fríggjadagur 24. september 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 182 - 24. september 2004
Nr. 182 - 24. september 2004
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Løgtingsformaðurin helt
leygarkvøldið seksti ára
føðingardag í Eydnuni á
Oyrabakka.
Eydnan
er
næsti granni hjá Edfríð og
Edmundi Joensen, og har
vóru umleið 300 fólk
samankomin. Har vóru
børnini við teirra, har vóru
familjurnar hjá bæði Edfríð
og Edmundi, og har vóru
bygdarfólk og avstaðsfólk,
sum tað plagdi at verða
tikið til.
Edmund Joensen hevur í
út móti fjøruti árum verið
frammarlaga í føroyska
vinnulívinum og politiska
lívinum. Millum mongu
føðingardagsgestirnar vóru
eisini mong umboð fyri
vinnuliga og politiska lívið
og eisini umsitingina - bæði
í útinnandi og lóggevandi
partinum.
Nógvur sangur og tón-
leikur var á skránni. Onkra
løtuna var føðingardags-
barnið á pallinum. Áður
hevur hann sungið í út-
varpssending á nýggjárin-
um, og hann sigst eisini
hava sungið á valfundum í
losjuni í Gøtu. Nú hoyrdu
gestirnir í Eydnuni løg-
tingsformannin syngja -
ikki minni enn tvær ferðir -
For dina blaua ogon skyld
hjá Vikingarna.
Nógvir røðarar vóru.
Edfríð Joensen hevur altíð
verið manni sínum hollur
stuðul. Leygarkvøldið vísti
hon, at tað liggur væl fyri
hjá henni at røða. Hon lýsti
hjúnarfelagan sum mann og
faðir, samstundis sum hann
hevur verið vinnulívsmaður
og seinni politikari. Hetta
var bæði hugtakandi og
áhugavert.
Politiska spektrið var
umboðað alt sum tað var.
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, sum í turbolentu níti
árunum eitt skifti var felagi
hjá Edmundi Joensen í
landsstýrinum,
heilsaði
samgongufelagnum. For-
maðurin í Sambandsflokk-
inum, Kaj Leo Johannesen,
bar heilsu fram til fyrrver-
andi formannin í flokkin-
um, Kristian Magnussen,
formaður í tingbólkinum
hjá
Javnaðarflokkinum,
segði nøkur orð, Kári P.
Højgaard, formaður í Sjálv-
stýrisflokkinum vísti, at
hann hevur orðið í síni
makt, Heðin Zachariassen
heilsaði frá valdøminum
hinumegin Sundalagið, og
vinmaðurin Bjarti Skipanes
á Skipanesi segði eisini
Rimmar føðingardagur á Oyrarbakka
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá okkara
kæri maður, pápi, verpápi og abbi
Niclas F. Niclasen
Sørvági
andaðist og varð jarðaður.
Takk fyri blómur og kransar.
Tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara
seinasta hvíldarstað. Eisini ein tøkk til tykkum
mongu, sum á ymsan hátt hjálptu okkum.
Hervør,
Edward, Dánjal og Jørgen v/ familjum
Dagurin.
24. september. Tekla, deyð umleið ár 100. Hon
hevði hoyrt apostulin Paulus prædika og varð um-
vend. Hóast hon varð illa forfylgd, slapp hon undan
hvørja ferð og doyði friðarliga 90 ára gomul.
nøkur orð.
Og so vóru tað tveir aðrir
løgtingsmenn, sum høvdu
orðið. Báðir eru teir til-
tiknir røðarar, og báðir
leggja teir seg nógv eftir at
gera nógv burturúr røðun-
um. Óli Breckmann, sum
neyvan verður tikin sum
undirhaldari,
umboðaði
Fólkaflokkin, og Tórbjørn
Jacobsen umboðaði Tjóð-
veldisflokkin.
Føðingar-
dagsgreinin, sum tjóðveld-
istingmaðurin hevði í blað-
num leygardagin, boðaði
frá, at tjóðveldismaðurin á
Glyvrum og sambandsmað-
urin á Oyrabakka - hóast
teir eru størstu mótsetning-
ar í ríkisrættarliga spurn-
inginum - eru meiri enn
bara politiskir starvsfelag-
ar. At teir eru persónligir
vinmenn varð enn eina ferð
undirstrikað, tá ið Tobbi var
á pallinum og røddi.
Eftir
borðhaldið
var
sangur, tónleikur og dansur.
Orkestur spældi undir, men
í onkrum steðgum varð
samgonga skipað millum
andstøðutingmann og sam-
gongutingmann. Tjóðveld-
istingmaðurin, Tórbjørn Ja-
cobsen, og sambandsting-
maðurin í Suðuroy, Jóhan
Dahl, sum á yngri árum
fekst ikki so lítið við popp-
musikk, tóktust finna væl
saman, og í veitslulagnum
vóru meiri enn ábendingar
um, at tað eisini svingaði,
tá ið teir báðir spældu.
Gott lag var á fiskimálaráðharrahjúnunum og vertunum
Løgmaður og frú vóru komin at heiðra føðingardagsbarnið,
Edmund. Við lið hansara konan Edfríð
Stjórin á løg-
mansskrivstov-
uni væluppløgd
til eitt gott kvøld
saman við
arbeiðs-
gevaranum
Nógv gott fólk mintist Edmund
Samgongufelagar, vinnir og kenningar heiðraðu og feiðraðu løgtingsformannin
Maiken frá løgmansskrivtovuni heilsar sínum
fyrrverandi arbeiðsgeva. Eisini Asta, kent andlit úr
Edmund´sa umhvørvið vitjaði
Fólkaflokkurin var væl umboðaður til føðingardagshaldið. Her Óli Breckamnn og frú og Bjarni Djurholm
Tær gera sera klárar til ein rimmar føðingardag
Sambandshøvdingar hittast. Agnar Nielsen hevði lagt leiðin
til Streymin
Torbjørn tók fast um hondina á skil(a)manninum
Pláss var eisini fyri teimum heilt smáu
C
M
Y
K
15
14