hósdagur 1. desember 2016síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
8
TEMA: Fátækradømi
SÓLVIT E. NOLSØ
“Dýrd veri Gudi á hæddini, friður
á jørðini, í menniskjum góður
tokki”. Soleiðis sigur evangeliið
eftir Lukas í samband við at Jesus
var føddur og vit nú kundu fegnast
um, at frelsari heimsins var føddur.
Hjá okkum hava vit ein felags
skap, ið hevur tikið sær navn
eftir hesum. Í Menniskjum Góður
Tokki var stovnaður í 2010, sum
ein liður í at gera jólini hjá fíggjar
liga sperdum familjum eitt sindur
lagaligari. Tey, ið stóðu handan
felagsskapin søgdu, at tað vórðu
ov nógvar familjur, ið sótu illa
fyri og tað merktist serliga væl á
jólum. Tá almenni myndugleikin
ikki vildi taka uppgávuna í álvara,
so vildi mann bøta um støðuna á
henda hátt.
Serliga hart bleiv koyrt á und
anfarnu samgongu, ið var eitt
samstarv millum Fólkaflokkin,
Sambandsflokkin, Sjálvstýris
flokkin og Miðflokkin, fyri ikki
at gera nóg nógv fyri familjur og
serliga børn, sum høvdu nokk at
liva fyri. Ein sending í sjónvarp
inum undan jólum í 2015 gjørdi
eisini sítt til, at øði rættiliga kom
í og nógv kravdu eina broyting í
hugburði frá tí almenna mótvegis
teimum, ið sótu illa í tí.
Júst hetta evnið spældi eisini
ein stóran leiklut í undanfarna
løgtingsvalinum, har táverandi
samgonga fekk ein frammaná á
valinum og misti meirlutan til tá
verandi andstøðu, Javnaðarflokk
in, Tjóðveldi og Framsókn.
Herfyri skrivaði Annlis Bjark
hamar, ið var ein stovnari av Í
Menniskjum Góður Tokki, á sín
um Facebook vanga, at hon, sum
hartaði undanfarnu samgongu
so nógv, fyri ikki at arbeiða fyri at
basa fátækradømi, var vónbrotin
av sitandi vinstarvendur sam
gongu, sum enn einki hevði gjørt
fyri veruliga at basa fátækra
døminum í Føroyum. Eingi átøk
vórðu framd fyri veruliga at
basa fátækradøminum. Einans
bráfeingis hjálp sum eitt fam
iljuískoyti, ið einans er eitt plást
ur á sárið hjá teimum, sum hava
brúk fyri varandi hjálp. Fram
vegis eru tað felagsskapir sum
Frelsunarherurin og Reyði Krossur,
ið vit mugu líta á fyri at veita tað,
sum treingjandi familjur hava
brúk fyri, sigur Annlis Bjarkhamar.
Kristianna Winther Poulsen,
tingkvinna fyri Javnaðarflokkin,
svaraði Annlis Bjarkhamar aftur
í einum lesarabrævi. Hon vildi
ikki hava sitandi á sær, at sitandi
samgonga einki hevði gjørt. Sam
bært Kristionnu Winther Poul
sen, so hevur ein skattalætti til
lág- og miðallønt, familjuískoyti,
hægri barnafrádráttur fyri børn
undir skúlaaldur og lægri kring
varpsgjald havt við sær, at familjur
í dag hava fleiri túsund krónur um
árið at liva fyri. Tí metir hon tað
verða ógrundað, at Annlis Bjark
hamar skal leggja samgonguna
undir fyri einki at gera.
Eitt er, at kjakast um hvat er
gjørt. Tað kunnu vit sjálvandi
altíð gera. So kunnu viðkomandi
argumentera hvør í sínum lagið
fyri sínum átøkum og hvørt tey
gera mun ella ikki. Ein trupulleiki,
ið vit tó hava er, at hagtølini, ið vit
alment kunnu lesa eru frá 2014.
Vit skriva skjótt 2017 og tískil er
tað sera torført at gera nakrar
skilagóðar niðurstøður grundað
á hagtøl. Tískil er tað ógreitt um
nøkur broyting er hend sum eitt
úrslit av skiftandi samgongu ella
um hagtølini fyri fólk í fátækra
dømi eru blivin betri.
Hvat hevur samgongan
gjørt higartil?
At Annlis Bjarkhamar hevur
sterkar atfinningar móti sitandi
samgongu fyri einki at hava gjørt,
leggur sjálvandi upp til, at kanna
um pástandurin passat. Kristi
anna Winther Poulsen sigur nakað
annað, men hon er partur av sam
gonguni og fer tískil í verjustøðu
beinaveg. Hvat er rætt og skeivt at
gera kunnu vit kjakast um leingi,
men samgongan skal jú haldast til
svars fyri tað samgonguskjal, ið tey
hava skriva sín arbeiðssetning í.
Í samgonguskjalinum, ið bleiv
gjørt í september 2015, hevur sam
gongan orða soljóðandi setning um
lág- og miðallønt umframt tey, ið
liva undir fátækramarkinum.
Her verður sagt, at barna
familjur, ið liva undir fátækramark
inum, skulu hava ein bráfeingins
lætta. Hvat hevur samgongan av
rika?
Lógin um familjuískoyti kom
í gildið 24. des. 2015. Lógin gevur
støkum upphaldarum og/ella fam
iljum við barni undir 18 ár, og sum
ÁBØTUR GJØRDAR, N
Kjakið hevur stungið seg upp aftur um politisku
samgongu hjá okkum og hvussu nógv hon
hjálpir ella ikki hjálpir teimum, ið liva í einum
fátækaváða ella fátækradømi. Higartil hava tey
í fátækadømi einans fingið plástur á sárið
Annlis Bjarkhamar og Kristianna Winther Poulsen hava kjakast
um hvat samgongan hevur gjørt fyri fátøk í Føroyum
Greining: