hósdagur 1. desember 2016síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
6
Seinni settu tær seg í samband við
okkum og vit fóru ein túr út í býin
saman, sigur Pauli Sømark.
Tað kom eisini fyri, at Pauli
Sømark hoyrdi sítt móðurmál, tá
hann var á varðhaldi.
– Vit sluppu ikki at tosa við fólk
uttan so, at tey spurdu okkum
okkurt ávíst. Men um eg hoyrdi
onkran tosa føroyskt, so teskaði
eg vanliga líka, at eg eisini eri før
oyingur, greiðir Pauli Sømark frá.
Kendur um alt ríkið
Meðan Pauli Sømark var undir
venjing, varð skipað fyri eini
fínari veitslu, Blå Fest, ið skuldi
hátíðarhalda, at hermenninir
høvdu megnað venjingina, og
gjørdust kongaligar lívverjar. Í inn
bjóðingini til veitsluna stóð, at hon
var til Paula pluss ein aftrat.
Nú vóru góð ráð dýr, tí harða
venjingin hevði gjørt, at Pauli
Sømark einki sosialt lív hevði havt
í Danmark.
– Eg hevði hug at royna nakað
øðrvísi, so ein vinmaður skrivaði
ein tekst fyri meg, ið eg legði út á
Facebook. Tað var, at eg manglaði
eina gentu at taka við til hesa
veitsluna, og um tað var nakar,
ið var sinna at koma við, so kundi
viðkomandi skriva til mín, greiðir
Pauli Sømark frá.
Einasta kravið var, at gentan
hevði ein gallakjóla og ein cocktail
kjóla, ið hon kundi lata seg í út á
kvøldið, og vóru møguligir um
søkjarar bidnar um at senda ein
stuttan tekst um seg sjálvi og siga
hví júst viðkomandi skuldi sleppa
við.
– Tá eg hevði lagt tekstin út á
mína Facebook-vangamynd, bað
eg teir tíggju, ið búðu í sama rúmi
sum eg, at deila tað víðari. Teir so
gjørdu, men lítið visti eg, at tað fór
so víða um.
Pauli Sømark gjørdist nevni
liga landskendur um alt Dan
mark. Serstaka Facebook-kontakt
lýsingin ferðaðist víða um.
– Tá fólk á hernaðarstøðini
fingu tað at vita byrjaðu tey at
deila hana, og áðrenn eg visti av,
høvdu meira enn 1.000 fólk deilt
hana, umframt at føroyskir og
danskir miðlar vístu søguni ans. At
enda høvdu umleið 6.000 fólk deilt
mína lýsing, sigur Pauli Sømark.
Serstaka kontaktlýsingin hjá
unga hósvíkinginum virkaði eisini.
– Umleið 300 gentur skrivaðu til
mín og vildu sleppa við til veitsl
una. Eg valdi so eina gentu úr
Keypmannahavn, ið var millum
tær fyrstu at skriva, og slapp hon
við mær til veitsluna, sigur Pauli
Sømark.
Ein serlig genta
Lítið visti Pauli Sømark tó av, at
kontaktlýsingin var byrjanin til
nakað nógv størri. Tí millum tær
300 genturnar, ið vístu áhuga, so
vóru eisini nakrar føroyskar, ið
skrivaðu.
– Tað var ein genta, ið skrivaði
til mín, tí hennara vinkonur arg
aðu hana við, at hon ikki tordi
skriva. Men tað tordi hon, og skjótt
byrjaðu vit at skriva regluliga sam
an. Hetta var í februar, og samskifti
vaks í vavi sum við nærkaðust
summarinum, og vit byrjaðu at
tosa saman í telefon og skriva brøv
til hvønn annan.
Í august var tíðin hjá Paula
Sømark í herurin liðug, og fekk hann
møguleikan at fara heim í tríggjar
vikur summarferiu. Tær vikurnar
broyttu framtíðarætlanirnar hjá
unga hermanninum.
– Eg ætlaði mær avstað aftur,
men hevði avtalað við Sáru, at um
hon bíðaði eftir mær, so skuldu vit
møtast í august. Vit so gjørdu, og
fullu beinanvegin fyri hvørjum
øðrum. Eg avgjørdi ikki at fara nið
ur aftur, og tveir mánaðir seinni fór
eg á knæ og spurdi hana, um hon
vildi verða mín. Hon segði ja, sigur
ein fegin Pauli Sømark.
Spurdur um hann nakrantíð
angrar, at hann gjørdi so skjótt av,
og slepti sínum framtíðardreymum,
er Pauli Sømark skjótur at svara.
– Slett ikki. Sára er tann rætta
fyri meg, og eg hevði einki at missa,
so eg fór bara á knæ og gav henni
ein ring. Tað einasta hon hevur sagt
er, at hon ikki vil hoyra nakað um
hasa kontaktlýsingina, veitsluna
og donsku gentuna, sigur Pauli
Sømark flennandi.
Herurin dregur
Eftir at Pauli Sømark kom heim
aftur til Føroyar byrjaði hann á
Handilsskúlanum á Glasi. Hóast
hann er glaður fyri at vera aftur
í Føroyum, so dregur gamal lívið
í hann.
– Eg ætlaði at fara og útbúgva
meg víðari í herinum, og tann ætl
anin er ikki slept enn. Tað inniber
tó, at eg møguliga má í kríggj,
greiðir Pauli Sømark frá.
At Pauli Sømark ætlar sær av
stað kemur ikki óvæntað á dam
una, ið stuðlar honum. Verri er tó
við øðrum familjulimum.
– Daman og systur mín stuðlar
mær hundrað prosent, men for
eldrini vilja ikki hoyra talan um,
at eg møguliga verður sendur út í
kríggj. Men tað er so ósannlíkt at
tað hendir, at eg vænti, at eg klári
at sannføra foreldrini um, at tað
ikki er so vandamikið, sigur Pauli
Sømark.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA
Tað er nakað
heilt serligt at
verða partur
av kongaligu
lívverjuni. Tað
er ikki hvør
sum helst, ið
hevur prøvað
tað, og talan
er um eina
umleið 350
ára gamla
siðvenju, ið
man verður
partur av
Tá hevur man
lagt so nógv
arbeiðið í
taskuna, at
man byrjar at
fara við henni,
eins og hon
er tín fyrsta
dama