fríggjadagur 24. september 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 182 - 24. september 2004
Nr. 182 - 24. september 2004
13
Argir mugu
nú á
breddan
Jógvan Arge
býráðslimur í Havn
Tað var hugaligt at vera
til samkomu í Kollafirði
hendan dagin, ítróttar-
høllin hjá kollfirðingum
varð innilokað. Eitt stórt
ynski hjá kollfirðingum í
sambandi við saman-
leggingina við Havnina
er nærum uppfylt.
Kollfirðingar sjálvir
hava gjørt sítt til, at høll-
in verður so trivalig. Fyri
ikki at enda við einum
skravaðum modelli, hava
teir tikið seg saman at
gera ein part av ar-
beiðnum sjálvir. Tað er
alla æru vert og tænir
øðrum sum fyrimynd.
Samstundis er komm-
unan farin undir nýtíðar-
gerð og víðkan av skúl-
anum í Kollafirði.
So langt so gott.
Men áðrenn Kolla-
fjørður kom upp í Havn-
ina, kom hin granna-
kommunan Argir uppí.
Gamaní undir eitt sindur
øðrvísi umstøðum, men
tó sum ein javnbjóðis
partur av kommununi.
Har hevur ikki verið
sama ferð á vælvildini.
Tíðin er farin frá Argja
Skúla. Hann stendur at
bresta og er ikki førur
fyri at hýsa tí vaksandi
næmingatalinum.
Hesin skúlin er í heil-
um koyrdur aftur um í
raðið, men skal tað ikki í
longdini ganga út yvir
skúlagongdina, er tíðin
komin at raðfesta hann í
fremstu røð.
Argjafólk leggja doyin
á ítróttavirksemi. Vit
síggja, at Argja Róð-rar-
felag áhaldandi er mill-
um tey sterkastu í landin-
um, og Argja Bóltfelag
tekur seg støðugt fram
bæði við kvinnum og
monnum.
Tað er væl skiljandi, at
argjafólk eisini vilja hava
møguleikar fyri at íðka
innandura ítrótt eins
hoyvíkingar hava fingið
og kollfirðingar liggja
fyri at fáa. .
Tí eigur spurningurin
um at byggja eina ítrótt-
arhøll við fótbóltsvøllin
á Argjum at verða settur
á breddan sum skjótast.
Tað hevði gjørt stóran
mun á Argjum og hevði
lætt um heimi í Havn.
Petur S. Johannesen
Nú haldi eg at tað er uppá
tíðina at vit taka tingini í
rættari rekkjufylgju her í
Vági, her hugsi ikki um
samanlegging av kommun-
um, men um arbeiðspláss í
Vági, eg havi lýst mína
støðu í bløðnum fyrr, hvat
eg haldi um samanlegging
av kommunum í Suðuroy.
Eg havi fleiri ferðir
skrivað um, hvussu neyð-
ugt tað er at fáa nøkur ar-
beiðspláss til bygdina, og
her hava vit ein møguleiki
fyri at fáa uml. 40 -50 ar-
beiðspláss til bygdina og
ikki 35 arb. pláss, sum sagt
er frá fyrr, tí vit skulu taka
barsilsfarloyvi og sjúkra-
legur og annað við, samt
aðrar tænastur, sum eru
tengdar at einum røktar-
heimi.
Eg vil afturvísa at ein
miðnámsskúli er ein dyna-
mo fyri Vágsbygd, nei álv-
aratos, hetta má verða
skemt, sum Dennis Holm,
samfelagsfrøðingur, førir
fram í grein síni, arbeiðs-
pláss er fyrsta liðið til at
skapa trivna og dynamikk í
Vági, og Vágs kommuna
hevur verið sera passiv til at
verða við til at fáa trygg og
áhugaverd arbeiðspláss til
bygdina alla mína tíð, men
tvørturímóti eru almenn
arbeiðspáss flutt av bygd-
ini, til dømis Toll- & Skatt
stovan er flutt á Tvøroyrar.
