fríggjadagur 24. september 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 182 - 24. september 2004
Nr. 182 - 24. september 2004
5
Broytt skrá og
nýggjar sendingar
Mánadagin fer Út-
varpið at seta í verk
tær síðstu broyting-
arnar í sambandi
við, at vetrarhálvan
hjá ÚF byrjar
VETRARSKRÁIN HJÁ
ÚTVARPINUM
Tíðindaskriv
Tá
verður
senditíðin
longd, og í vetur fer ÚF at
senda til kl. 23.00 á
kvøldi frá mánadegi til
fríggjadag. Leygarkvøld
verður sent til kl. 01.00,
og sunnukvøld fer út-
varpið at gevast kl. 21.00.
Nú verða fleiri av teim-
um góðu, gomlu vetrar-
sendingunum aftur at
hoyra,
sum
eitt
nú
Heimabeiti, Viðurgerði,
Tilvera, Fólk og Frítíð,
Crescendo, Zip og Nón.
Barnaútvarpið byrjaði
sína vetrarskrá fyri trim-
um viku síðani, og eins og
undanfarna vetur verður
barnaútvarpið sent aftur
klokkan 18.00.
Nógv nýtt á skránni
Nógv nýtt verður eisini á
skránni í vetur. Hvørt
mánakvøld kl. 19.00 verð-
ur ein mentanarsending,
sum fer at viðgera tað, sum
í breiðum týdningi rørist í
føroyskum mentanarlívi.
Høgni Djurhuus og Leif
Láadal fara at skipa fyri.
Útvarpið fer at seta eina
bygdarsending aftur at á
skránna. Reportasjurnar
hjá Studio Pegasus og
Suðurrás verða aftur á
skránni, og harumframt
verður farið undir eina
reportasju úr Eysturoynni.
Hesar sendingarnar verða
at hoyra klokkan 17.05
mánadag, týsdag og hós-
dag.
Mikudag verður orða-
skifti á skránni. Vikuskift-
issendingin verða víðkað
til tveir tímar fríggjadag
seinnapart. Tað verða teir
báðir Kári Sólstein og
Suni Merkistein, sum fara
at taka sær av henni.
Leygarkvøld
verður
spurnarkappingin
aftur
fastur táttur á skránni, og
hon verður send hvørt
leygarkvøld fyrru helvt av
vetrinum.
Útvarpið hevur avgjørt
at umskipa kvøldskránna
soleiðis,
at
tímarnir
millum klokkan 20.00 og
23.00 eru skipaðir í eina
flatu, har litið verður aftur
á útvarpsdagin saman við
góðum tónleiki. Klokkan
22.00 verður sendingin
Nón frá seinnapartinum
aftur at hoyra.
Hetta eru bert nakrir
fáir av teimum mongu
tættunum, sum útvarpið
fer at bjóða lurtarunum í
vetur. Hvørja viku verður
sent í 110 tímar, og út-
varpsmanningin
vónar
við hesi vetrarskránni at
kunna bjóða lurtarunum
eina fjølbroytta, góða og
undirhaldandi
útvarps-
skrá.
LIST
Tíðindaskriv
Statens Museum for Kunst
hevur ognað sær oljumál-
ing av Ingálvi av Reyni.
Málningurin er 250 x 380
cm og ber danska heitið
"Vildbrænding, hærgende
storm".
Fyri Ingálv av Reyni er
hetta ein stórur heiður og
viðurkenning og eisini
fyri føroyska list sum
heild.
Ingálvur á Statens
Museum
Hesin málningur skal nú hanga hjá Statens Museum for
Kunst
Nýggj vitan um toskin:
Úr Vágahavinum og út á
Suðuroyarbanka
Tann 21. sept. 2004 lat
Columbus eitt fiska-
merki inn, sum var
nummar 4723. Col-
umbus hevði fingið
tann merkta toskin á
Suðuroyarbankanum
(Mynd 1) dagin fyri.
