Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 182 - 24. september 2004 Nr. 182 - 24. september 2004 7 Sparingarnar einki við blokkin at gera Fyrrverandi fíggjar- málaráðharrin, Kar- sten Hansen, heldur, at niðurskurðurin í blokkískoytinum, sum undanfarna samgonga fekk í lag, einki hevur at gera við tær sparingar, sum nú verða gjørdar innan tað almenna ANDSTØÐAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nú tað verður spart innan tað almenna, eru tað nógv, sum halda, at hevði undan- farna samgonga ikki valt at skerja blokkin, varð sloppið undan teimum sparingum, sum nú verða gjørdar. Hes- um er fyrrverandi fíggjar- málaráðharrin, Karsten Hansen, tó ikki samdur í, og hann heldur fram- ferðarháttin hjá núverandi samgongu verða alt annað enn virðiligan. Ódámligur framferðarháttur Karsten Hansen sigur, at hann heldur tað verða sera óheppið, at landsstýrið al- ment meldar út, at skerj- ingar verða gjørdar innan tað almenna, og at 10 pro- sent skulu sparast, áðrenn man hevur tosað við teir bólkar, ið verða raktir av hesum skerjingum. – Slíkar útmeldingar gera fólk ótrygg. Vit brúktu nógva tíð og orku uppá ikki at koma við útmeldingum, sum ikki vóru væl fyrireik- aðar og gjølla umhugsaðar. Útmeldingarnar hjá hes- um landsstýrinum gera, at eingin veit hvør skal sigast upp. Tískil ganga fólk bara og bíða eftir degnum, har ein og ein verður róptur inn at fáa deyðadómin, og tað er als ikki virðiligt, sigur Karsten Hansen. – Vit ætlaðu ongantíð at fara út við slíkum fyribils- loysnum og sagt 20 fólkum upp her og 10 har. Heldur vildu vit gjørt tingini virðiligt við at fyrireika tað, og síðani boða frá, at nú bleiv tað og tað økið rati- onaliserað, og tí var til dømis neyðugt at siga fýra fólkum úr starvi, sigur fyrr- verandi landsstýrismað- urin. – Tann rætti mátin hevði verið at farið fram, soleiðis sum vit gjørdu tað í sam- bandi við toll-automatiser- ingina. Vit gjørdu eina ætl- an við stigvísum rationali- seringum, og tað kostaði tvey árverk fyrsta árið, fýra í fjør og fimm í ár. Tær rationaliseringarnar gjørdu vit, og teir heysta sparing- arnar, sigur Karsten Hansen. Ætlaði at endurskoða miðfyrisitingina Fyrrverandi fíggjarmála- ráðharrin greiðir frá, at frá fyrsta deg hann kom í landsstýrið, arbeiddi hann av øllum alvi fyri at fáa pengar til at seta ein bólk, sum kundi fara runt í allari skipanini og endurskoða hana. – Teir pengarnar, sum eg bað um, fekk eg ikki fyrr enn tað síðsta árið, so tað kom ongantíð av álvara í gongd. Ætlanin var, at tvey fólk skuldu gjøgnumganga alla miðfyrisitingina og koma við uppskotum til rationalisering. Ætlanin var millum annað, at tað eisini skuldu verða eygu uttaní- frá, sum komu inn og hugdu at skipanini, sigur Karsten Hansen. Somuleiðis sigur fyrr- verandi landsstýrismaður- in, at tá ið tjóðveldisflokk- urin kom í samgongu í 1998, fekk flokkurin skriv- að í samgonguskjalið, at miðfyrisitingin skuldi end- urskoðast, tí tað var blivið ov kassaskipað, og hvør gekk og passaði sítt egna kongaríki, sum Karsten Hansen málber seg. – Vit ætlaðu at hava tað meiri tvørgangandi, men tað var nógv mótistøða móti tí í samgonguni, og løgmaður vildi ikki gjøgnumføra tað. Fíggjarmálastýrið gjørdi eina ætlan, men vit fingu skrivliga at vita frá løg- manni, at vit skuldu halda fingrarnar burtur, sigur Karsten Hansen. Harafturat vísir hann á, at júst sam- bandsflokkurin, sum nú umsitir fíggjarmál, sat við róðrið, tá ið miðfyrisitingin øktist munandi. Blokkniðurskurðurin einki samband við sparingarnar Karsten Hansen heldur tað verða burturvið at siga, at tað er blokkískoyti, sum hevur gjørt, at vit hava havt eitt høgt alment tænastu- støði í landinum. – At vit skóru blokkin hevur einki við lækkandi alment tæn- astustøði at gera. Hyggur tú