Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-01, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2016síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 139 7 Søkt verður eftir einum starvsfólki til sosialpsykiatriska toymið í Trivnaðardeplinum í Eysturoy/Norðoyggjum at arbeiða 30 tímar um vikuna, frá 17. februar 2017 til 1. desember 2017. Um starvið Sosial psykiatriska toymið hevur til endamáls at veita stuðul til vaksnar heimabúgvandi borgarar, við avmarkaðum sálarligum/sosialum førleikum, so teir hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Toymið er partur av Eind 8 í Trivnaðardeplinum. Førleikar Útbúgving sum námsfrøðingur, sjúkrarøktarafrøðingur, heilsurøktari ella ergoterapeutur. Vitan og royndir innan sosialpsykiatri kann vera ein fyrimunur. Setanar- og lønarviðurskifti Setanar- og lønartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarafrøðingar, Heilsurøktarafelagið ella Ergoterapeutfelagið. Freist Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. desember 2016 kl. 12. Sí lýsingina á heimasíðu okkara: www.av.fo Barsilsfarloyvisstarv til sosialpsykiatriska toymið í Eysturoy/ Norðoyggjum av.fo>Leys størv StarvSlýSing Laborantur í fast starv á Mikrobiologisku kanningarstovuni vit sóknast eftir starvsfólki til spennandi starv á mikrobiologisku kanningarstovuni á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. arbeiðið er skipað við skifti millum arbeiðsuppgávur, soleiðis at tú kemur at arbeiða við ymiskum avbjóðingum. Starvsinnihald • Mikrobiologiskar kanningar av: • Matvørum • Drekkivatni • Fóðri • Umhvørvi • Menning og viðlíkahald av góðskuskipan • Innkoyring av kanningarháttum • Arbeiði við telduskipanum sum LIMS • Samskifti við viðskiftarar og eftirlitsdeild Krøv til útbúgving og førleika Tú skalt hava lokið prógv sum laborantur, ella hava aðra viðkomandi útbúgving. neyðugt er at duga føroyskt og/ella annað norðurlendskt mál. Harafturat er tað fyrimunur, um tú hevur royndir við: • arbeiði á kanningarstovu • góðskustýring – serliga eftir ISO 17025 • telduskipanum til kanningarstovur (LIMS) og elektroniskum journalskipanum Vit vænta eisini at tú: • dugir at arbeiða miðvíst, bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum • ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta og samstarva Tíð og setanarviðurskifti Starvið er fast starv, við setan frá 1. januar 2017, ella skjótast til ber. Starvið er skipað á Mikrobiologisku deild, men tú kemur eisini at samstarva við hinar kann­ ingarstovurnar á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Arbeitt verður fulla tíð. Lønt verður sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Sí sáttmála og lønartalvu á www.lnd.fo. Umsókn Umsókn við avriti av prógvi, eftirútbúgving, starvsroyndum og viðmælum, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 9. desember 2016. Umsókn skal sendast til hfs@hfs.fo. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Jógvan Páll Fjallsbak, deildarleiðara á Mikrobiologisku deild, tlf. 556490, jpf@hfs.fo. Um Mikrobiologisku kanningarstovuna Mikrobiologiska kanningarstovan er partur av Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og veit ir mikrobiologiskar kanningar til vinnulív, eftirlit og gransking. Kanningarstovan er altjóða góðkend eftir DS/EN ISO/IEC 17025, og er undir eftirliti av DANAK (Dansk akkreditering). Á Mikrobiologisku kanningarstovuni arbeiða 10 starvsfólk. Tak niður Faroe Law app’ina her iPhone Android BILAR TIL SØLU www.faroelaw.fo Vegna trotabúgvið Sp/f BGC verður ein bilur av slagnum Ford Transit, við last, diesel, árgangur 2004, lýstur til sølu. Bústjórin tilskilar sær rætt til frítt at velja og vraka millum innkomin boð ella einki at taka. Eisini tilskilar bústjórin sær rætt til at fara í samráðingar við tey sum hava boðið við tí endamáli, at selja til hægstbjóðandi. Skrivlig boð skulu vera Óla M. Hansen, advokati, í hendi í seinasta lagi 16. desember 2016, kl. 12.00. Boð kunnu sendast til Advokatpartafelagið Faroe Law, Postboks 158, 110 Tórshavn, ella til oha@faroelaw.fo Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Óla M. Hansen, advokat, á tlf. 669900, fax 359901, ella teldupost oha@faroelaw.fo Sosialurin 341800 eblaðið sos.fo