Hóast kommunan ikki
hevur gjørt íløgur í skip,
virkir osv, so hevur komm-
unan kortini eina risa stóra
skuld at dragast við, skatta-
trýstið er í topp, vegakervið
ovarlaga í bygdini er í
sorli, ikki nøktandi tilføring
av drekkivatn til tey ovastu
húsini í bygdini osv, eg
standi spyrjandi, hvat eru
pengarnir nýttir til og
hvar stavar ovurhondsstóra
skuldin frá, kann komm-
unan ella onkur annar svara
uppá hetta, eg veit at nógv
undrast yvir hetta, við-
merkjast skal at Tvøroyri
hevur enn størri skuld, men
har hevur kommunan verið
við til at keypt skip og
flakavirki í mun til Vág
sum ikki hevur gjørt íløgur
av slíkum slag.
Vit
vanligi
borgarin,
mugu finna útav at verða
meiri kritisk, og fylgja við
hvat tær fáu skattakrón-
urnar, ið inn koma, verða
brúktar til, eg havi hoyrt at
VBsamtaki - nýggi vøllurin
og tilhoyrandi liðuggerð,
hevur kostað tað hvíta út av
eygunum, kanska vit kunnu
fáa at vita um hetta er so
ella ikki?
Vit hava ikki ein nøkt-
andi dagstovn, men bert
eina forkølaða loysn, aðrar
bygdir á stødd við Vág hava
fyri nógvum árum síðani
bygt dagstovn, sum lýkur
nútímans krøv, men sum
siðvenja er, velur Vágs
kommuna nógv ár eftir at
td. Tvøroyri fekk dagstovn,
eina forkølaða loysn, so
sigast kann, at vit í Vági eru
ikki forvand.
PALM Seafood P/F, sum
er í svárari kreppu, fekk
ikki strikað grundleigu
skuld sína hjá kommununi,
fíggjarnevndin hevur ein-
mælt samtykt ikki at strika
hesa upphædd, upphæddin
var uml. 17.000 kr. Eisini
eri eg vitandi um, at okkurt
virki á keiini hevur fingið
rykkjara eftir grundleigu
frá kommununi, og um ikki
verður goldið, verður upp-
hæddin send til innheint-
ingar.
Er
tað
soleiðis
kommunan prioriterar, ella
eru tað aðrar orsøkir til
tess.
Ein spurningur, sum nú
reisir seg í kjalarvørrinum
av hesum er, um komm-
unan hevur heimild til at
innkrevja grundleigu, tí
mær vitandi hava teir ikki
yvirtikið strandrættindini
enn, kanska kommunan
kann greiða nærri frá hes-
um, og um strandrættig-
heitirnar ikki eru yvir-
tiknar, hevur kommunan
ikki heimild til at krevja
grundleigu á keiøkinum,
har PALM Seafood liggur.
Viðmerkjast skal, tá ið
Polarfrost bleiv bygt, tá
blivu ognararnir í bygdini
eftirspurdir skriftliga, men
sum sagt, meini eg ikki at
strandrættigheitirnar
eru
yvirtiknar av kommununi.
Hetta eru rímiligar stórar
upphæddir,
kommunan
dregur inn ár aftaná ár,
hetta
kann
kommunan
greiða okkum frá.
Kunnu størv í umsit-
ingini sparast, td. við um-
leggingum? Er tað neyðugt
at hava so nógva funktio-
nella arbeiðsmegi? Hvat
við at bjóða flest øll arbeiði
út? Hesir og ivaleyst nógv-
ar aðrar spurningar má
kommunan taka upp nú, tí
lønirnar eru ein tungur
partur av rakstrinum. Nú er
tíð til at endavenda øllum
rakstrinum og aktivitetun-
um hjá kommununi sum
heild, og slagorið má verða
"sparast skal har sparast
kann" so vit fáa sum mest
burturúr hvørjari skatta-
krónu, og hugsast má fyrst
og fremst um at fáa ar-
beiðspláss til bygdina, sum
ikki eru kommunal, og
harvið fáa goldið ta ovur-
hondsstóru
kommunalu
skuldina aftur, so borgarin
kann fáa okkurt gott aftur
fyri sínar skattakrónur, og
kommunan kann fara at
virka sum endamálið er við
eini kommunu.