eftir tænastustøðinum í 80'- unum og miðskeiðis í níti- árunum, so er tað ikki á hædd við í dag. Tá var alt tænastustøðið skorið burt- ur. Blokkurin hevur bara gjørt, at vit føroyingar altíð hava handlað ábyrgdar- leyst, sigur Karsten Han- sen. Fyrrverandi fíggjarmála- ráðharrin heldur ikki, at tíð- irnar í Føroyum eru so ringar, sum nógv vilja gera tær til. – Tíðirnar eru ikki tær somu sum í 2001, men tíðirnar eru ikki ringar, sigur Karsten Hansen og leggur afturat, at arbeiðs- loysið í dag er ikki størri enn tað var í 2001. Javnaðarflokkurin vildi hækka fíggjarlógina Somuleiðis sigur Karsten Hansen, at tá ið Tjóðveldis- flokkurin sat í landsstýrin- um, var nógv gjørt fyri at styrkja fíggjarstøðu lands- kassans. – Vit valdu at kon- solidera landskassan í góðu tíðunum, og tí gerast tíðir- nar ikki so ringar, sum tær til dømis vóru í kreppuni í 90'unum. Javnaðarflokk- urin brúkti øgiliga nógva orku upp á at fáa okkum at hækka fíggjarlógina við einari hálvari milliard, tí teir hildu, at vit brúktu ov lítið. Vit søgdu tó nei, tí tíð- irnar fóru ikki at standa við, greiðir Karsten Hansen frá. Lønarhækkanir kosta ikki tí almenna nógv Tað hevur fleiri ferðir verið nevnt, at almennu lønar- hækkanirnar kosta lands- kassanum nógv, men hes- um er Karsten Hansen ikki samdur í. – Hækkandi lønir kosta ikki tí almenna nógv, tí veksa almennu lønirnar, veksa allar aðrar lønir í samfelagnum tilsvarandi. Hetta merkir eina økta skattainntøku av øllum lønarbólkum, og tí verða tað ikki færri pengar í landskassanum av tí at byrja við, sigur hann. Karsten Hansen sigur eisini, at tað sær út sum um, at landsstýrið ætlar sær at skerja tað meira útbúna fólkið burtur. – Tað tykist sum um, at jú meiri útbúgv- ing tú hevur, jú størri er vandin fyri at blíva upp- sagdur. Tað dugi eg ikki at skija, tí man hevur brúkt nógva orku uppá at fáa fólk meiri útbúgvið og harvið eitt betri virkandi samfelag, sigur hann og leggur aftur- at, at hann væntar, at tað fer at kosta í hinum endanum. Brotið varð mikunátt- ina inn á posthúsið á Eiði, og pengaskápið var stolið. Løgreglan handtók tveir mans seinnapartin miku- dagin, og annar við- gekk at hava framt innbrotið POSTRÁN Edvard Joensen Innbrot var á posthúsinum á Eiði mikunáttina. Tjóvar fóru avstað við pengaskáp- inum. Einar 20.000,- krón- ur í kontantum umframt frímerki og telefonkort fyri einar 55.000,- krónur vóru í skápinum, sigur leiðarin á kriminaldeildini hjá løgregluni. Tveir mans eru handtiknir í samband við innbrotið. Brotið varð inn gjøgnum eitt vindeyga á post- húsinum, greiddi Bergur í Garði, postverksstjóri frá, seinnapartin mikudagin. Síðan varð pengaskápið tikið á ein sekkjavogn og rullað út gjøgnum høvuðs- dyrnar, og síðan flutt burtur. Hildið varð tá, at tað var við bili. Men Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, sigur, at okk- urt bendir á, at tjóvarnir hava verið frekari enn so. At teir stutt og greitt hava trillað pengaskápið á hesum vogninum til eini hús á Eiði, har teir handtiknu menninir búgva. Síðan hava teir tømt tað og beint tað burtur aftur við bili, sigur hann. Fyri løgregluni hava handtiknu menninir upplýst, at teir hava tveitt tað á sjógv nærindis Funningi. Løg- reglan skuldi leita á staðn- um seinnapatin hósdagin. Menninir, sum handtiknir eru, eru 28 og 30 ára gamlir, og kenningar hjá løgregluni, sigur Bergleif Brimvík. Serliga annara er sera góður kenningur, legg- ur hann afturat. Tá teir vóru handtiknir í Havn mikudagin, høvdu báðir hash uppi á sær, og tá húsa- rannsókn varð gjørd heima hjá teimum, varð eisini funnið hash, sigur Bergleif Brimvík. Hann greiðir frá at løg- reglan beinanveg, farið var at kanna húsini, fann sekkjavognin hjá Postvek- inum, sum brúktur hevði verið at flyta pengaskápið