Hetta var ein sera
áhugaverdur toskur,
tí tað er sera sjáld-
samt at fáa merktan
tosk á Suðuroyar-
bankanum
MERKING AV TOSKI
Petur Steingrund,
Fiskirannsóknarstovan
Toskurin (70 cm langur) var
merktur í Vágahavinum
20/3-2004 (síðst í gýtingini)
við
einum
sokallaðum
goymslumerki, sum skrá-
setir temperatur og dýpi
fleiri ferðir um dagin. Út frá
dýpinum ber til at meta um,
hvussu toskurin hevur ferð-
ast eftir landgrunninum.
Mynd 1 og 2 vísa ferð-
ingina frá Vágahavinum til
Suðuroyarbankan. Longu
11/4 var toskurin komin
suður á Munkagrunnin
(ferðast 50 fjórðingar).
Ferðin hevur tá ligið um
góðar 2 fjórðingar um dag-
in. Síðan fór hann norður-
eftir og 15/4 var hann kom-
in áraka Suðuroyarbanka.
Ferðin hevur tá verið um-
leið 5 fjórðingar um dagin
(20 fjórðingar í 4 dagar).
Hann setti síðan ferðina
upp á umleið 8 fjórðingar
um dagin og var longu 17/4
komin yvir um dýpið og
upp á sjálvan Suðuroyar-
bankan (12 fjórðingar í 1,5
dagar). Restina av tíðini var
hann støðufastur á Suður-
oyarbankanum. Hann fór
ongantíð upp í sjógvin at
sveima, men helt seg trú-
liga niðri við botnin alla
tíðina. Tað skal tó við-
merkjast, at beint eftir
merking fer toskur ofta upp
í sjógvin at sveima um nátt-
ina, men tað heldur uppat
eftir 1-2 vikum.
Tað tykist ikki vera nakar
"slingur í valsinum": Tosk-
urin stevndi miðvíst móti
Suðuroyarbankanum, eftir
at gýtingin var liðug. Tað
sær út til, at toskurin kendi
væl vegin hagar, tí tað eru
eingi frávik frá leiðini
(ongantíð
vilstur).
Vit
síggja eisini, at hann ikki
fór stytstu leið gjøgnum
Suðuroyarfjørð
(millum
Suðuroynna og Sandoynna)
og út á Suðuroyarbankan.
Toskurin helt seg heldur til
umleið sama dýpi meðan
hann ferðaðist, sjálvt um
tað var ein longri leið.
Tá toskurin var komin
upp á pláss, kendi hann seg
heima har, tí hann fór ongar
staðir. Toskur er eins og
seyður, sum gjarna heldur
seg til sama hagan. Vit
kunnu siga, at hesin toskur-
in hevði heimstað á Suður-
oyarbanka og tað er sera
sannlíkt, at hann eisini helt
til har, áðrenn hann fór ta
longu leið í Vágahavið at
gýta. At toskur er støðufast-
ur, hava merkingarroyndir-
nar við Føroyar týðiliga víst.
Finningarlønin fyri hend-
an toskin var 300 kr + kilo-
prís. Aftur at hesum lut-
tekur hann í dráttinum um
10000 kr, sum verður í
oktober. Seinasta freist at
lata merkir inn er 27 sep-
tember.
Postverkið gevur í hesum
døgum røð av nýggjum frí-
merkjum út.
Tað eru tvey motivir, sum
eru í fokus í hesum. Tær
báðar kirkjurnar á Tvøroyri
og í Vági mynda hvør sítt
frímerki. Tað er J. P.
Gregoriussen, sum hevur
sniðgivið merkini. Og síð-
ani er ein røð við átta frí-
merkjum ognað skaldinum,
Janusi Djurhuus og yrk-
ingum hansara. Myndirnar
á hesum hevur Anker Eli
Petersen gjørt.
