Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-24, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 182 - 24. september 2004 Nr. 182 - 24. september 2004 11 Amerikanska valið stendur fyri framman. Spurning- urin er, um heimurin verður tryggari ella ótryggari við einum Bush í Hvítu Húsunum í enn eitt fýra ára skeið. Okkara svar er greitt: heimurin verður verandi ótryggur. Og orsøkirnar eru fleiri. Hóast Bush ferð eftir ferð vísir á, at hansara avgjørdi politikkur mótvegis ódemokratiskum stýrum kring heimin ger sama heim tryggari, so uppliva vit ófrið og ótryggleika nógva staðni. Yviravgjørdi, militanti og oftani ódiplomatiski politikkurin hjá Bushstjórnini hevur bert birt uppundir meiri ófrið. Hóast flest øll eru samd í og fegin um, at Talibanar og Saddam Hussein ikki longur ráða fyri borgum í Kabul og Bagdad, so hevur svart/hvíti politikkurin hjá tí høgravenda Bush-stýrinum við tí militanta Romsfeldkjarnanum í nógvum førum bara gjørt ilt verri. Alla staðni hóma vit fundamentalistisku "eygað fyri eygað" lívsuppfatanina frá Gamla Testamenti og bak- landinum hjá Bush í suðurastatunum. Hon er sum ein reyður tráður í øllum Bush/Romsfeldpolitikkinum. So hóast heimurin hevur tørv á politikarum og stýrum, sum tora at taka avgerðir og standa við tær, so hevur sami heimur so sanniliga eisini brúk fyri tolerantum, virðiligum og konsensus loysnum. Vit hava sæð nokk til, hvussu tey víðgongdu í muslimska og tí kristna heiminum brenna brýr heldur enn at byggja brýr. Flest allir eygleiðarar í dag eru samdir um, at Bush í alt ov stóran mun lurtar eftir sínum verju- og varaverju- málaráðharra. Hesir høvdu als ikki gjørt sær greitt, hvussu støðan í Irak skuldi taklast eftir kríggið. Og tað er nokk til at hesir missa sítt vald. Hjá teimum var og "eygað fyri eygað" politikkurin, sum stýrir øllum. Og nú síggja vit syrgiliga úrslitið, hvussu torført tað er at innføra demokrati í einum landi, sum ongantíð hevur kent til tað. Sama kann sigast um gongdina eftir 11. september yvirgangin. Út frá júst sama "eygað fyri eygað" hug- burði verður nú framdur yvirgangur móti ósekum muslimum í USA. BBC vísti í áhugaverdari sending í vikuni á, hvussu ákæruvaldið í USA ger alt fyri at útvega følsk prógv og vitni fyri at fáa ósekar muslimar í USA fyri yvirgang. Hetta fær ein at hugsa um mongu órættvísu deyðadómarnar móti littum í USA við hvítum dómarum og nevningum. Hetta er baksíðan á USA. Tann øvugta verð. Landið, sum stendur fremst at verja demokrati og lóg og rætt, er tað sum sjálvt brýtir lóg og rætt. Tað var tí heldur ikki av ongum, at pakistanski leiðarin í røðu í ST í vikuni heitti á víðgongdu kreftirnar í bæði Vesturheiminum og muslimska heiminum um ikki at byggja upp eitt jarntjald millum hesar báðar heimar. Og hann minti Ísrael og Vesturheimin á, at tað, sum vekir mest hatur og sorg í muslimska heiminum er handfaringin av palestinska fólkinum. Aftur her er tað USA, sum situr við lyklinum. Landið, sum heldur lív í Ísrael, svikir sína ábyrgd við ikki at krevja av Ísrael, at tað gevur palestinum hersett landaøki aftur. Øll fordøma vit palestinska yvirgangin, men ikki fyrr enn USA og Ísrael gevast við sínum "eygað fyri eygað" politikki, verður eingin friður og eingi framstig. DAGSINS MEINING Sosialurin Eyga fyri eyga VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Soljóðandi skriv