Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-01, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2016síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 2. desember 2016 Hevur Javnaðarflokkurin átta, sjey ella seks tingfólk? Nú komið er inn í jólamánaðin – og næst­an mánaður er liðin, síðani føroyingar valdu síni fólk at manna kommunustýrini kring land­ið, hava flestu stýrini skipað seg, summi form­liga, onnur við avtalum um formligt sam­starv, sum skal skipast í seinasta lagi á nýggj­ár­inum. Í Havn var mikil orrusta um skipan av nýggj­ari býráðsleiðslu, eftir at Fólka­flokk­ ur­in breyt eina undirskrivaða fráboðan um, at Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sam­bands­flokk­urin skuldu skipa samgongu fyri val­skeiðið 2017-2020. Og á Tvøroyri var ikki minni rok, tá borg­ar­stjórin fyri Javnaðarflokkin ikki var á lista­num hjá flokkinum á Tvøroyri – og sama dag sum listarnir skuldu vera inni, gjørdi ein nýggjan lista. Hesin nýggi listin gjørd­ist størstur á Tvøroyri. Og hóast javn­ að­arfólk kanska manna seks av sjey bý­ráðs­ sess­um á Tvøroyri, so situr tann form­ligi Javn­að­arflokkurin uttan fyri ávirkan á Tvør­oyri næstu fýra árini. Tað er hent áður, at Javnaðarflokkurin fer í tvín­ingar á Tvøroyri. Men tað ser­ merkta hesaferð er, at tað er ein løg­tings­ mað­ur hjá Javn­að­ar­flokki­num, sum setir flokk­in uttan fyri ávirkan. Tað merkir so – alt annað líka, sum tey plaga at siga – at Kristin Michelsen held­ur ikki verð­ur valevni hjá Javnaðarflokkinum til løg­tingsvalið næstu ferð. Tað málið í sjálvum sær kann skapa stór­ ar trupulleikar hjá løgtingssamgongunini. Spurn­ing­urin er, hvørja støðu Javnaðar­ flokk­ur­in fer at taka. Í 2013 varð Gerhard Lognberg koyrdur úr flokki­num, tí hann í tíð og ótíð var ósamdur við flokk­in. Tað kann valla vera størri brot, enn at seta flokkin uttan fyri ávirkan í einari kommunu. Tí stendur Kristin Michelsen fyri eini út­ blak­ing – um somu reglur enn eru galdandi. Men politikkur snýr seg um ávirkan. Og um tað at koyra Kristin Michelsen úr flokk­ inum merkir, at Javnaðarflokkurin miss­ir ávirkan, so er tað als ikki vist, at eitt so víð­ gongd stig verður tikið. Long tíð er til næsta løgtingsval, og tí ber til at lekja sárini á Tvøroyri til ta tíð. Men lekjast tey ikki, so má einaferð røkka ella støkka. Hóast talið av nýggjum bilum framvegis veksur, so er vøksturin minkaður niður í helvt seinastu mánaðirnar. Higartil í ár eru skrásett 2.523 nýggj akfør í Føroyum. Av teimum eru 1.838 persónbilar. Av samlaðu skrásetingini av akførum er talan um ein vøkstur upp á 7,59 prosent framgongd í mun til sama tíðarskeið í fjør. Um vit bara tosa um persónbilar, so er talan um ein vøkstur upp á 9,34 prosent vøkstur fyrstu 11 mánaðirnar í ár. Politikkur snýr seg um ávirkan Vøksturin minkar Nýggir bilar Les eisini blaðið á telefonini Søgan fer at fríkenna meg Tráin P. Nónklett Tíðargrein síða 26-27 Vit skulu tora Ítróttur síða 28-29 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri – Hetta skulu vit ikki góðtaka, halda fyrrverandi løgmenn Tað heldur Jóannes Eidesgaard, fyrrverandi løg­ mað­ur, eftir at ráðharraráðið hjá Norð­ur­landa­ ráð­num hevur havnað føroysku umsóknini um før­oysk­an limaskap í Norðurlandaráðnum. – Nú eiga føroyingar at taka seg heilt úr ar­beið­i­num í Norðurlandaráðnum, í hvussu so er í eina tíð, sigur hann. Við Rás2 um dagarnar vísti hann á av­gerð­ ina hjá ráðnum um enn einaferð at sýta fyri at ganga eini umsókn frá føroyingum á møti, tí at vit ikki eru ein sjálvstøðug tjóð. Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað sum eyð­kenn­ir arbeiðið í Norðurlandaráðnum er okk­ara felags mentan. – Tað er hetta, sum bindur okkum saman og tí skilji eg ikki, at Føroyar, Grønland og Á­land ikki kunnu fáa sjálvstøðugan limaskap í Norð­ur­landa­ráðnum, sigur hann. Tí heldur hann rætt og slætt, at føroyingar skulu bara halda seg burtur, til limirnir í Norð­ur­landa­ráðnum finna útav at geva okk­ um somu støðu í Norðurlandaráðnum sum hin­ir limir­nir hava. – Soleiðis kunnu vit vísa okkara ónøgd, held­ur Jóannes Eidesgaard. Ein annar fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Jo­hannesen er samdur við Jóannes Eides­gaard. Hann spyr á Facebook, hvat nú er at gera, eftir at føroyingar ikki eru væl­ komnir at gerast fullgyldugir limir í Norð­ur­ landa­ráð­num – Um vit einki gera, so gerast vit ongantíð sjálv­støðugir limir. So nú skulu vit seta okk­ um spurningin, um vit veruliga ynskja at vera í einum felagsskapi sum ikki vil hava okk­um, sigur hann. – Hetta hevur einki við »bad feelings« at gera, men heldur um vit virða okkum sjálvi sum tjóð ella ikki. Her stóðu vit saman, so nú er fram­haldandi at standa saman, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Skulu halda okkum burtur frá Norð­ur­landa­ráð­num Teir báðir fyrrverandi løgmenninir, Jóannes Eidegsaard og Kaj Leo Holm Johannesen eru ikki fegnir um avgerðina um at nokta Føroyum limaskap í Norðurlandaráðnum