Eftir at grundtørvirnir
eru nøktaðir, so sum íbúð/
hús - matur - hiti - el -
klæðir osv, nústaðni tá, eg
endurtaki nústaðni tá, byrj-
ar man at hugsa um mentan
og annan trivnað, vil eg
minna Dennis Holm, sam-
felagsfrøðing, á, og tá ið
einki arbeiði er, er tað
burturvið at tosa um nakað
annað, enn hendan setn-
ing
"hvussu
fáa
vit
arbeiðspláss til bygdina"
Tá ið kommunan nú hev
ur havnað tilboðnum frá
landsstýrinum um røktar-
heim, tað koma kanska 2-3
arbeiðspláss afturat í mið-
námsskúlan, so hevur hon
tikið ta støðu, at vit hava
ráð til at vraka tilboðið frá
landsstýrinum, og harvið
átekur kommunan sær at
fáa onnur arbeiðspláss til
bygdina, hvussu ætla tit at
gera tað? Tí sjálvt um nak-
að av avbygdarfólki hevði
komið at arbeitt á einum
røktarheimi, so verða tað
nógvir
vágbingar,
sum
eisini høvdu fingið arbeiði
har, hesar skattakrónur hev-
ur kommunan ikki ráð til at
vraka, vildi eg mett. Um so
er, er kravið, at kommunu-
skatturin verður munandi
minkaður.
Tað er nú blivin ábyrgdin
hjá kommununi at tryggja
okkum
nøkur
almenn/
vinnulig arbeiðspláss, og
vónandi kann kommunan
fáa útlendskar íleggjarar til
bygdina, so vit kunnu fáa
fjølbroyt arbeiði aftur her,
um hetta miseydnast, so
meti eg, at um 20-30 ár er
bygdin so skerd fyri ung-
fólk, at tað vendist ikki
aftur, tí er tað mín áheitan á
kommununa, at kommunan
setur alt inn fyri at fáa
íleggjarar at virka her. Eg
vil vísa til grein, eg havi
skrivað fyrr um hetta mál-
ið, lat okkum royna at berja
okkum burtur úr tí ringa
umdøminum, Vágs bygd
hevur fingið í Føroyum. Vit
vilja ikki verða ein byrða
og eitt skendsorð fyri rest-
ina av landinum, og tí
mugu vit gera nakað muna-
gott sjálv á tí vinnuliga øki-
num.
Vónandi fái eg svar uppá
teir spurningar í settir eru í
hesi grein.
Ps. Mentan er góð, men vit
kunnu ikki liva av henni.
Hvat hava vágbingar fingið afturfyri ta
risastóru skuld, Vágs kommuna hevur
Marjus Dam
Størsta politiska avbjóðing-
in fyrr, nú ein og framyvir
er hvussu vit í Føroyum fáa
vøkstur í samfelagnum.
Geografiskt liggja vit
soleiðis fyri, at fiskiveiða
altíð fer at vera ein av stóru
vinnum okkara.
Hvat kunnu vit gera, fyri
at sleppa undan at vera eitt
primert rávøru framleið-
andi land?. Tað er ikki und-
arligt at arbeiðsloysi veksur
støðugt, tá ein størri og
størri partur av okkara
fiskivørum verður útfluttur
óviðgjørdur. Arbeiði verður
útflutt, og vit skaffa okkum
sjálvum kappingarneytar.
Vit geva teimum fiskin, ið
skal kappast við okkara
egna fisk.
Nøgdin er eftir 3 -4 árum
vaksin frá 9000 tonsum til
eini 32000 tons av fiski.
Hetta er ein stórur polit-
iskur, vinnuligur og sam-
felagsligur trupulleiki.
• Er orsøkin til hesa skeivu
gongd manglandi kapp-
ingarførið?
• Tørvandi marknaðartil-
gongd.?
• Er orsøkin ov gomul skip
ella ov gomul flakavirk-
ir?
• Er orsøkin, at vit hava
sovið í tímanum?
Hugsa vit um eitt útlendskt
slaktarí, so verður í flestu
førum alt djórið skorið
sundur til steikir, pylsur,
súltur o.a. Onki, ella allar-
minsti parturin, verður
tveitt burtur.
Hyggja vit eftir hvussu
ein føroyskur seyður verður
hagreiddur, so verður fyri
stóran part krovið turkað –
og restin tveitt burtur.
Mær tykir at sama mynd
sum er við slakti av før-
oyska seyðinum er ein
mynd uppá føroyska fiska-
virking – stórt sæð.
