Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-24, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 182 - 24. september 2004 Nr. 182 - 24. september 2004 9 Restorff's bryggjarí hevði fyri umleið einum ári síðani eitt tilboð, har til bar at leiga eitt fat- ølsanlegg, eina lítla barr og barrgentur til ymisk tiltøk. Hetta tilboðið datt tó mestsum niður- fyri, tá ið Verts- húsið læt upp, men nú er ætlanin at byrja aftur, hesu- ferð í størri mun enn áður RESTORFF'S Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Stjórarnir á Restorff's Bryggjaríi nevna hesa nýggju skeinkingartæn- astuna fyri Restorff's VIP. – Restorff's VIP tæn- astan er eitt tilboð til fólk, um at lata okkara Restorff's gentur og dreingir standa fyri all- ari skeinking, tá brúd- leyp, veitslur og mót- tøkur eru, greiðir Johan Mortensen frá. Hann sigur, at við í prísinum fyri Restorff's VIP er alt keyp av spiritussi, arrangering av barrini, rudding av gløsum so hvørt og so framvegis. Eisini verður møgu- leiki at spyrja um ráð til hvat slag av víni skal havast afturvið matin- um, hvussu nógv av sterkum skal keypast, hvør vælkomstdrykkur er hóskandi og annað. – Eg haldi, at hetta til- boðið veruliga er nakað, sum manglar her í land- inum. Tað vísir seg nevniliga ofta, at fólk koma í neyð, tá tey skulu skipa fyri eini veitslu, tí tey vita ikki hvussu stórar nøgdir tey skulu keypa, hvørji sløg barrin skal kunna bjóða og so framvegis, sigur Johan. Hetta við at leiga barr- gentur út, er ikki nakað nýtt, hóast tað ikki er serliga vælkent her heima í Føroyum. Tey flestu av teimum størru útlendsku bryggjaríun- um hava tað, tey nevna øl gentur, ið kunnu leigast út til at skeinkja í ymiskum veitslum. Barrfólkið hjá Restorff's hevur longu verið rættiliga nógv úti um seg, bæði til konsert- ir, brúdleyp, polterabend og móttøkur, og tað hev- ur víst seg at verið sera væleydnað. Jóhan sigur seg eisini merkja, at áhugin fyri Restorff's VIP er sera stórur. Ølsmakking Sum nakað nýtt ætla teir eisini at skipa fyri einum ølsmakkingarkvøldi í kjallaranum í Vertshús- inum. – Ja, tað skal vera akkurát sum í útlondun- um, har tú kanst drekka eina størri mongd av øli fyri eina ávísa upphædd, innanfyri eina ávísa tíð, greiðir Johan frá. Hann sigur tað tó vera sera striltið at skipa fyri nøkrum nýggjum í Før- oyum. – Vit hava ikki loyvi at lýsa við nøkrum av tí, vit gera. So tað er ógvu- liga tungt at royna at fáa okkurt nýtt upp at koyra, sigur hann at enda. Sum skilst fer øl- smakkingin av bakka- stokki nú fríggjakvøld- ið. Barr v/ barr- vørum til leigu Flogferðslan í Vágum verður stýrd av radio- signalum og ikki radarsignalum, sum skrivað varð í blað- num fyrr í vikuni, sigur flogvallar- ovastin FLOGFERÐSLA Í blaðnum fyrr í vikuni varð grein um Hotel Vágar, har sagt varð, at teknikkurin á flogvøllinum forðar fyri ætlaðari útbygging av hotellinum. Roynt varð tá at fáa við- merking frá flogvallar- ovastanum, men tað eydn- aðist ikki tá. Seinni hevur Finnbogi Niclasen, flog- vallarovasti, gjørt var við, at talan er ikki um radar- signal, sum skrivað varð, men radiosignal, sum flog- vøllurin brúkar til inn- flúgvingina. Sendar verða radio- bylgjur fyri at fáa eina heilt neyva kós undir fráferð og lending. Finnbogi