Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-09-24, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 24. september 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 182 - 24. september 2004 Nr. 182 - 24. september 2004 17 sigur hon við látri í røddini. Tær sita og práta um leyst og fast, tó mest um flyting, tá ein ringiklokka brádliga hoyrist. – Oys, eru donorarnir longu komnir, sigur ein, og reisist, – Nei, flenna hinar, hatta var bara Joan, sum fór út at vita um klokkan virkaði. Tær sita og práta eina løtu afturat, og so ringir aftur. – Nú er klokkan tíggju, so nú man hatta vera ein donorur. Teir eru altíð so ógvuliga presis, siga tær, ímeðan tær tøma kaffi- koppin og fara til arbeiðis. Fyrstu blóðgevararnir Hóast fyrstu blóðgevararnir longu í morgun komu at lata blóð, eru nýggju hølini tó ikki eru heilt klár enn. – Okkum manglar enn nakrar nýggjar tappistólar og nøkur nýggj tappiborð. Inntil tað kemur, nýta vit gomlu stólarnar og nøkur gomul rulliborð, greiða tær frá. Sum skilst, var øll hend- an vikan sett av til at flyta, og tí varð roynt at tappa niðurfyri, so tey kundu flyta í friði. Men, sum ein teirra segði, – Mann veit aldrin hvussu nógv blóð verður nýtt, og hesa vikuna hevur verið tørvur á nógv- um blóði. Tí tóku tær fyrstu blóð- gevararnir inn í dag, hóast hølini enn ikki eru heilt klár. – Tað hevur gingið fínt at tappa, sjálvt um her kanska er nakað rokaligt. Í prin- sippinum fungerar alt sum tað skal, okkum manglar bara nakað av innbúgvi, sum skal fáast upp á pláss, greiðir Ivy Hansen frá. Tá alt tað nýggja inn- búgvið er komið, fara fýra stólar at vera í tappingar- hølinum. Ivy sigur, at tey, sum koma til teirra at tappa blóð, eru blóðgevarar og so sjúklingar, sum mugu taka blóðroyndir ofta. – Á ambulatoriinum er ofta long bíðitíð, so sjúk- lingar, sum mugu hava akuttar blóðroyndir, koma sum oftast til okkara, greiðir Ivy Hansen frá. Nýggj inngongd Á Rannsóknarstovuni ar- beiða 18 fólk, tá tey eru flest. Tey gera øll alt arbeiði, hóast fleiri hava specialiserað seg innanfyri okkurt ávíst øki. Men tær eru allar samdar um, at arbeiðið verður munandi lættari, nú alt verður á ein- um stað. – Nýggju hølini eru heilt víst nógv betri enn tey gomlu vóru. Nú hava vit alt á einum stað og arbeiða øll saman á sama stað. Vit hava nógv betri pláss nú, enn vit høvdu áður, so vit eru øll ógvuliga glað fyri hetta, siga tær. Tað einasta, tær bera ótta fyri, er, at fólk ikki fara at finna runt í nýggja bygn- inginum. – Okkara nýggja inn- gongd er beint við síðuna av inngongdini til kapellið. Her er væl skeltað, so um fólk vita hvar tey skulu leita, so finna tey okkum nokk, staðfesta tær. – Ja, skrivað endiliga tað, heldur ein teirra fyri, – Nú hava vit fingið nýggj og flott høli, tað gongur bæði skjótt og lætt við tapping- ini, so tað einasta okkum nú manglar, er donorar... Hinar taka flennandi undir við henni. Hóast alt flytiarbeiðið ikki er liðugt enn, so er nýggi hospitals- bygningurin tikin í nýtslu. Í morgun komu teir fyrstu blóðgevararnir, og harvið vórðu nýggju hølini hjá Rann- sóknarstovuni alment tikin í nýtslu REPORTASJA Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo myndir: Jens Kristian Vang Higartil hava tey á Rann- sóknarstovuni starvast á fýra ymisksum støðum. Ein partur av arbeiðnum varð gjørdur í neystinum hjá Havnar Róðrarfelag, summi starvaðust á 3. hædd í gamla bygninginum, summi á 4. hædd og okkurt arbeiði var eisini gjørt í kjallaranum á D4, sum er psykiatriska deild. Amy Hansen, leiðandi bioanalytikari sigur, at nú eru øll starvsfólkini savnað á einum stað, nevniliga í kjallaranum í nýggja bygn- inginum. – Hetta skuldi helst gjørt okkara arbeiði nakað væl effektivari, nú vit sleppa frá at renna ímillum deildirnar, sigur hon, ímeðan hon vísir runt. Góð høli Hølini eru stór og ljós, og allastaðni eru fólk í sving. Nakrar eru, sum arbeiða við blóði, men tær allar flestu rudda og seta ting uppá pláss. Undan einum vaski síggj- ast føturnir á einum hand- verkara, sum liggur flatur á rygginum og stríðist við at fáa tað síðsta liðugt. Vit fara inn í kaffirúmið, har borðið er búgvið av al- skyns góðum. – Vit eru blivnar for- kelaðar í dag, eftirsum at hetta er fyrsti dagurin, greiða tær frá. Tær lata allar sera væl at nýggju hølunum. – Sjálvt um her er so stórt, so er ikki so nógvur larmur allíkavæl, sigur ein teirra. – Vit hava fult av maskinum, men larmurin av teimum forsvinnur bara. Eg veit ikki hvar hann fer, Nýggi hospitalsbygningurin: Fyrstu blóðgevararnir Ætlandi verður almenn móttøka í nýggja sjúkrahúsbygninginum fríggjadagin 1. oktober, kl. 14 – 17, har møguleiki verður at síggja allan bygningin. Ivy Hansen, leiðandi bioanalytikari, sæst her við maskinuna, sum kannar um bakteriuvøkstur er í blóðinum. – Hølini eru nýggj, men allar maskinurnar eru tær somu, sum vit høvdu áðrenn, sigur hon Tappingarhølið. Her er alt ikki heilt liðugt enn, m.a. er nýggja innbúgvið ikki komið. Í stólinum situr Andrew Vang, sum náddi at fáa gullnál, t.v.s. at lata blóð 50 ferðir, í gomlu hølunum. Nú byrjar hann umaftur her í teimum nýggju hølunum Her sita tær allar og njóta ein góðan morgunmatarbita, áðrenn næsta lið av donorunum koma. – Vit eru blivnar forkelaðar í morgun, eftirsum hetta er fyrsti morgun, vit sita her, siga tær. Nýggju hølini eru góð, ljós og rúmlig. Í hesum døgum hava tær allar úr at gera við at skipa alt og fáa tað sett upp á pláss C M Y K 17 16 Opel Vectra 2.0 DTH Brennievni: Litur: Kilometrar: Árgangur: Sýnaður: Kostnaður: 149.000 Diesel Svart 131.000 2000 Mars/ 2004 www.bilarge.fo