Fiskurin verður keyptur
við høvdi og sporli. Fyrst
verða innvølir tveittir burt-
ur. Síðan verður ein triðing-
ur skorin burtur, nevniliga
høvdi. Síðan verður ryggur
skorin burtur, kílaskorið og
at enda verður skræðan
tikin av.
Og har á borðinum liggur
eitt lítið óviðgjørt flaka-
petti. Hetta verður so pakka
niður í stórari nøgd, fryst,
og sent av landinum – har
tann dýra virðisøkingin
síðan fer fram.
Vit undrast á, at tað ikki
ber til. Í fleiri førum undran
ein meiri á, at tað bar til.
Hví skulu vit til keyp-
mannin at keypa innflutta
livur í dós fyri 140 kr/kilo,
tá vit kasta hetta tilfeingi
burtur. Tað sum aðrarstaðir
gevur ivirskotið í fram-
leiðsluni, er burturkast hjá
okkum. Ein kann spyrja
hvussu føroysk fiskivinna
kann bera seg, tá megin-
parturin av tilfeinginum
verður blaka burtur. Ì fleiri
førum ímóti gjaldi.
Eg trúgvi, at her er nógv í
kann gerast. Millum annað
má nýhugsan, gransking,
og økt marknaðartilgongd
til.
Hugskotini koma sjálv-
andi frá vinnuni sjálvari.
Men ein uppgávan verður
at leggja rammurnar, so at
hugsanir, nýhugsanir og
samskipan verður fólki og
landi at gagni. Og so mugu
vit ikki selja ella lata vit-
anina gleppa okkum av
hondum fyri onki. Tað er
hent í alt ov stóran mun.
Sera nógv er at gera,
bæði politiskt og vinnuligt,
so at virðisøkingin av okk-
ara tilfeingi fer fram her á
landi – til kappingarførar
prísir. So at arbeiðsloysi
minkar
og
flakavirkini
gerast til peningamaskinur
í okkara samfelagi. Tað eru
tey ikki, um tey eru aftur-
latin.
VIÐMERKINGAR
Hvussu fáa vit vøkstur?
Mikkalina
Norðberg
Trivnaðarstjórin
hjá
Tórshavnar
kommunu
sigur í lesarabrævi í sein-
astu viku við Dagstovnin
í Hoyvík m.a.:
• At barnagarðsaldurin
ikki er niðursettur frá 3
1/2 til 2 1/2, men bert 3
mánaðir.
• At kommunan vil rinda
tað, tað kostar, at
byggja og reka ein
góðan dagstovn.
• At kommunan fram-
haldandi vil tryggja
børnum, foreldrum og
starvsfólkum eina væl-
virkandi barnaansing-
arskipan, sum skapar
trivnað og menning.
Eisini sigur trivnaðar-
stjórin, at vit í Havnini
hava betri starvsfólka-
normering á dagstovnun-
um enn fleiri av okkara
grannalondum. Hetta er
ikki eitt nøktandi fakligt
argument í sær sjálvum
fyri at lækka aldursmark-
ið til barnagarðspláss við
3 mánaðum.
Meira vil eg ikki
blanda meg í skrivingina
millum Dagstovnin í
Hoyvík og trivnaðar-
stjóran, men gera við-
merkingar til oman fyri-
nevndu punktir og seta
spurningar til trivnaðar-
stjóran og pedagogiska
samskiparan
í
Tórs-
havnar kommunu.
Mítt endamál við hes-
um skrivi er at gera vart
við, at lækkingin við 3
mánaðum til barnagarðs-
pláss slítur upp á starvs-
fólkaorkuna í barnagørð-
unum. Tað hevur við sær,
at tað pedagogiska støðið
lækkar, og íseinasta enda
gongur tað út yvir trivn-
aðin og menningina hjá
børnunum.
Lækkingin av aldurs-
markinum við 3 mánað-
um til eitt barnagarðs-
pláss merkir í veruleik-
anum, at nú skulu barna-
garðarnir
taka
ímóti
børnum heilt niður í 2
1/2 ár.