Niclasen sigur, at flogvøllurin hevur ta nýggjastu útgerðina, sum finst á marknaðinum til endamálið. Útgerðin er tann sama, sum stóru luft- havnirnar aðrastðani eisini brúka, sigur hann. Hotel Vagar varð í síni tið bygt eftir teimum treytum, sum flogferðslumyndug- leikarnir settu bygningum, sum standa so nær flogvøll- inum, og tær treytirnar eru framvegis galdandi í dag, sigur Finnbogi Niclasen. Tískil er tað ikki flogvøll- urin, sum forðar fyi ætlaðu byggingini. Í treytunum er millum annað nevnt um tilfar og hædd á bygning- inum, tí hotellið stendur framman fyri tólið, sum sendir signal yvir Sørvágs- fjørð. ej Radio heldur enn radarsignal - Vit samtyktu á aðalfundi í desember seinasta ár at fara upp í hesa tilgongdina, sum hevði til enda- máls at broyta Fiskamarknaðin Føroya. Skulu vit sum felag taka okkum burtur úr aftur hesum arbeiði, má ein nýggjur fundur samtykkja hetta, sigur Árni Joensen, for- maður í Ráfiska- seljarafelagnum EYKAAÐALFUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á eykaaðalfundi klokkan 10 í morgun fer Ráfiska- seljarafelagið at tosa um støðuna, nú semja ikki er í felagnum um nýggju upp- boðssøluna, sum ætlanin hevur verið at stovnað sam- an við Ráfiskakeyparafe- lagnum og Fiskamarknaði Føroya. Lagt hevur verið upp til, at Fiskamarknaður Føroya skal eiga helvtina av nýggju uppboðssøluni, og Ráfiskakeyparafelagið og Ráfiskaseljarafelagið hina helvtina. Ein minni nevnd hevur vegna partarnar í málinum arbeitt saman við advokati um, hvussu nýggi bygnað- urin skal síggja út, og feløgini hava hvør í sínum lagi kunnað sítt bakland um gongdina so hvørt, sum málið hevur tikið skap. Nú tað leið móti endan- um, og feløgini skuldu kunnað sítt bakland um úrslitið, var ikki semja í Ráfiskaseljarafelagnum um at verða við longur. Virða støðuna Árni Joensen, sum er for- maður í felagnum, hevur ikki hug at fara út í smálutir við, hvat skilti partarnar nú móti endanum. – Eg haldi ikki, at tað hevði verið rætt av mær mótvegis einstøku limafe- løgunum at útgreina tey mál, sum semja ikki er um. Hann sigur, at tá ið Rá- fiskakeyparafelagið hevur ført fram, at Ráfiskaselj- arafelagið er lopið frá eini semju, er hetta ikki rætt. – Tað er rætt, at ráfiska- keyparar og ráfiskaseljarar høvdu eina semju um at fara upp í Fiskamarknaðin, men tað merkir ikki, at samráðingarnar um ymisku viðurskiftini vóru lidnar. Tað var her, vit ikki náddu á mál, nú tað leið móti end- anum, og vit noyðast at virða støðuna hjá limafe- løgunum. Árni sigur, at hóast stígur kom í ætlanina at stovna eina nýggja uppboðssølu saman við nevndu feløgum, stendur Ráfiskaseljarafe- lagið, sum hevur seks lima- feløg, framvegis saman sum felag. Limafeløgini í Ráfiska- seljarafelagnum eru: Felag- ið Trolabátar, Meginfelag Útróðrarmanna, Felagið Línuskip, Felagið Trolskip, Felagið Lemmatrolarar (djúpvatnstrolarar) og Fe- lagið Garnaskip. Nýggj samtykt Árni sigur, at eykaaðal- fundurin í dag verður ikki so ógvuliga formligur. – Men vit fara at viðgera støðuna, soleiðis sum hon er, og væntandi fara vit eisini at atkvøða um hetta málið einaferð aftrat. Hann vísir á, at Ráfiska- seljarafelagið á aðalfundi í desember seinasta ár sam- tykti at fara upp í hesa til- gongdina. – Er støðan hjá felagnum