Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2016síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 139 9 NÝSKIPANIR MANGLA hava eina inntøku lægri enn kr. 190.000, kr. 18.000 afturat um árið. Upp­hæddin hækkar um børnini eru fleiri. Sambært Fíggjarmálaráð­num, so eru í játtanarkørmunum fyri 2017, 12 milliónir settar av til at hækka barnafrádráttin fyri børn und­ir skúlaaldur úr kr. 6500 og upp í kr. 9200 árliga. Kringvarpsgjaldið er eisini end­urskoða, sum ætlanin var. Nú verð­ur tað ásett fyri vaksnar per­ sónar, heldur enn húskir. Tað vil siga, at ein vaksin yvir 24 ár rindar kr. 1800 um árið í kringvarpsgjaldi, heldur enn kr. 3600. Um tað eru tvey vaksin saman í einum húski, rinda tey kr. 3600 tilsamans. Um tú er stakur uppihaldari, rindar tú kr. 1800. Gjaldið verður tikin inn um­ veg­is skattin. Umleggingin fekk stóra ávirk­an á fyritøkur, ið nú rinda nógv meir. Fyrr rindaðu fyritøkur vanligt kring­varpsgjald sum øll onn­ur, men nú veksur upphæddin eftir hvussu stórar lønarútreiðsl­ur fyri­tøkan hevur. Fyritøkur við løn­arútreiðslum undir kr. 100.000 rinda ikki kringvarpsgjald, men eftir­fylgjandi hækkar tað og um tú hevur lønarútreiðslu áljóðandi 10 mió. ella meir, rindar fyritøkan kr. 12.000 árliga í kringvarpsgjaldi. Skattastigin bleiv eisini broytt­ ur. Eitt stig afturat kom inn í skatta­ talvuna. Broytingin kom serliga teimum til góðar, ið hava eina inntøku millum kr. 65.000 og kr. 235.000. Fyri tann inntøkubólkin er skatt­urin lækkaður úr 20% niður í 15%. Fyri inntøkubólkin kr. 235.000 til kr. 330.000 er landsskatturin óbroyttur, á 20% men hjá teimum, ið liggja á eini inntøkur á kr. 330.000 til kr. 500.000, er skatturin hækk­ aður við 5%. Úr 20% upp í 25%. Fyrri skattastigin hevði ein lands­ skatt á 20% hjá teimum, ið lógu millum kr. 65.000 og kr. 500.000 árligari inntøku. Lestrarstuðulin er eisini hækk­ aðu við kr. 500, men har tað veru­liga skal gerast nakað fyri at fólk skulu sleppa undan lang­tíð­ar­fátøkra­ dømi, tær stóru nýskipaninar, eru ikki framdar enn. Her er tað, ið sam­gongan veruliga eigur at hald­ ast til. Annlis Bjarkhamar hevur fyri sovítt rætt tá hon sigur, at enn eru bert bráfeingis átøk framd. Samgongan kallar tað eisini fyri tað í samgonguskjalinum, tí kann hon illa hartast fyri tað. Tey stóru tøkini sum samgongan nevnir í sín­um arbeiðssetningi, broytt­an bú­stað­armark­nað og lægri kost­ nað­arstøri, eru enn ikki tikin. solvit@sosialurin.fo LÆTTI TIL LÁG- OG MIÐALLØNT SÓLVIT NOLSØE Fíggjarligir lættar verða veittir lág- og miðalløntum, herundir pensjónistum og lesandi. Hetta skal fáa størri part av ríkidømi landsins út í peningarenslið og á tann hátt styrkja búskapin og at gera tað liviligari hjá øllum. Skatta­grundarlagið verð­ur breiðkað, so trýstið á lønar­inn­tøk­una minkar. Barnafamiljur, ið liva undir fátækramarkinum, skulu hava bráð­ feingis lætta. Kring­varps­gjald­ið verður endurskoðað, barnastuðul verður latin børnum und­ir skúlaaldri, og lestrarstuðulin verður hækkaður. Nýskipanir innan almanna­økið skulu tryggja øllum borgarum góða tænastu, rættartrygd og møguleikar at liva og virka í Føroyum, og málið er, at eingin skal liva undir fátækramarkinum. Ein bøttur íbúðarmarknaður og átøk fyri at lækka kostnaðarstøð­ið skulu gera tað lættari hjá fólki at fáa endarnar at røkka saman Úr samgonguskjalinum