Vanliga byrjar eitt barn
í barnagarði um summar-
ið. Nú barnagarðsaldurin
er lækkaður 3 mánaðar,
t.v.s. barnið skal fylla 3
ár áðrenn 1. Januar árið
eftir – ja, so eru nøkur
børn bert 2 1/2 ár, tá tey
fáa bjóðað eitt barna-
garðspláss
hjá
Tórs-
havnar kommunu.
Barnagarðslívið er alt
ov ógvusligt fyri 2 1/2
ára gamla barnið. Verðin
blívur ov stór í mun til
tað, tey kunnu yvirskoða.
3
mánaðir
í
einum
vaksnamannalívi
er
einki, men sera nógv í
einum barnalívi.
Menningin hjá børn-
unum frá 2 1/2 til 3 ár er
sera umfatandi og hevur
stóra ávirkan á hvussu
barnið mennist framyvir.
Skal menningin blíva
góð, krevur tað nærleika
og eina trygga vaksna
leiðandi
hond.
Børn
undir 3 ár hava brúk fyri
munandi
meira
enn
starvsfólkaorkan í barna-
gørðunum røkkur til.
Sum
pedagogur
í
barnagarði veit eg, at
gera vit ikki arbeiði gott í
dag, er trivnaður, menn-
ingin og gleðin við
barnagarðslívinum minni
/verri í morgin. Men
starvsfólkanormeringin á
barnagørðunum var ásett
eftir, at børnini vóru um-
leið 3 ár, tá tey byrjaðu.
Við teim minnu børnun-
um
á
stovnunum
streingja vit á ein dag
fyri og annan eftir. Úr-
slitið verður, at tíðarneyð
og vantandi orka stýra,
hvussu
starvsfólkini
leggja dagin til rættis –
ikki tørvurin hjá børnun-
um.
Dagurin hjá børnunum
í barnagørðunum kann
skjótt blíva: Ringur trivn-
aður og nógvur grátur
fyri at blíva hoyrd og
sædd av starvsfólkunum
í hesi alt ov stóru barna-
garðsverð. Hetta er tað,
Tórshavnar kommuna er
í ferð við at bjóða teim 2
1/2 ára gomlu børnunum
og teirra foreldrum í
barnagørðunum.
Tað er sólarklárt, at í tí
løtu Tórshavnar komm-
una lækkar barnagarðs-
aldurin, lækkar starvs-
fólkaorkan og sum fylgja
av hesum eisini tað peda-
gogiska støðið.
Her er ikki talan um
framhaldandi
trivnað,
menning
ella
góðar
stovnar, hvørki fyri børn,
foreldur ella starvsfólk.
Her er talan um ein »pen-
an« bíðilista og politisk-
an/økonomiskan trivnað
hjá Tórshavnar komm-
unu.
Mínir spurningar til
trivnaðarstjóran og peda-
gogiska samskiparan hjá
Tórshavnar
kommunu
eru so hesir:
• Hvat er fakliga argu-
mentið fyri at seta
barnagarðsaldurin
niður við 3 mánaðum?
• Hvussu hugsa tit hesa
broyting barninum at
frama?
Til Tórshavnar
kommunu!
VIÐMERKINGAR
Tórbjørn Jacobsen
Fekk
túsund
pund
av
bankahøvdum
frá
vin-
monnunum yviri á Hulki, á
Vaðhorn, fyri kortum. Skar
nakað av teimum í kjálkar
og loypti teir í pottinum
ígjárkvøldið. Lakasaltaða
spikið úr bíggjargrindini,
fyrr í summar, fór í hala-
ferðini
á
vælpolstraðu
høvdunum niður ígjøgnum
vælindini.
Høgligt
og
rationelt at fáa sær mettuna,
ímeðan lurtað verður eftir
útvarpstíðindunum.