ein onnur í dag, og vit ikki kunnu semjast um at verða við, mugu vit broyta hesa samtyktina, sigur Árni Joensen, sum í gjár ikki dugdi at meta um, hvat úr- slit eykaaðalfundurin í dag kemur til. Ráfiskaseljarafelagið: Eykaaðalfundur um uppboðssølu Í Føroyum fer Ben Bradshaw at kunna seg um, hvussu fiski- skapurin kring Før- oyar er skipaður við eitt nú fiskidøgum heldur enn kvotum VITJAN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgun verður Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, vert- ur við ein hátíðarligan morgunmat í Tinganesi. Gesturin er ikki hvør sum helst. Tað verður nevniliga bretski fiskimálaráðharrin, Ben Bradshaw, sum sessast saman við løgmanni. Eftir morgunmatin og nakað út á fyrrapartin verð- ur farið úr Havn við Brimli til Klaksvíkar. Umborð á Brimli verður fundur mill- um starvsbrøðurnar úr Bretlandi og Føroyum, Ben og Bjørn. Hesin fundur fer í høvuðsheitum at snúgva seg um, hvussu fiskiskap- urin kring Føroyar er skip- aður, eitt nú við fiskidøg- um heldur enn kvotum. Útlendingar hava víst føroysku fiskidagaskip-an- ini stóran áhuga. Hildið verður, at hetta er ein skila- góð skipan, og ikki minst tí er tað spell, at vánalig um- siting er við at eta hana upp – innanífrá. Tá ið Brimil kemur til Klaksvíkar í dag, verður vitjað á Kósini og hjá JFK- Trol, har kunnað verður um virksemið. Heldur ikki í Klaksvík fer Ben Bradshaw at ganga við svangan munn, tí borg- arstjórin, Steinbjørn Jacob- sen, verður vertur við eina máltíð í býráðshøllini. Tá ið bitin er etin, fær bretski fiskimálaráðharrin høvi at hitta umboð fyri føroyska fiskivinnu, og longu klokkan 15.15 verður tíðindafundur, har Ben og Bjørn verða við. Eftir fundin gongur leiðin aftur til Havnar við Brimli, og á ferðini suður fer Bogi Hansen at greiða frá um veðurlagsbroytingar í Norðurhøvum. Í kvøld verður Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vertur fyri einum døgurða í Listaskálanum. Bretski fiskimálaráðharrin vitjar - Tá ið Ráfiskakeyparafelagið førir fram, at Ráfiskaseljara- felagið er lopið frá eini semju, er hetta ikki rætt. Vit høvdu eina semju um at fara upp í Fiskamarknaðin, men tað merkir ikki, at samráðingarnar um øll viðurskifti vóru lidnar, sigur Árni Joensen, formaður í Ráfiskaseljarafelagnum Mynd: Vilmund Jacobsen »And the Crowd went Crazy« Sitat frá Tommy av Pete Town- send. 48 Pages hitaðu uppundir grýtunum, tó 200 vóru høvuðs- navnið UMMÆLI Orð og myndir: Karl Anton Klein. Tað var heilt klárt at 48 pages ikki bara vóru har fyri at hita upp,men at teir hildu seg eiga ein stóran part av skránni.Og rætt høvdu teir, tí ikki kann sigast annað enn at 48 pages seinasta árið hava verið sum ein rakket á rokkpalli Føroya.Frá í 2003 at hava vunnið Pop Top og harvið sum "underdogs" sluppu at spæla á ólavsøku- konsertini (Tó undir øðrum navni, tí undirlutafelagið hevði tikið feil av vinnara- navninum) til hetta kvøldið í kjallaranum er bæði bólkur, manning og framtraðkan verið fyri stórari broyting og eini øgiligari betring. Einki er at ivast í at Íslandstúrurin hjá teimum saman við Speaker í summar, hevur sparkað teir framm soleiðis at teir eru púra klárir yvir hvat skal til fyri at flyta áhoyrarafjøldina. Tað gjørdu teir so við lít hetta kvøldið.Fyri