var sent sum bræv til Føroya Javnaðarflokk 3. sep- tember og somuleiðis sum teldubræv til flokk- in, landsstýrismannin og løgtingsumboðini hjá flokkinum. Av tí at vit ikki hava fingið svar enn, verður hervið biðið um alment svar. V/ Føroya Arbeiðarafelag Ingeborg Vinther Vit hava í fjølmiðlunum hoyrt, at landsstýrismaður- in við vinnumálum, Bjarni Djurholm hevur boðað frá, at hann hevur lógaruppskot klárt at leggja fyri Tingið, soleiðis at møguleiki ikki skal verða hjá fakfeløgun- um á privata arbeiðsmarkn- aðinum at lýsa verkfall, sum rakar alivinnuna. Vit hava til fánýtis bíða eftir einari útmelding frá Føroya Javnaðarrflokki, nú ein av samstarvs-feløgum tykkara soleiðis leggur upp til at skerja grundleggjandi rættindi hjá fakfelagsrørsl- uni. Vit loyva okkum at vísa á, at fakfeløgini vístu undir seinasta verkfalli alivinnuni vælvild, og vit bjóðaðu okkum til at gera seravtalu um júst alivinnuna, men vit kundu aftan á verkfall okk- ara staðfesta, at hóast ágangurin móti fakfelags- rørsluni var ógvusligur, so fór alivinnan ikki undir at taka sjúkan og deyðan fisk fyrrenn minst 14 dagar aftaná, at verkfallið var av. Sum kunnugt verður tað í øllum framkomnum samfe- løgum roknað sum ein heilt grundleggjandi rættur, at fakfeløgini kunnu lýsa verkfall tá sáttmálaloysi er. Og onki demokratiskt stýri tekur rættin frá einum parti av fakfelagsrørsluni, at lýsa verkfall yvir øki har sátt- málaloysi er. Tað eru tí óhugnaligir tónar, sum verandi sam- gonga meldar út við, og vit skulu boða frá, at um sam- gongan vil gera álvara av, at leggja slíkt lógaruppskot fyri Tingið, so verða fak- feløgini noydd at taka stig fyri at fáa støðga samgong- uni í at skerja vunnin rætt- indi hjá fakfelagsrørsluni Vit loyva okkum at heita á Føroya Javnaðarflokk um alment at melda út, hvørjar støðu flokkurin hevur til fráboðanina hjá Bjarna Djurholm. Vit vóna at flokkurin skilir álvaran í málinum, og vit fáa okkum illa at trúgva, at ein flokkur, sum sigur seg vilja verja vanliga løn- takaran, ikki vil mótmæla tílíkum ófrættakendum út- meldingum og forða fyri tey verða útint. Við vón um at frætta aftur. Sakaris Hansen nevndarlimur i H.A. Fyrst vil eg siga, at tað er ógvuliga smáligt ikki at seta títt kristna navn undir. Hví tú skrivar so niður- gerandi um skrivaran og nevndina i H.A. skilji eg ikki reiðiliga, sum øllum kunnugt, er Monrad skriv- ari, og ikki nevndarlimur, sostatt er tað ikki Monrad sum stýrir H.A. men nevndin og ongin annar, Monrad er umsitingar leið- ari og hetta arbeiðið ger hann til lítar, og tað er gull vert. At Monrad fær hasa lønina, sum tú tosar um kenna vit onki til, tað hevði verið áhugavert at vitað hvør tín kelda er. Eini ráð til tín eru at seta teg inn í viðurskiftini áðrenn tú set- ur slíkar lygnir á prent. Tú sigur at Monrad stýrdi Karl Johansen sála, hetta er so langt úti, at hetta er ikki vert at gera viðmerkingar til, eg haldi tað er ógvuliga smáligt av tær at briksla einum persóni, sum ikki er okkara millum meir, tá hann ikki kann forsvara seg her, hetta vísur hvat per- sónur tú ert. Um tú var á seinasta aðalfundi, so veitst tú at har fór onki óregluligt fram, sitandi nevnd er lóg- liga vald, at tveir fyrrver- andi nevndarlimir ikki still- aðu uppaftur var teirra val. At Hans Joensen er ein skila maður, gevi eg tær rætt í, hann sigur tað sum skal sigast á rætta stað. Tað gav at bíta undir seinasta nevndarvali, tá rak hart á kíkin, tá bleiv nógv skrivað um tá verandi nevnd í H.A. í Oyggjatíðindum, sum onki hald var í. Tað bleiv ikki svarað aftur i bløðun- um tí tað var hildið at vera á so lágum støði. Í staðin bleiv tað sagt á rætta stað nevniliga á ársaðalfundin- um og er tað har tað skal sigast og ikki sum tú gert skrivar um ósannheitir um nevnd og Monrad i H.A. Nei, hetta er hvørki Hans ella Monrad og restin av nevndini tilhangari av. Tí vil eg heita á allar limir í H.A. um ikki at taka slíka skriving í álvara. Tað verður eisini sagt at hendan nevndin onki hevur gjørt, tað er heldur ikki rætt, hon hevur hóast alt fingið ein sáttmála, sum nú gevur 8 kr meir um tíman, í 2 ár, og tað var eitt tógvið stríð, og eisini eru allir limirnir í H.A. tryggjaðir ímóti hættisligar sjúku, umframt 200.000 kr vera útgoldnar til tey avvarð- andi, um tað ringasta skuldi hent tí einstaka limunum, felagshúsið er og verður endurnýggjað, og so fram- vegis, so eina ferð afturat: tú sum kallar teg limur í HA set teg inn í viðurskift- ini, áðrenn tú setur nakað upp á prent. Eg vil hervið heita á allar limir um, at geva hesi nevnd fullan stuðul, tá næsti aðalfundur verður. Viðv. verkfallsrættinum hjá føroysku fakfeløgunum Aftur svar til tann sum kallar seg limur í Havnar Arbeiðsmannafelag í Oyggjatíðindum tann 27.08.2004 Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Hildur Eyðunsdóttir býráðslimur fyri Tjóðveldisflokkin í Tórshavnar kommunu Nú var so umboðsmað- urin aftur frammi við fremsta fingri, og við góðari grund. Ein kommuna sum ikki virðir borgarum sínum svar, eigur at fáa av at vita. Lógin um alment innlit kom fyri tíggju árum síðani, í 1994. Vit kenna hana flest øll, hon er ikki so torskild held- ur. Um tú veitst av, at eitt mál er til, og tú ynskir innlit, so eigur tú at fáa innlit. Tær nýtist ikki at kenna paragraffir ella at skriva umsóknir. Tær nýtist heldur ikki at vera myndugur. Eitt barn hevur sama krav upp á alment innlit, og um- sitingin hevur skyldu til at hjálpa við at geva inn- litið, líkamikið hvør spyr, ella hvussu verður spurt. Kortini dugir Tórs- havnar kommuna ikki at fylgja lógini, ella leggur hon ikki í at fylgja lógini. Eg skilji tað ikki. Eg veit at Tórshavnar kommuna hevur nógv sera dugnalig starvsfólk, sum gera sítt arbeiði til lítar, men kortini so megnar kommunan ikki at halda tær lógir, sum eru gjørdar at verja borgararnar og fólka- ræði. Politikararnir hava fulla ábyrgd Tað eru politikarar sum hava ábyrgd av komm- ununi. Borgarstjórin hevur serliga ábyrgd, tí hann er ikki einans politikari, men eisini hægsti embætismaður í kommununi. Tað er so- statt borgarstjórin, sum hevur ábyrgd av, at um- sitingin ger sum hon eigur. Um borgarstjórin ikki røkir sína skyldu, má býráðið sum heild, men sjálvandi serliga meirilutin sum stendur aftanfyri honum, rætt- leiða hann, og fáa hann at arbeiða eftir lógini. Ber til at bøta Gølurnar hava verið alt ov nógvar. Klagurnar ov nógvar og ábreiðslurnar frá umboðsmanninum og kommunala eftirlitin- um alt ov nógvar. Gøl- urnar kosta tíð og peng- ar, men hvat verri er, álitið á kommununa minkar, og tí kunnu vit ikki liva við. Kortini er vón fyri framman. Tórshavnar kommuna hevur nógv góð og sam- vitskufull starvsfólk. Tað sum væntar er, at politikararnir broyta hugburð, taka seg