Ikki
óvæntað vóru høvuðstíð-
indini, at homosexuali-tet-
urin í Føroyum hevði ein
trupulleika. Ein av kross-
fararunum
í
stríðnum,
Høgni Hoydal, var fortørn-
aður um, at landsstýrismað-
urin í innlendismálum, og
harvið eisini í løgmálum,
Jógvan við Keldu, ikki vildi
leggja uppskotið um skrá-
sett parlag fram á ting,
soleiðis at málið kundi
lýsast út í æsir, og at tey
homosexuellu eftirsíðani
kundu fáa tann rættin sum
tilkemur
minnilutum
í
øllum siviliseraðum sam-
feløgum. Eftir at formaður
Tjóðveldisfloksins
var
samrøddur, kundi útvarpið
staðfesta, at formaðurin í
Friðarboganum, Mia Wenn-
ingsted, kjálkaði økslina
uppat okkara fræga for-
manni og var minst líka so
fortørnað, sum hann, um
allan tann órætt, ið skolaði
oman yvir tey av sama
kyni, sum í einum og øllum
ynsktu at liva saman, á
sama hátt sum heterosexuel
sambond.
Í kvøld varð lagt frá landi
aftur. Menuin var nú tvøst-
ið úr somu bíggjargrind.
Og hann náði meg um
útvarpstíðindini ikki aftur í
kvøld júkaðu uppí saman
aftur um tað ringu lagnu,
sum hendan samgongan,
við Jógvani við Keldu á
odda, hevði varpað tey
homosexuellu úti í. Tað var
um tað lagið, at felliknív-
urin gleið av í sneiðingini í
seigu hvøljuni.
Eftir at lýsið var tváðað
av fingrunum, varð eitt
rend gjørt út í eina kvøld-
arkrambúð. Vár. Keypti
Sosialin. Og nú líktist tað
meira eini yvirdosis av
homosexualiteti.
Hesin Høgni Hoydal,
frontkemparin fyri homo-
sexualiteti í Føroyum, og
sum varð samrøddur í út-
varpinum í fyrrakvøldið,
sigur í samrøðu við Edvard
Joensen, at sama málið hjá
honum sum landsstýris-
manni í 1999, líkist ikki tí
hjá Jógvani við Keldu ídag.
Vónandi er hann skeivt
endurgivin. Um ikki, so er
hetta heimsmetið í mani-
pulatión og tann stórsta
lygnin, sum higartil dags er
serverað føroyingum.
Alt hetta málið, um
familjurættarligu lóggáv-
una, var uppi og vendi í
1999. Málið er tó eldri enn
tað.
Landsstýrið,
við
Maritu Petersen, sálu, á
odda, heitti nevniliga á
donsku ríkismyndugleikar-
nar um at øll hendan lóg-
gávan var dagførd, hetta
hendi longu á vári í 1993.
Síðani hendi onki fyrr-
enn landsstýrismaðurin í
sjálvstýrismálum, Høgni
Hoydal, tók aftur í aftur. Nú
verður sagt í samrøðuni, at
talan var um at yvirtaka
málsøkið, tað er ein lodd-
røtt lygn, sum fyrrverandi
landsstýrismaðurin
má
royna seg onkra aðrastaðni
við, enn yvirfyri góða
minninum hjá føroyska
fólkinum. Hansara ætlanir
vóru ongantíð aðrar enn at
koyra ríkislógartilmælini á
familjurættarøkinum ígjøg-
num. Tvs.
at
dagføra
donsku lóggávuna, sum
frammanundan var gald-
andi. Sum eitt neyðaregg
burturúr hesum pakkanum
legði hann 5. mars 1999
uppskot til ríkislógartil-
mæli um at seta í gildi fyri
Føroyar "Anordning om
ikrafttræden for Færøerne
af lov om ægteskabs ind-
gåelse og opløsning." á
tingborð.
Øll hini ríkislógartil-
mælini í familjurættar-
pakkanum hevði hann pilk-
að burturúr. Kristian Magn-
ussen og undirritaði spurdu
av tingsins røðarapalli, tá ið
hetta uppskotið var til
fyrstu viðgerðar, hvarið
málið um skrásetta parlagið
var blivið av. Sjálvandi
vistu vit, hvussu stóra um-
sorgan landsstýrismaðurin
hevði
yvirfyri
teimum
homosexuellu og teirra
rættindum.
Landsstýris-
maðurin var týðuliga ør-
kymlaður. Av realpolit-isk-
um og valdspolitiskum or-
søkum hevði hann skvisað
hendan partin úr familju-
rættarliga pakkanum, fyri
at
fullveldissamgongan
kundi halda fram, maðurin
sum skuldi leiða føroysku
tjóðina inn í tann føroyska
statin kundi av góðum
grundum ikki lata eina so-
vorðna
bagatell
knúsa
dreymin um tær frælsu
Føroyar.
