hósdagur 1. desember 2016síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
10
TEMA: Fátækadømi
SÓLVIT E. NOLSØ
í 2015 var avgjørt at Barnabati
skuldi yvirtaka virksemið hjá
grunninum Í Menniskjum Góður
Tokki. Grunnurin hevði tá virkað
síðani 2010. Tá so jólahjálpin 2015
var á skránni, var Barnabati partur
av hesum virksemi, við tí fyri eyga
at tey kundu seta seg inn í allar tær
ymisku mannagongdirnar, fyri at
endaliga kunna yvirtaka virksemi
í januar 2016. Í ár er sjeynda árið á
rað, at peningur verður savnaður
inn til fíggjarligar sperdar barna
familjur, men fyrstu ferð við
Barnabata við róðrið.
Tað var í 2010, at Annlis Bjark
hamar fór undir átakið, fyri at
lætta um hjá fíggjarliga sperdum
familjum. í fjør ynskti hon tó at
onkur annar tók um endan, og tá
fall tað so undir veingirnar hjá
Barnabata, har Djóni Eidesgaard
er aðalskrivari.
Týsdagin á middegi lat umsókn
arsíðan, har til ber at at søkja um
jólahjálp frá Í Menniskjum Góður
Tokki, upp.
Djóni Eidesgaard kann ikki siga
hvussu tað fer at verða við um
sóknum í ár, men hann metur, at
tað er eingin orsøk at halda, at tær
fara at verða færri í tali í ár, enn
undanfarnu ár.
Sambært Djóna Eidesgaard,
komu 440 umsóknir inn til jóla
hjálp í fjør. Henda eina tíman
meðan vit sita inni á skrivstovuni
hjá Barnabata, og gera samrøðuna,
koma fleiri umsóknir inn, og hetta
er fyrsti tímin, tað er møguligt at
senda umsóknir.
“Nú eru 15 umsóknir komnar
inn”, sigur Djóni Eidesgaard, fyrstu
ferð hann hyggur eftir skerminum.
“Nú eru tað 20. Tað gongur skjótt”,
sigur hann eina lítla løtu seinni, fyri
líkasum at tríva í aftur uppáhaldið,
at hann væntar nógvar umsóknir
í ár.
Flestu umsøkjarar eru
undir fátækramarkinum
Tað er ikki ásett eitt alment fátæk
ramark í Føroyum, men landsstýr
ið setti í 2012 ein bólk, at lýsa hvat
eitt fátækramark í Føroyum kundi
verða. Bólkurin handaði eitt álit í
2014, ið kom til tað niðurstøðu, at
eitt fátækramark í Føroyum lá um
60% av eini miðinntøku. Tað vil
siga, at um ein forvinnur minnið
enn 60% av eini miðinntøku, so
er ein í fátækraváða. Um ein for
vinnur minnið enn 60% av eini
miðinntøku í trý ár á rað, so er ein
undir fátækramarkinum.
- Út frá tølunum, sum vit hava
frá umsóknunum, síggja vit, at
miðal netto lønin hjá støkum við
barni ella børnum er um 11.000
krónur um mánaðin. Hjá pørum
er tað umleið 15.000 krónur um
mánaðin og miðalaldurin er um 35
ár. Um vit hyggja at miðaltalinum
av børnum pr. umsókn, so er tað
tvey. Onkur hevur eitt og nøkur
hava fleiri, sigur Djóni Eidesgaard.
Djóni Eidesgaard sigur víðari, at
av teimum 440 umsókninum sum
komu inn í fjør, vórðu 374 talgildar
og kunnu tí nýtast sum hagtals
grundarlag eisini.
- Av teimum 374 vórðu 34 oman
fyri fátækramarkið. 340 av teimum
vórðu undir fátækramarkinum. 134
av hesum 340 hava bert børn undir
skúlaaldur og 206 av teimum 340
undir fátækramarkinum høvdu
børn í skúlaaldri. Vit síggja ikki
nøvnini og kunnu tí ikki siga, um
tað eru tey somu fólkini, ið søkja,
men tendensurin er tann sami við
víkjandi útbúgvingarstigi, løn og
annað hjá teimum, sum søkja um
aðra hjálp frá okkum, so vit vænta
tey somu søkja um jólahjálp, sigur
Djóni Eidesgaard.