um reiggj, og seta seg inn í, hvat krevst av einari kommunu í dag. Politikararnir skulu geva starvsfólkunum stuðul at arbeiða eftir bæði fyrisitingarlógini, og lógini um alment inn- lit. Um tað er fyrisiting- arlig ella løgfrøðilig vegleiðing og upplæring sum væntar, so má hon fáast til vega. Fløktar mannagongdir mugu gerast betri og einfald- ari, og arbeiðsorkan í umsitingini má svara til krøvini. Ábyrgdin, at fáa skil á, liggur fyrst og fremst á politikarunum. Meiri- lutin hevur runnið undan ábyrgdini við løgting- sins umboðsmanni í hølunum. Men tað ber til at bøta um á komandi býráðsvali. Tjóðveldis- flokkurin tekur hesa uppgávu í álvara og vil saman við umsitingini fáa skil á. Jógvan Philbrow Frítíðarskúlaleiðari Fyrimunirnar eru nógvar. • Lærarin sleppur at forma børnini akkurát sum hann vil, soleiðis at tey verða disiplinera á rættan hátt. • Lærarin kann hjálpa við at gera skúlating (ser- køna hjálp á staðnum) • Lærarin hevði eisini havt betri stundir at náða pensum. • Lærarin hevði eisini havt betri møguleikar at fylgt við í menningina av tí einstaka barninum. Peningur er eisini at spara (Landi roynir at spara í hesum døgum). Lærarar kundu verði løntir eftir pedagogsáttmálan, 6 vikur feriu, 1 tíma til fyrireiking pr. 40 tíma arbeiðsviku. Samstundis sum pedagog lønin er lægri. Úrslitið hevði verði meir arbeið fyri minni løn, frálíkt fyri Mentamálaráðið. Menta- málaráðið sigur allíkavæl at tað ikki eru ráð, at útbúgva fleiri pedagogar soleiðis at Dagstovnalógin verður hildin, og høvdu allir teir pedagogarnir sum nú ar- beiða á Frítíðarskúlum runt um í landinum, kunna nøkta ein part av tørvinum á dagstovnum o.l.. Eisini kundu kommun- urnar spart, ikki skuldi verði neyðugt at brúkt pen- ing til at skaffa høli til Frítíðarskúla virksemi, við tað at børnini eru í skúlan- um har í hølini longu eru hóskandi – ella høvdu tey ikki gingið har. Kommun- urnar høvdu eisini sloppið frá at goldið fyri lønirnar, landi skal gjalda lærara- lønir allíkavæl. (Eisini høvdu teir sloppið frá at brotið landsins lógir tá ið leiðarar til frítíðarskúlar skulu setast) Hans Pauli Strøm hevði tá sloppið undan at broytt dagstovnalógina, og harvið spart lønir til fundir, ar- beiðstíð og løgfrøðis ráð- geving. (Ein sparing í mið- fyrisitingina) Jógvan á Lakjuni hevði sloppið undan at havt ringa samvitsku, yvir at noyða landið at bróta egnu lógir við ikki at útbúgva nokk av pedagogum. (Hann sigur allíkavæl at vit hava ikki ráð at halda lógina) Samanumtikið: Ein STÓR SPARING. Men spurningurin er: Skal tað eisini verða krav at børn skulu trívast í Føroy- um? Hans J. Hermansen Fyri stuttari tíð síðan stóð grein í bløðunum um, at ferðin skal niður, tí ov nógv ferðsluóhøpp henda. Víst verður m.a. á, hvussu lítið vit vinna millum tvey støð, hóast ferðin verður økt, men vandin fyri vanlukku gerst størri. Einki er at ivast í, at so er. Nakrar dagar seinri lesa vit, at nú eru ferðslutølini batnað nógv í Føroyum samanborin við tøl úr lond- unum uttan um okkum. Hetta er bara at fegnast um og er kanska tekin um, at tey átøk og tilráðingar, sum RFF, almenni myndugleik- in, frálæran og annað við- víkjandi ferðslu síggjast aftur. Samfelagið og okkara samtíð rópa hart um, at vit skulu vera virkin, effektiv, og at vit skulu raðfesta rætt. Stundir eru ikki til at steðga á eitt bil og líta aftur um bak, men