Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2016síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 139 11 LUM BØRN OG UNG Í UGUR TRUPULLEIKI BARNABATI Barnabati bleiv stovnað í 1980 eftir áheitan frá donsku deildini hjá Red Barnet. Endamálið hjá stovninum er at bøta og menna um kor, trivnað og umstøður hjá børnum og ungum í Føroyum, eins og úti í heimi. Leiðari á Barnabata í dag er Djóni Eidesgaard. smá upplop. Vit sakna at størri atlit verður tikið til tey gott og væl 25% av føroysku íbúgvunum, nemliga tey sum eru undir 18 ár, sigur Djóni Eidesgaard. Gongur striltið við innsavningini Djóni Eidesgaard sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um hvussu árið í ár fer at hilnast við umsóknum og hvussu nógvar kunnu verða gingnar á møti. Um undanfarin ár skulu takast sum útgangsstøði umframt peningurin, ið sannlíkt verður til taks, so verður verri enn so allur tørvur nøktaður. - Tað gongur striltið at fáa pengar inn og vit hava kanska bara nokk av peningi, at ganga 100 um­ sóknum á møti. Tað vildi verið sera spell um átakið bert kann brúkast til at savna hagtøl, og ikki veita góða hjálp til fíggjarliga sperdar familjur í ár, sigur Djóni Eides­ gaard. solvit@sosialurin.fo Djóni Eidesgaard er leiðari á Barnabata