Djóni Eidesgaard sigur eisini, at
tað er rættuliga áhugavert at síggja,
at tað eru so nógvar umsóknir,
har børnini hjá viðkomandi eru í
skúlaaldri. Vit hava varhugan av at
lyndið er ofta til at gloyma børn
ini, ið eru í skúlaaldri, í kjakinum
um mál av hesum slag, og tað er
óheppið, metir Djóni Eidesgaard.
- Um tú til dømis hyggur at
hvat samgongan ætlar, so hækka
tey barnafrádráttin 2700 krónur
fyri børn undir sjey ár, tað vil siga
børn undir skúlaaldri, ið er tann
minni málbólkurin í okkara tølum.
Inntrykkið, ið vit fáa er, er at fokus
er nógv á børn undir skúlaaldri,
men ikki nógv á børn í skúlaaldri”,
sigur Djóni Eidesgaard.
Vit lýsa trupulleikan
– politikkarar skulu
loysa hann
Vit hava ikki tey nógvu hagtøl í
Føroyum, men tó so, nøkur eru
til taks. Hagstovan og Barnabati
samla í hesum føri inn til okkara.
Tað er eitt neyðugt arbeiði at
samla hagtøl inn, tí tað gevur
eina ábending á hvussu støðan
er í hesum viðurskiftum. Tað er
eisini sera umráðandi um tú skal
leggja uppskot um loysnir fram,
at tú hevur eina mynd av hvussu
støðan er. Tó er Djóni Eidesgaard
eitt sindur ivasamur viðvíkjandi
hvussu hagtøl verða brúkt og um
veruligi trupulleikin verður lýstur
nóg væl. Serliga um tey verða nýtt
sum ein undanførsla fyri at vísa
á hvussu væl tað stendur til hjá
okkum í mun til onnur norðanlond.
Sambært Hagstovuni, so er talið á
føroyskum børnum í fátækraváða
10.3%, meðan talið í hinum norð
anlondum liggur millum 11 og 14%.
Ísland er eitt vet lægri enn Føroyar.
- Fyri okkum sum barnarætt
indafelagsskap er tað ikki líka
áhugavert hvussu okkara hagtøl
síggja út í mun til onnur lond.
Eg kann ikki brúka tað saman
beringina til nakað. Fyri okkum, so
er eitt barn í fátækraváða, eitt barn
for nógv, sigur Djóni Eidesgaard.
Tað hevur eisini verið tikið ofta
fram, at politikkarar symptom
viðgera trupulleikan, í staðin fyri
at finna fram til betri loysnir,
sum í størri mun kunnu bøta um
grundleggjandi viðurskiftini hjá
teimum, ið hava tørv á hjálp. Djóni
Eidesgaard sigur, at tað vildi verið
undarligt um politikkarar ikki
vita um trupulleikan, tí bæði Hag
stovan og Barnabati hava hagtøl,
ið undirbyggja tað. Eisini hevur
løgtingið í fjør einmælt samtykt
at játta 500.000 krónur til Í Menn
skjum Góður Tokki, tí munandi
bati ikki var tøkur frá landsins síðu
seinasta ár.
- Aðalorðaskifti um barnarætt
indi var í løgtinginum 20. november
2014. Endamálið við orðaskiftinum
var, at fáa skapt eina felags fatan
á Løgtingi um nakrar av teimum
avbjóðingum, ið eru nevndar í
støðulýsingini, umframt at við
gera, hvussu politiska skipanin
kann taka við hesum avbjóðingum,
men síðan tá hava tað bara verið
FÁTÆKRAVÁÐI MILL
FØROYUM EIN STØÐU
FÁTÆKRAVÁÐI
At verða í fátækraváða merkir, at tú inntøkan
er 60% ella minnið enn miðinntøkan í Føroyum.
FÁTÆKRADØMI
At verða í fátækradømi merkir, at inn
tøkan hevur verið 60% ella minnið enn
miðinntøkan í Føroyum, í trý ár á rað.
MIÐINNTØKA
Miðinntøka er miðan av inntøkum. Tað vil siga,
at helvtin liggur omanfyri og helvtin niðanfyri.
Skal ikki mistakast fyri miðalinntøku.
Djóni Eidesgaard, aðalskrivari hjá Barnabata, sigur, at politikkarar
í Føroyum eiga at loysa trupulleikan við fátækradømi í Føroyum.
Tað skal ein hægri raðfesting av økinum til, um veruligir
batar skulu fremjast. Vit, sum landsfelagsskapur kunnu ikki
loysa trupulleikan, men vit kunnu lýsa hann, og eftir besta
førimuni veita eina neyðsynjar hjálp, sigur Djóni Eidesgaard