Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2016síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 PERSÓNSSØGA VALDI KÆRLEIKA FRAM UM HERTÆNASTU HALLUR AV RANA 2 0 ára gamli Pauli Sømark minnist væl tann dagin, tá dreymurin um at gerast hermaður av fyrstan tíð fest­ist í hugan. – Eg var ellivu ára gamal, tá familjan var á feriu í Danmark. Ein dagin varnaðist eg ein mann í herklæðum. Eg peikaði á hann og segði við pápa, at har gekk ein hermaður, greiðir Pauli Sømark frá. Tilvildarliga møti við hend­an hermannin setti síni spor í huga­ heiminum hjá unga dronginum, og gjørdist hermenn samtaluevnið millum pápa og son næstu dag­ arnar. – Pápi fortaldi mær tað hann visti um herin, og so kendi hann eisini onkran, ið var í danska her­ inum. Tá eg so fór í starvs­venjing í herinum, tá eg gekk í níggjunda flokki, var eingin ivi longur. Eg visti, at eg skuldi verða hermaður, sigur Pauli Sømark. Dreymurin hjá smádronginum úr Hósvík gjørdist veruleiki nøkur ár seinni, tá hann gjørdist ein av teimum tretivu føroyingum, ið hevur gjørt hertænastu í umleið 350 ára gomul søguni hjá kongaligu lívverjuni. Slapp í herin Tá Pauli Sømark var átjan ára gam­ al fór hann til Danmarkar, har hann á flaggdegnum í 2015 tók lut í upptøkudegnum til grund­leggj­ andi venjingina, sokallaðu basis­ venjingin, hjá danska herinum. – Mett varð, at eg var væl egnað­ ur til hertænastu. Eg eri eitt sindur litblindur, og hoyrnin var ikki heilt í ordan. Slíkt hevur tó bara nakað at siga, um man ynskir at gerast skipari ella flogskipari, so tað bilti einki, sigur Pauli Sømark. Harvið var avgerðin tikin. Í desember byrjaði ungi hós­vík­ing­ urin í danska herinum, har hann gjørdist partur av konga­ligu lív­ verjuni. – Tað er nakað heilt serligt at verða partur av kongaligu lív­ verjuni. Tað er ikki hvør sum helst, ið hevur prøvað tað, og talan er um eina umleið 350 ára gamla siðvenju, ið man verður partur av, greiðir Pauli Sømark frá. Hørð byrjan Tá Pauli Sømark kom til Danmark í desember byrjaði hann í sokallaðu grønari tænastu. Tað er navnið á teimum fyrstu fýra mánaðunum av venjingini til at gerast kongaligur lívverji. Síðan fylgdi fýra mánaðir við bláari tænastu, ið er tíðin, ið um­fatar sjálva hertænastuna sum kongaligur lívverji, – Tann fyrsti mánaðurin var ræðuligur. Tað er tá, at tey royna at bróta ein likamliga og sálarliga. Hvønn morgun vórðu vit vaktir við larmandi pannum og grýtum, meðan vaktararnir kallaðu okkum fyri ónyttur, søgdu vit bara vóru eitt lorta nummar og royndu at bróta okkum sálarliga. Um tú kom til skaða undir venjing ella ikki kláraði trýstið, so var tað út, greiðir Pauli Sømark frá. Harða byrjanin hevði tó eitt endamál. Tað var tá, at roynt var at skilja tey frá, ið ikki megnaði lívið í herinum. – Tað var fyri at sálda tey veik­ astu frá bólkinum. Tað vóru eisini fleiri, ið góvust. Vakmyndatólini fangaðu ein, ið ikki kláraði tað longur. Hann rýmdi á miðjari nátt, klintraði uppum ein fimm metrar høgan múr og rann út í skógina. Vit hoyrdu aldrin frá honum aftur, greiðir Pauli Sømark frá fyrstu tíðini í herinum. Verndareingil Tað var eisini undir fyrsta part­ inum av hertænastuni, at Pauli Sømark sjálvur hevði hug at geva skarvin yvir. Við endan av fyrsta partinum av grønu tænastuni skulu hermenninir nevniliga gjøgnumføra eina langa venjing, har tey í regni, kulda og kava skuldu ganga fleiri dagar í skóginum. Tað er við endan á tí túrinum, at her­menninir fáa Rex merkini, og harvið gerast kongaligir lívverjar. Fyri unga hósvíkingin gjørdist tað ov nógv, tá ein skaði byrjaði at arga. – Vit høvdu gingið í fimm dagar í skóginum við nærum ongum mati og svøvni. Eg fekk ein trupulleika við rygginum, og segði sum var við hinar, at eg megnaði ikki at full­ føra hetta. Kuldin gjørdi, at pínan darvaði ryggin og beinini, greiðir Pauli Sømark frá. Vinmenninir eggjaðu honum at halda á, og søgdu, at tað ikki var so langt eftir. At málið var tætt við. – Tað passaði bara ikki. Vit vóru langt frá málinum, og at enda gav eg upp, og bleiv koyrdur aftur á støðina. Har bíðaði eg eftir boð­ unum um, at eg bleiv blakaður heim, minnist Pauli Sømark aftur á. Boðini um, at hann varð koyrd­ ur heim komu tó aldrin. Í staðin kom ein kvinnuligur kapteynur, og virkaði sum eitt slag av vernd­ ar­eingli. – Hon kom og fortaldi mær, at eg slapp ikki at gevast. At eg sum føroyingur ikki bara kundi geva skarvin yvir. Hon gav mær sjálvsálitið aftur, meðan hon koyrdi meg út aftur í skógin, og eg megnaði at ganga allan teinin, greiðir Pauli Sømark frá. Pauli Sømark dylur ikki fyri, at hann er hesi kvinnu takksamur í dag, tí uttan hana, so hevði hann lag­nan verið ein heilt onnur. – Tað vísti bara tað, at hóast tey koyrdu nógv á okkum, so gjørdu tey alt fyri, at vit skuldu klára tað. Tað er henni at takka, at eg kláraði tað, sigur Pauli Sømark. Brøðralag Tá Pauli Sømark í dag hugsar um tíðina í herinum og hørðu venj­ ingarnar, er hann ikki eina løtu í FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 139 Pauli Sømark gjørdist kendur um alt danska ríkið, tá hann sum kongaligur lívverji legði eina kontaktlýsing út á Facebook í vár. Vit hava tosað við Paula Sømark um lívið í kongaligu lívverjuni og hvussu kontaktlýsingin broytti lív hansara