bara fara stunandi frameftir. Tað, ið hevur ongan ella lítlan týðning fyri okkara tilveru, eiga vit bara at lata fara aftur við borðinum. Her haldi eg, at Paulus kundi lært okkum nógv. Í strembanini eftir at bøta um ferðsluviðurskiftini, lóg- geva vit soleiðis, at tey, ið verða steðgað í ferðsluni, eru vanligir borgarar, ið eru sjáldan uppi í ferðsluvan- lukkum, men tey, ið eru tann stóri vandin fyri trygd- ini, har álvarsligar vanlukk- ur henda, sleppa undan, tí soleiðis er lóggávan. So- leiðis tykist lóggáva vera yvirhøvur. Skal nakað broytast, verður tað gjørt soleiðis, at tú fært fleiri fyri. Meskarnir verða bara smærri, og alt verður tikið — uttan teir stóru fiskarnir. Løgreglan, sum er sett at umsita lógina, raðfestir óivað samsvarandi. Lóg- gávuvaldið áleggur henni fleiri og størri uppgávur. Men eg haldi, at vit øll í øllum samfelagsviðurskift- um áttu at lurtað eftir Paul- usi og lóggivið soleiðis, at virkni og raðfesting komu til sín rætt. Tá hevði úrslitið av lóggávu og eftirliti verið betri, og trygdin hevði batnað munandi. Hvat sigur so Paulus? Jú, í fyrra brævi sínum til Timoteusar sigur hann í fyrsta kapitli, ørindini 7-11: "… við tað, at teir vilja vera lóglærarar, men ikki skilja, hvørki hvat teir siga ella hvat teir tala so ráðisliga um. Men vit vita, at lógin er góð, um einhvør nýtir hana á lógligan hátt, og hann veit, at lógin er ikki ætlað rættvísum manni, men lóg- loysingum og tvørlyntum, guðleysum og syndarum, vanheilagum og óreinum, faðirmorðarum og móður- morðarum, manndráp- arum…". Hetta áttu okkara lógar- smiðir at havt í huga, tá ið teir smíða lógir. Stríðið at steðga einum evarska lítl- um parti av borgarum, ið eiga flestu og álvarsligastu óhøppini, rakar tey lítið seku ella óseku meinast. Her kundu effektivitetur, raðfesting og Paulus lært okkum eitthvørt og givið ynskta úrslitið. Í øllum lóg- arsmíði áttu okkara lógar- smiðir at havt orð Paulusar í huga. Mannbjørn Tausen Vági Ein skal ansa sær at kasta við gróti, tá ein býr í glas- húsi, men ikki hevði eg vænta, at afturkøstini vóru bumbur og onkrar av teim- um fullar av lorti. Hevði roknað við at ein so vitugur og lærdur maður sum tú, Tom, hevði skilt mína viðmerking. Grát endiliga um leik- lutin hjá teimum ráðani og fólkavaldu. Men gleð teg til tann dag, tá teir hava fing- ið tilsøgn frá kommunun- um í oynni, at tær eru sinn- aðar at gjalda sín part av kostnaðinum. Tom, hevur tú spurt arbeiðsgevara tín, um Tvøroyar kommuna vil gjalda sín part — uml. kr. 6.4 milliónir til eitt Ellis- heim í Vági? Hvat við hin- um kommununum — Sumbiar uml. kr. 1.4 mill.? Meginbókasavnið í Mið- námsskúlanum varð vrak- að, hvussu skulu so útlitini verða? Men er hetta ikki ein treyt fyri at fáa ynskini hjá Johan og Hendrikki uppfylt ? Kanska eri eg ov tortrúgvin. Kanska fer Løgtingið at broyta lógina um býtið millum land og kommunu. Kanska fer ein serlóg at galda á økinum — bygging av Ellisheimi í Vági: landið 100% og kommununnar partur 0 %. Kanska verður møguleiki at gleðast longu um stutta tíð, tá onnur av hesum fyritreytum eru uppfyltar.. kanska. Forrestin, vinmaðurin, sum verkfrøðingur eigur tú nokk at vita tað: Byggir tú land? VIÐMERKINGAR Latið børnini ganga í skúla til klokkan fimm 0-hugsjón, lóggáva og Paulus Hvat bagir tær, vinmaðurin? Skil má fáast á umsit- ingina í Tórshavnar kommunu C M Y K 11 10