Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2016síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 139 5 iva um, hvat tað var, ið gjørdi, at hann megnaði at fullføra skeiðið. – Tað var brøðralagið millum okkum lívverjar. Satt at siga, so trúði eg ikki upp á slíkt fyrr enn eg upplivdi tað sjálvur, men tað er ótrúligt hvussu sterkt vinskapurin verður millum persónar, tá teir fara gjøgnum slíkt saman. Tað er eitt vinalag, ið klárar tíðarinnar tonn. Sum slagorðið sigur: »Éngang Garder, altid Garder«, sigur Pauli Sømark. Sjálvt ikki vinalag, ið eru fleiri ár eldri, kunnu samanberast við vina­ bondini, ið Pauli Sømark knýtti í herinum. – Eg havi ein vinmann, ið eg havi verið vinur við síðan áðrenn vit dugdu at ganga. Men tað er ikki í námind av vinskapinum, ið eg havi við teimum, ið eg vandi við. Tað er eitt ótrúliga sterkt bróðurskap, og uttan tað, so hevði eg aldrin klára hetta, sigur Pauli Sømark avgjørdur. Sum fyrsta daman Eftir at hava fullført fyrsta partin var Pauli Sømark klárur til bláa tænastuna, og harvið at halda varð­hald yvir teimum kongaligu. Men hóast venjingin var liðug, so merkti tað ikki, at krøvini gjørd­ ust linari. – Ein vanligur arbeiðsdagur á Amalienborg var, at man var í einum av trimum bólkum, ið var á varðhaldi. Teir tríggir bólkarnar skiftast so at standa á varðhaldi, soleiðis at man stóð tveir tímar hvørja ferð. Tað kann serliga ger­ ast tungt um summarið, tá man stendur har í einum stóru og heit­ um ullbúna, greiðir Pauli Sø­mark frá og heldur fram. – Okkara uppgáva var, at halda skil og ordan. Tað vil siga, at forða fólk­um at fara inn ymsastaðni, forða bilum at steðga á staðnum o.s.fr. Tað krevur, at man klárar at rópa hart, sigur Pauli Sømark. Stórur dentur verður eisini lagd­ur á, at útgerðin hjá kongaligu lív­verjuni er lýtaleys. – Við byrjanini av tænastuni fingu vit eina gamla, slitna leður­ tasku, ið hevur eitt virði á 10.000 krónur, ið vit skuldu brúka við búnanum. Síðan fingu vit vatt og ymiskt at pussa taskuna við, og var tað okkara uppgáva, at taskan altíð var rein og skínandi, sigur Pauli Sø­ mark. At pussa eina slíka tasku, so at hon klárar støðið hjá kongaligu lív­ verjuni, er ikki sum at siga tað. – Eg var heppin og fekk eina rímiliga flotta tasku, men eg brúki 20-25 tímar at pussa mína. Tá hevur man lagt so nógv arbeiðið í task­una, at man byrjar at fara við henni, eins og hon er tín fyrsta dama, sigur Pauli Sømark. Drotningin heilsaði Tað eru fleiri støð, ið kongaliga lív­ verjan vanliga er á varðhaldi. Tað er Amalienborg, við íbúðirnar hjá kongaliga lívverjuni í Keyp­manna­ havn, Rosenborg, Marselisborg í Aarhus, Fredensborg í Norður­ sælandi og Kastellet í Keyp­manna­ havn. Harumframt eru kongaliga lívverjan á varðhaldi ymsastaðni, ið drotningin og krúnprinsahjúnini fara. Hóast kongaliga lívverjan kem­ ur tætt upp á tey kongaligu, ið flest onnur bara síggja í bløðum og sjónvarpi, er tað óvanligt, at teir hava nakað samband við tey konga­ligu. Pauli Sømark hevur tó eitt ser­ ligt minni, tá hann stóð á varðhaldi í Fredensborg. Drotningin var á slottinum í nakrar vikur í summar, og tí var kongaliga lívverjan sjálv­ andi til staðar. – Ein dagin tá eg standi á varð­ haldi síggi eg, at bilur hennara kemur koyrandi. Í tí hon kemur koyrandi framvið, hyggur hon upp á meg og heilsar. Tað er eitt stutt­ ligt minni at hava, greiðir Pauli Sø­ mark frá. Minnini hava fest seg Í fýra mánaðir stóð Pauli Sømark á varðhaldi á teimum ymisku støðunum, og hóast tað ikki altíð var serliga spennandi at standa stillur í nærum tveir tímar, so eru tað nakrar løtur, ið hava fest seg í minnið. – Tað sterkasta minnið er frá eini sunnunátt, tá eg og ein ann­ ar hildu vakt við íbúðirnar hjá konga­liga lívverjuni. Klokkan var fýra um náttina og hvørgin av okkum hevði nakran serligan hug at vera har, tá tríggjar gentur koma súkklandi framvið. Brádliga rópa tær: »Patter«, og hálaðu blusurnar upp, og súkklaðu síðan víðari, greið­ir Pauli Sømark og heldur fram. – Seinni sama kvøld komu tvær gentur yvir til okkara og spurdu, um tær kundu fáa okkara tele­ fonnummar. Tað hava vit ikki lov til, men vit gjørdu eitt undantak. Framhald á síðu 6 AN Eg avgjørdi ikki at fara niður aftur, og tveir mánaðir seinni fór eg á knæ og spurdi hana, um hon vildi verða mín. Hon segði ja