við. Umframt er tað mesta av tí, sum var í pengaskáp- inum, eisini komið til høldar, sum hann tekur til. Tann eldri maðurin hevr viðgingið at hava framt innbrotið, og hin at hava verið við til at beina pengaskápið burtur. Rændu pengaskáp á posthúsinum Posthúsið á Eiði var stongt mikudagin vegna innbrot Mynd: Sofus D. Johannesen Fyrrverandi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Karsten Hansen, vísir aftur, at nakað samband er millum blokkniðurskurðin og almennu sparingarnar Savnsmynd Javnaðarfólk kunnast um ES Formaðurin í donsku ES-nevndini á Fólka- tingi, Claus Larsen Jensen, verður gesta- røðari á landsstevn- uni hjá Javnaðar- flokkinum um viku- skiftið. Javnaðarfólk fara eisini at skifta orð um vend er kom- in í á politiska pallin- um, síðan ABC-sam- gongan undir Javnað- arfloksins leiðslu tók við í februar mánaði LANDSFUNDUR Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – ES hevur staðið fyri um- fatandi broytingum sein- astu árini, og fólk eru tí for- vitin um at fáa meira at vita um felagsskapin. Katrin Dahl er virkandi skrivari í Javnaðarflokkin- um, og hon er við í fyrireik- ingunum av landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið. Javnaðarflokk- urin hevur boðið formann- inum í donsku ES-nevndini á Fólkatingið, Claus Larsen Jensen, at røða um ES. – Javnaðarflokkurin hev- ur søguliga verið ímóti limaskapi í ES, men okkara limir eru áhugaðir at fáa vita fyrimunirnar og vans- arnar við ES-limaskapi, og við hollu vitanin hjá Claus Larsen Jensen um ES, vóna vit at fáa nógv burturúr, sigur Katrin Dahl Claus Larsen Jensen er í dag fyri ES-limaskapi, men fólkatingslimurin hjá Danska Javnaðarflokkinum hevur einaferð í tíðini verið ímóti. Katrin Dahl væntar tí, at gestarøðarin fer at geva eina fjølbroytta mynd av ES, har fólk veruliga fáa ein mynd av fyrimununum og vansunum við limaskapi í ES Temaorðaskifti Seinnapartin leygardagin skipar Javnaðarflokkurin fyri temaorðaskifti við und- irheitinum "Er vend komin í". Hóskandi leggur for- maðurin í tingbólki Javnað- arfloksins, Kristian Magn- ussen leggur fyri í tema- orðaskiftinum, tí tað var júst hesin, sum undir val- stríðnum átti lagið, "Her skal vend koma í ". Katrin Dahl greiðir frá, at endamálið við orðaskiftin- um er geva løgtingsmonn- um Javnaðarfloksins høvið til at greiða frá fyrstu mán- aðunum í samgongu, og sannføra veljaran um, at verulig vend er komin í, síðan ABC-samgongan tók við valdið í februar mánaði. Forkunnugt undirhald Fyri fyrstu ferð hevur tað eydnast Javnaðarflokkinum at fáa vælumtókta vísu- sangaran, Stanley Samuel- sen, at standa fyri undir- haldinum. Stanley hevur búleikast í Danmark sein- astu mongu árini, og hann er vanliga fastur fúsur at spæla á landsstevnum hjá danska Javnaðarflokkinum og á tiltøkum hjá LO. Stanley Samuelsen og Nis P. fara bæði at spæla fríggjakvøldið og leygar- dagin. Landsstevnan hjá Javn- aðarflokkinum verður í Læraraskúlahøllini fríggja- dagin og leygardagin. Skráin fyri landsstevnu Javnaðarfloksins 2004 Fríggjadagin 24. september 19.00 Landstevnan verður sett og skipað • Undirhald við Stanley Samuelsen og Nis P. • Frágreiðing frá feløgum • Frágreiðing skrivarans • Gestarøðari Claus Larsen Jensen 22.30 Fundur niðurlagdur Leygardagin 25. september 09.00 Fundur uppafturtikin • Undirhald við Stanley Samuelsen og Nis P. • Formansfrágreiðing • Frágreiðing frá landsstýrismanninum Hans Paula Strøm • Aðalorðaskiftið 12.00 Matarsteðgur • Temaorðaskiftið "Er vend komin í ?" Kristian Magnussen leggur fyri • Virkisskráin • Val av starvsnevnd, floksleiðslu og ásetan av limagjaldi • Ymiskt-innkomin uppskot-landsstevnusamtykt 17.00 Fundurin endar FAKTA Landstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm, heldur, at fakfelagsrørslan er