fyrstu ferð eg havi verið í Verts- húskjallaranum ljóðaði tað væl har niðri. Grundin var sjálvandi at ein stór fjøld av glaðum fjepparum høvdu funnið sær vegin "Under- ground". Og fjøldin vildi hava Punk. Og tað fekk hon so.Eitt so vælspælandi 48 sum ongantíð fyrr, kókaði alt upp so tað longu langt áðr- enn høðusnavnið kom upp at spæla, var lív í øllum klútum. Ringt er at taka nakað serligt lag burtur úr,annað enn at alt svingaði púra vilt og øll flippaðu út til ein ungan bólk sum sanniliga vísti at teir klára at stýra eini feitari konsert. Stutt sagt eitt pissifeitt upplivilsi sum fekk meg at ivast hvussu 200 mundu fara at klára seg. 200 Tá 200 byrjaðu hugsaði eg við mær sjálvum,at nú skuldi Niels taka seg saman um so var at hann ætlaði at yvirganga lítlabeiggjan í 48 pages (átti ikki at verið neyðugt at nevnt Frans við navni,) sum hevði sparkað fjøldina so mikið í gongd at hon kókaði. Men Niels og hansara menn hava tað til felags,í mun til 48 Pages, at teir hava rutinuna, hava spælt í mong ár, ikki minnst í fyrsta og eftir mínum tykki, einasta føroyska grunge- bólkinum Mold, sum gjørdi nógv um seg í nítiárunum. Teirra stóra styrki liggur í at teir hava nøkur góð løg sum kunnu fáa okkum á flog, sjálvt um vit halda vit flúgva. Eitt nú haldi serliga at Gimpurin og Skitni Kartni vóru í topp. So høvdu vit ikki verið stødd´í kjallaranum hevði takið nokk lyft seg oman av. 200 royna eisini at pro- vokera. Og tað rakar sikk- urt onkran meint,men alíkavæl haldi eg at tað er uppá sítt pláss at onker, enn í dag spyr seg sjálvan og onnur um tað rætta (ella skeiva) í tí sum politikkarar og makthavarar siga og gera, ikki minnst á tí mor- alska frontinum, har Jenis og aðrir sokallaðir andsper- sónar fáa teiggi. Tað sum hóast alt er gott við bæði 200 og Jenisi er at teir báðir tora at hava eina meining og at teir báðir tora at seta sítt navn undir hana.Og tað er flott í nútíðar Føroyum. Stutt kann sigast um konsertina, at tað nokk bara er ROX 2004 sum kann sammetast við hesa. Eg haldi sjálvur at hetta var eitt tað besta konsertupplivilsi eg havi havt í ár. Vertshúskjallarin er væl- egnaður til slíkar konsertir um so er starvsfólkið kann koma ásamt um at tey flestu sum fara til eina kon- sert av hesum slag eru hampafólk. So kunnu tey læra seg at, tað er ein and- søgn í at hótta fólk við út- blaking, tá tey flippa eitt sindur út, samstundis við at man alment gremur seg um hvussu keðiligt mentunar- lívið í okkara høvuðstaði er. Annars er at vóna at vit kunnu fá eitt sindur meira lív í tónleikalívið og ikki minnst at betra um spæli- umstøðurnar hjá teimum ungu tónleikurum, sum í dag næstan bara hava Margarinfabrikkina og tað tónlistarliga fyritaksemið sum gongur fyri seg har,at dúva uppá. Stutt sagt 48 pages og 200 skryktu teppið undan teim flestu sum leitaðu sær leiðina "Underground" farna leygarkvøld. Til tey ið ikki funnu framvið »shit happens«. Men ver har næstu ferð.Ver við til at skapa framtíðina. 200 og 48 Pages í Vertshúskjallaranum Vertshúskjallarin er vælegnaður til slíkar konsertir um so er starvsfólkið kann koma ásamt um at tey flestu sum fara til eina konsert av hesum slag eru hampafólk Teir báðir beiggjarnir, Niels og Frants, koyrdu báðir við fullari ferð C M Y K 9 8