Fleiri nýggj frímerki
Mynd 1 sýnir, hvar toskurin hevur ferðast
Mynd 2 sýnir dýpið, sum toskurin hevur ferðast á
Kirkjurnar í Vági og á Tvøroyri eru á
hvør sínum merki
Anker Eli Petersen
hevur teknað
frímerkjarøð við
yrkingunum hjá
Janusi Djurhuus sum
tema
Levi Niclasen, borgar-
stjóri í Hvalba sein-
astu árini, er fúsur at
taka eitt tørn afturat
BYGDARÁÐSVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Levi Niclasen, borgarstjóri
í Hvalba, hevur ikki fingið
nóg mikið av kommunal-
politikk enn.
Hann sigur, at hann ætlar
at stilla uppaftur, nú komm-
unuval verður í november.
Levi Niclasen sat eitt skifti
í bygdaráðnum í sjeytiár-
unum sum varamaður, men
í 1992 varð hann beinleiðis
valdur. Og hann kom beint í
eldin, tí hann gjørdust
borgarstjóri beinanvegin.
Eftir valið í 1996 gjørd-
ust Jens Norðberg borgar-
stjóri, men hann sat bara
nakrar mánaðir, so doyði
hann brádliga og tá gjørd-
ust Levi Niclsen aftur borg-
meistari. Og tað hevur hann
verið síðani.
Sostatt hevur hann verið
borgarstjóri í 11 ár tilsam-
ans.
Tey seinastu valini hevur
Levi Niclasen verið burt-
urúr fyrst valdi bygdaráðs-
limur í Hvalba.
Eydnaðist at fáa vágbingar
av húsum
– Ommur, abbar, for-
eldur, børn og barna-
vognar, og ein hund-
ur, vóru við í fyrstu
fólkaheilsurenningini
í Vági
HEILSURENNING
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Sigast kann ikki annað enn
at fyrsta fólkaheilsurenn-
ingin í Vági í vetur, fekk
stak góða undirtøku.
Eini 55 fólk vóru farin av
húsum og tað er rættiliga
nógv, tá ið hugsað verður
um fólkatalið.
Í fólkaheilsurenningini í
Havn vóru útvið 600 fólk,
so eftir fólkatalinum var
undirtøkan í Vági væl betri.
Nú skal eisini sigast, at
veðrið var av tí besta og tað
hevur helst ikki minkað um
áhugan.
Og tað var ein fjølbroytt
fjøld sum legði frá landi á
Kunningarstovuni í Vági
klokkan 19 mikukvøldið og
helt vestur ígjøgnum bygd-
ina.
Har vóru ommur og abb-
ar, foreldrur við børnum og
barnavognum ungfólk og
enntá ein hundur, var eisini
við.
Tey flestu gingu, onkur
rann og nøkur súkklaðu.
Tað var týðiligt, at fólk
hugnaðu sær óført. Har
vóru nógv fólk, sum kanska
ikki hitttast so oftaog tey
nýttu høvi til at fáa eitt prát
Tey gingu vestur ígjøgnum
bygdina, tvørturum sandin,
niðan til varda verkstaðin
og síðani vestur eftir vegn-
um, framvið Vatninum og
vestur á Eiði og so heim-
aftur.
Undan túrinum, greiddi
Sirið Stenberg, heilsufrøð-
ingur heilt stutt frá, hvussu
umráðandi tað er at røra
seg.
Hon visti at siga, tann,
sum rørir seg hvønn dag,
kann vænta at fáa 10 góð ár
eyka í lívinum. Umframt at
liva betri, eru tey seinastu
árini hjá teinum, sum røra
seg, eisini merkt av, at tey
liva nógv betri tey seinastu
árini enn tey óvirknu gera.
Og tað skal ikki øll verðin
til. Einar 20 minuttir um
dagin av likamsrørslu er
nóg mikið.
Somuleiðis nevndi hon,
hvussu umráðandi tað er at
eta nógv grønt, at halda seg
frá tubakki og at vera varin
við sterkum løgi.
Hetta slagið av fólka-
heilsirenning, er eitt tiltak,
sum Kunningarstovan í
Vági fer at skipa fyri hvørja
viku fram til jóla.
Endamálið er at ger
likamliga rørslu til ein fast-
an tátt í gerandisdegnum.
