hósdagur 1. desember 2016síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
3
Roknskaparleiðari til Svend Krosstein
Hevur tú royndir innan bókhald/fíggjarstýring,
hevur tú góðan telduførleika og kundi tú
hugsað tær at tikið við nýggjum avbjóðingum í
einum spennandi og hendingaríkum umhvørvi?
So er starvið sum roknskapar leiðarari hjá P/F
Svend Krosstein kanska júst nakað fyri teg.
Starvið
Sum roknskaparleiðari hjá P/F Svend Krosstein
hevur tú við beinleiðis tilvísing til stjóran
yvirskipaðu ábyrgdina av øllum bókhalds- og
fíggjarviðurskiftum hjá felagnum so sum:
• dagliga bókhaldinum, íroknað røkt
av skuldarum,
• fíggjarviðurskiftum felagsins,
• gerð av fíggjarætlanum,
• gerð av roknskapum og
• fyrireiking av tilfari annars til nevndina
Harumframt umsitur tú sum rokn skapar leiðari
starvs fólka viðurskifti felagsins.
Í umsitingini starvast 8 fólk, harav 3 í rokn-
skapar deildini.
Umsøkjarin
Vit ganga út frá, at tú hevur viðkomandi
útbúgving og/ella royndir innan bókhald/
fíggjarstýring og at tær dámar væl at hava
fleiri bóltar í luftini í senn.
Somuleiðis vænta vit, at tú hevur góð leiðslu-
og samstarvsevni, at tú ert útvend/ur, opin og
virkin og at tú ert før/ur fyri at taka ábyrgd.
Góður telduførleiki er ein fyritreyt og kunnleiki
til Navision er ein fyrimunur.
Vit vænta at tú kanst byrja í starvinum
ikki seinni enn 1. mars 2017, men hetta
kann avtalast nærri.
Umsókn
Umsókn við upplýsingum um útbúgving
og royndir verður at senda til:
SPEKT løggildir grannskoðarar Sp/f
Mirjam Haraldsen
Postsmoga 3258
FO – 110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er 18. desember 2016
Allar umsóknir og fyrispurningar verða
viðgjørdar í trúnaði. Hevur tú spurningar
ella ivamál, ert tú vælkomin at seta teg í
samband við Mirjam Haraldsen hjá SPEKT
Staravegur 17,
Postsmoga 3258
110 Tórshavn
Telefon 34 34 34
Telefaks 34 34 35
spekt@spekt.fo
www.spekt.fo
Um fyritøkuna
P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari menning og við okkara 23 dugnaligu starvsfólkum, bjóða vit skjóta og góða tænastu til okkara
viðskiftafólk um alt landið. Sum størsti HVS handil og heilsøla í landinum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan grøna orku, vatnveiting,
hitaverk, sanitet og ventilatión. Harumframt hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi.
Fiskimálaráðið
Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og
vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski
vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av
havtilfeinginum.
Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast
til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:
• Royndarveiða og virðisøking av fiski
• Burðardyggur fiskiskapur
• Búskaparlig og samfelagslig
menning av fiskivinnuni og
førleikamenning í øllum liðum
Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar
kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.
Les meira á fvg.fo
Her finnur tú programmið fyri 2017–20 við
fleiri undirpunktum, umsóknarbløð,
veg leiðingar og annað kunnandi tilfar.
Serligur dentur verður lagdur á, at:
• Vinnan tekur lut í verkætlanini
• Eginfígging, onnur fígging og samfígging er
skjalfest
• Samstarv er við samstarvsfelagar í
Føroyum (almennar og/ella privatar)
og/ella uttanlands.
• At verkætlanin er skipað við einum
stýrisbólki at fylgja við gongdini
Fiskivinnuroyndir kann útluta 8,8 mió. kr.
komandi ár, sum er ein hækking uppá 5,3
mió. kr., til nýggjar og verandi verkætlanir.
Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni
at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara
innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp
til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár).
Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar
verkætlanir ber til at seta seg í samband við
samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini
vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre,
samskipara, við møguligum spurningum.
Umsóknir skulu verða samskiparanum í
fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi
mánadagin 5. desember 2016, kl. 12.00.
Jákup Mørkøre, samskipari
tel.:
35 30 30
fartel.: 55 32 48
tpost: jakupmo@fisk.fo
Umsóknir skulu sendast til:
Fiskimálaráðið
Samskiparin í fiskivinnugransking
P.O.Box 347
Yviri við Strond 15
FO110 Tórshavn
Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins
fíggjarlóg fyri 2017.
FISKIVINNUROYNDIR 2017
Lýsing eftir umsóknum
Hjálpargrunnurin
fyri óarbeiðsførar
fiskimenn
Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar
fiskimenn.
Umsóknarbløð til grunnin fáast við at
skriva til: Hjálpargrunnurin fyri
óarbeiðsførar fiskimenn, Postboks
135, FO-110 Tórshavn.
Ringja á tel. 71 00 71
ella senda teldupost til jkj@jkj.fo.
Føroya Skipara- og Navigatørfelag,
postboks 248 - 110 Tórshavn,
formaðurin hevur tel. 216971.
Føroya Fiskimannafelag tlf. 311569.
Endamál grunsins er:
at veita stuðul til eftirsitandi hjá
føroyskum fiskimonnum, til
niðurberjing av tuberklum ella til annað
sjúkufyribyrgjandi ella lekjandi virksemi í
Føroyum og
at veita stuðul til fiskimenn, ið vegna sjúku
eru óarbeiðsførir sum fiskimenn og ikki
fáa nóg mikið á annan hátt.
Umsóknir til Hjálpargrunnin mugu
vera grunninum í hendi í seinasta lagi
mánadagin 5. desember 2016.
Umsóknir ið koma inn eftir hetta, verða
ikki tiknar við.
Hjálpargrunnurin
TROTABÚGV
Í trotabúnum Sp/f
09.08.10, Trongisvágs
vegur 126, 826
Trongisvágur, skrás. nr.
5544, sks. nr. 3100/2016,
verður einhvør, ið hevur
krøv biðin um, skrivliga at
venda sær til bústjóra,
advokat Petur Even
Djurhuus, Advokatfelagið,
við Strond 4, 100 Tórshavn,
j.nr. 8801116, innan 4 vikur
eftir at hetta er kunngjørt,
og boða frá hesum
krøvum, uppgjørd við
møguligum rentum á
trotadegnum tann 7.
november 2016.
Skjalprógvan fyri
krøvunum og makaskjal
av fráboðanini skulu
sendast við.
Tað verður innkallað til
skiftifund týsdagin tann
24. januar 2017, kl. 09.15,
í skiftirættunum,
C. Pløyensgøta 1, Tórshavn,
at royna fráboðaði krøv og
møgulig onnur krøv.
Ein listi við krøvunum og
við tilmælum bústjórans
og fráboðanum liggja til
eftirskoðan í skiftirættinum
2 vikur innan skiftifundin.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 25. november 2016.