at bjóða arbeiðið út, greiðir hon frá. Ætlanin er, at næmingarnir skulu ganga í skúla allatíðina, meðan arbeiðið fer fram. Nær arbeiðið byrjar er ikki vist, men Jórun leggur dent á, at nú tað endiliga er komið so langt, so verður tað ikki steðgað. Tørvurin á útbygging av Ósáskúlanum er langt síðani staðfestur. Nú er so ein verkætlan upp á 34 milliónir samtykt. So verður spenn- andi at síggja, hvussu skjótt arbeiðið kann gerast. Klaksvík á umhvørviskortið Um- og útbygging av Ósáskúlanum samtykt Rani Nolsøe, formaður í Heilsunevndini í Klaksvíkar býráð, sigur, at hugskotið við einari umhvørvisráðstevnu í Klaksvík ikki er nýtt Savnsmynd Soleiðis fer partur av skúlanum við Ósánna møguliga at síggja út, tá út- og umbyggingararbeiðið er liðugt. Nýmótans innrætningur, har fakrúm og bólkarúm verða tøk Tekning: Klaksvíkar kommuna C M Y K 3 2