Hvørt mikukvøld klokk-
an sjey verður sostatt skipa
fyri útferð av Kunningar-
stovuni í Vági, har fólk
kunnu ganga, renna ella
súkkla, hvat ið nú teimum
dámar best. Tað verður bara
farið innanbíggja í Vági, so
tað skal nógv til, áðrenn
túrurin verður avlýstur fyri
veður.
Men hvønn leygardag
klokkan 14, verða grinda-
bátarnir flotaðir og tá fer at
bera til hjá ungum sum
gomlum,
konufólki
og
mannfólki, at royna seg við
ár í hendi. Men tá verða
veður og vindur avgerðandi
fyri, um farið verður, hvag-
ar farið verður og hvussu
langur túrurin verður.
Á
Johannustevnuni
í
Vàgi leygadagin verða teir
flotaðir fyrstu ferð.
Harafturat verður skipað
fyri longri gongutúri eftir
varðagøtunum eina ferð um
mánaðin.Alt hetta veðrur
lýst seinni.
Tað er ókeypis hjá fólki
at vera við í hesum fólka-
heilsutiltakinum í Vági.
Suðurrás
aftur í
luftina
Suðuroy: Í vetur fer Út-
varp Føroya aftur at hava
eina fasta sending úr Suð-
uroy einaferð um vikuna.
Tað er sendingin, Viður-
gerði, sum verður á
skránni hjá útvarpinum
hvønn mánadag.
Sendingin verður gjørd á
Suðurrás, sum er út-
varpsstøðin í Suðuroy,
men tað er útvarpið sum
sendir sendingina.
Seinasta vetur var Viður-
gerði fastur táttur í vetr-
arskránni hjá útvarpinum
og tað verður tað sostatt
aftur í vetur.
Sendingin í vetur verður
eftir nøkunlunda sama
leisti sum í fjørð, tvs. at
har verður prát um ymisk
viðurskifti, sum eru uppi í
Suðuroy, tónleikur o. a.
Í fyrstu sendingini fara
tey helst at gera nakað
burturúr Johannustevnuni,
sum verður hetta viku-
skifti og tey fara eisini at
ringja til onkran at práta
um ymisk viðurskifti.
-àki-
Porkenning
ar fáa
gøtunøvn
Porkeri: Nú er ætlanin at
allir vegir og allar gøtur í
Porkeri skulu fáa nøvn.
Bygdaráðið setti herfyri
eina nevnd at gera uppskot
til gøtunøvn í Porkeri.
Nevndin hevur síðani
gjørt uppskot til, hvussu
vegir og gøtur skulu
nevnast og á bygdaráðs-
fundi mikukvøldið sam-
tykti bygdarráðið upp-
skotini.
Men samtyktin er ikki
endalig, tí uppskotini
skulu nú sendast í hvørt
hús í Porkeri so at eisini
vanligi borgarin sleppur
at siga sína hugsan.
Fólk fáa sostatt høvi til
at senda bygdarráðnum,
hvat tey halda um nøvnini
og um tey halda, at okk-
urt skuldi verið nevnt
øðrvísi.
Tá ið viðmerkingarnar
frá porkenningum eru
innkomnar og viðgjørdar,
fer Bygdarráðið endaliga
at samtykkja, hvussu gøt-
ur og vegir í Porkeri skulu
nevnast.
Nøkur av nøvnunum,
sum gøtunavnanevndin
hevur skotið upp at brúka
í Porkeri, eru Mýrdals-
vegur, Gjáarvegur, Klova-
vegur,
Skiparavegur,
Bakkavegur, Deildarveg-
ur, Brekkuvegur og Nøk-
ursvegur,
Heygavegur,
Hólabrekkan, Mattasar-
vegur og Fløttavegur.
-áki-
Bjóðar seg fram
einaferð afturat
Eini 55 fólk vóru við til fyrsta túrin í fólkaheilsuverkætlanini í Vági. Her eru tey vesturin á dráttinum á Eiðinum
C
M
Y
K
5
4