trongdskygd, tí hon ikki vil góðtaka eina lóg, sum tryggjar djóraheilsuni í verk- falstíð. Forkvinnan í Føroya Arbeiðara- felag, Ingeborg Vinth- er sigur, at landsstýris- maðurin nýtir djóra- heilsuna sum undan- førslu fyri at skerja verkfalsrættin hjá fakfeløgunum við lóg SKERJA VERKFALSRÆTTIN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Djóraheilsa ella skerjing av verkfalsrættindinum. Hetta er tykist at vera ósemjan millum lands- stýrismannin í vinnumálum og forkvinnuna í Føroya Arbeiðarafelag. Í lesarabrævi í Sosialin- um í dag brigslar forkvinn- an í Føroya Arbeiðarafelag, Ingeborg Vinther, ætlanini hjá landsstýrismanninum um leggja eitt uppskot fyri tingið, sum sambært for- kvinnuni brýtur grund- leggjandi verkfalsrættind- ini hjá fakfelagsrørsluni. Ingeborg Vinther heldur tað vera burturvið, at Bjarni Djurholm ætlar at leggja fram eitt lógarupp- skot, sum ikki gevur fakfel- øgunum á privata arbeiðs- marknaðinum møguleika at lýsa verkfall, sum rakar ali- vinnuna. Hesum vísir Bjarni Djur- holm aftur. – Uppskotið tekur bert fyrilit fyri veterinerum við- urskiftum. Ætlanin er at geva landsslæknanum heimild at hjálpa djórum í verkfalstíð, tá djóraheilsan er hótt. Uppskotið tekur fyrst og fremst djóraheilsu- lig atlit, og er ikki ætlað sum ein skerjing av verk- falsrættindunum, sigur Bjarni Djurholm. Vinnumálaráðið hevur arbeitt við uppskotinum í eitt gott ár. Landsstýris- maðurin vísir á, at uppskot- ið er ikki bert ætlað alifiski, men djórum sum heild. Á tekniborðinum Bjarni Djurholm greiðir frá, at uppskotið hevur ikki verið til umrøðu í lands- stýrinum enn, og tískil ber ikki til at siga um uppskotið verður lagt fyri tingið. Hann vísir á, at Føroyar hava eisini eina skyldu mótvegis útheiminum at fáa skipað viðurskiftini á økinum. – Tað er ábyrgarleyst, at vit ikk hava skipað viður- skifti á økinum. Ímynda tær um útlendingar fingu fræn- ir av, at eitt nú 20 ross lógu deyð í einum fjósi, tí djóra- læknin ikki hevði heimild at fara út, meðan verkfall herjaði landið. Hetta hevði snøgt sagt verið ein van- lukka fyri umdømið hjá okkum uttanlands, heldur Bjarni Djurholm. Landsstýrismaðurin held- ur, at tað er snævurskygt av fakfelagsrørsluni, at hon áhaldandi tvíheldur um, at landsstýrismaðurin tilvitað roynir at skerja verk- falsrættin hjá fakfelags- rørsluni við uppskotinum. – Tað má hava áhugan hjá øllum, at djórini hava tað gott, meðan verkfall er. Uppskotið tekur fyrst og fremst djóraheilsulig atlit, og tí er tað ov trongdskygt av fakfelagsrørsluni, at hon bert sær uppskotinum sum eina skerjing av verkfals- rættindum. Undanførsla Ingeborg Vinther er rúk- andi ósamd við Bjarna Djurholm. Hon heldur lítið um útsagnina hjá landsstýr- ismanninum um, at fak- felagsrørslan er trongdskygd. – Djóraheilsan er bert ein undanførsla frá landsstýris- manninum, so hann kann sleppa at skerja rættindini hjá okkum við lóg. Tað er fullkomiliga óneyðugt við einum lógaruppskoti, sum skal tryggja djóraheilsuna, meðan verkfall herjar. Vit vístu undir seinasta verk- falli, at eru trupulleikar, so forða vit sjálvssagt ikki landslæknanum at gera sítt arbeiði, sigur Ingeborg Vinther. Hon vísir enn einaferð, at ætlanin hjá landsstýris- manninum er eitt greitt brot á demokratisku rættindini hjá fakfelagslimunum. – Hatta er snøgt sagt ein umbering hjá landsstýris- manninum fyri at ganga áhugamálunum hjá ávísum persónum á møti, sigur for- kvinnan í Føroya Arbeið- arafelag. Fakfelagsrørslan er trongdskygd – Tað má hava áhugan hjá øllum, at djórini hava tað gott, meðan verkfall er. Uppskotið tekur fyrst og fremst djóraheilsulig atlit, og tí er tað ov trongdskygt av fakfelagsrørsluni, at hon bert sær uppskotinum sum eina skerjing av verkfals- rættindum, sigur Bjarni Djurholm C M Y K 7 6