Nú er Jógvan við Keldu
farin undir at dagføra ein
annan part av hesum sama
pakka. Hann velur eisini at
skvisa hendan partin, og
orsøkin er effinett hin sama
sum hjá Høgna á sinni,
hendan samgongan skal
ikki syndrast orsakað av
rættindunum hjá teimum
homosexuellu.
Soleiðis handla tveir
realpolitikkarar. Hetta er
maktin í einum nøturhylki.
Onki odiøst. Soleiðis er hin
politiski
heimurin
nú
einaferð samanskrúvaður.
So vítt er spennið haðani og
til andstøðupolitikkaran, ið
onkursvegna letst at um-
boða allýsingina av øllum
málum. Bara ikki tá ið hann
sjálvur situr við valdinum.
Seinri kom málið fram
aftur, um at yvirtaka máls-
økið. Fleiri ár seinri. Men
tá var Miðflokkurin tikin
inn í gløðandi varman, og
við teimum sum parla-
mentariskum grundarlagi
visti man, at hetta bara var
ein
av
nógvum
gass-
ballónum, ið vóru sendar
upp, bara fyri at vera punk-
teraðar.
Sjálvandi
skula
allir
minnilutabólkar hava tey
neyðugu rættindini fyri at
liva og virka javnbjóðis
øllum øðrum í tí føroyska
samfelagnum. Tað eigur og
skal eisini bera til, at skifta
orð um øll mál á Føroya
Løgtingi. Eisini um rætt-
indini hjá teimum homo-
sexuellu, men harfrá og at
misnýta tey í einum órein-
um politiskum spæli, tað er
at fara út um alt mark.
Høgni Hoydal og Jógvan
við Keldu eru tvær ælin av
sama vaðmali í hesum
máli. Báðir valdu av real-
politiskum
orsøkum
at
skekla rættindini hjá teim-
um samkyntu burturúr lóg-
gávuarbeiðnum, og harvið
fekk løgtingið ongantíð
høvið til at viðgerða málið.
Tað er ikki eiti á fokus
sum er á hesum málinum í
løtuni. Løgmaður royndi at
tiltuska sær apuna í Grasa-
garði, men nú man for-
maður Tjóðveldisfloksins
vera farin avstað við drunn-
inum. Og fremmandafólk,
ið kanska skilja eitt vet av
føroyskum máli, spyrja
helst seg sjálvi, um Føroyar
burturav eru ein koloni av
homosexuellum individum
nú tað ikki ber til at opna
eina avís tíansheldur at
lurta eftir útvarpinum uttan
at hesi minnilutaviðurskifti
verða viðgjørd. Høvuðs-
vinna, mentan, sosialir
trupulleikar o.a. er horvið í
einum køvandi skýggi,
hevur ongan relevans í mun
til hetta, og sum ein granni
spurdi ídag, man homo-
sexualitetur vera etandi?
Nú útvarpið hevur valt at
borðreiða
við
hesum
ingrediensinum á menuiini
hvørt einasta Guðs skapta
kvøld?
Hetta er ikki skrivað
ímóti nøkrum, eittans fyri,
at tann rætti søguligi sam-
anhangurin skal vera in-
taktur. Loddrættar lygnir
eiga at vera afturvístar og
rættaðar, soleiðis at eftir-
komararnir og teir sum
einaferð fara at granska í
skrivaðu keldunum ikki
fara skeivir av tí sum
veruliga hendi. Í hesum
viðfanginum kendist tað
løgið, at formaðurin í blað-
mannafelagnum,
sum
gjørdi samrøðuna í Sosial-
inum, skuldi vera so púr-
gjørdur í søguligari vitan
um, hvussu leikur er farin
handan politisku leiktjøld-
ini, táið rættindini hjá
teimum samkyndu hava
verið viðgjørd hesi seinastu
árini. Eitt gallarí av søgu-
reingjan
og
politiskari
manipulatión var ikki akku-
rát tað man hevði roknað
við frá einum kandidati úr
journalistiska jørðildinum
íkring Danmarks Journal-
istiske Højskole í Áarósa.
Er homosexualitetur etandi?
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
C
M
Y
K
13
12