Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2016síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 139 TEMA 12 Fátækadømi Rósely og børnini vóru í fátækadømi BARBARA HOLM N ú stundar til jóla og før­oy­ ingar tuska aftur og fram til ymisk stuttlig jólatiltøk, til jólafrokostar og hugnaløtur á barnagørðunum og stákast fyri at fáa hús og heim til reiðar til jólamánaðin. Ein hugnalig tíð fyri tey flestu. Tað er tað eisini fyri Rósely Reynstind og børn hennara í dag. Rósely hevur brúkt fleiri ár uppá at lyfta seg sjálva og børnini úr fátækradømi og kann hesi jólini njóta ágóðan av, at hon hevur ráð bæði at keypa jóladøgurða og jólagávur til børnini. Hon er flutt til Vágarnar, hev­ ur fingið sær eini bílig hús við kjallaraíbúð og fast starv sum skrivstovukvinna á Fróð­skap­ar­ setrinum. Í dag gongur tað heilt væl hjá 50 ára gomlu Rósely, sum í dag hevur tveir tannáringar búgvandi heima, meðan elsta dótturin er flutt út. Men tað hevur ikki altíð verið so lætt. Fyri nøkrum fáum árum síðani stóð heilt illa til hjá Rósely og børnunum. - Hetta er í veruleikanum fyrsta árið, har eg kann sova trygt um náttina vitandi um, at vit heilt vist fara at eiga mat allan mánaðin út, sigur Rósely Reynstind, tá ið hon skal seta orð á lívið sum fátøk. - Tað var katastrofalt í 2011 og 2012, minnist Rósely aftur á. Síðani 2004 hevur hon verið stakur uppihaldari at trimum biologiskum børnum og einu fost­ ur­barni. Børnini vita hvat hendir Flest øll foreldur hava ikki áhuga í, at børnini skulu vita, hvussu stend­ ur til á teimum meira álvarsligu økjunum. Tað hoyrir ikki teim­um smæstu til, at skula bera fíggjar­ ligu byrðarnar í húsarhaldinum, og tí fáa tey at kalla einki at vita um slíkt. Men vit vita eisini, at børn er vitug og tilstaðar í familjuni og tey kunnu lættliga rokna seg fram til, at okkurt bagir hjá foreldrunum. - Børnini vaksa til og tey vita, hvussu livikorini eru heima hjá okkum. Tey vistu væl, at vit ikki áttu pengar til tað sama, sum onn­ ur áttu pengar til, sigur Rósely Reyns­tind. Og tað ávirkaði vinarlag og sosial sambond, sum børnini høvdu. - Sonur mín gjørdi til dømis tað, at hann leyg fyri vinmonnunum, tá ið teir bóu hann koma í biograf ella í pizza67. Hann segði at hann tímdi ikki, tí hann visti, at eg ikki átti peng­arnar til eina biograf bilett, sigur Rósely Reynstind. Um Rósely vildi tað ella ikki, so sást eisini á børnunum, at tey ikki svumu í pengum. Vetrarjakkarnir vórðu brúktir tveir vetrar á rað, tí ráð vóru ikki til at keypa nýggjar jakkar. Klæðini vórðu bøtt og nýtt inn til tey blivu ov lítil, og innihaldið í klædnaskápinum var tunnligt. - Tey blivu happað fyri, at tey altíð gingu í somu klæðum, minnist Rósely aftur á. Og bæði hon og børnini vóru sosialt avskermað í fleiri ár. Einsamøll at siga frá Fyri flestu føroyingar er tað ikki nøkur stórhending, at vit skulu rinda 100 krónur til eitt hvørt óvæntað, tí okkara fíggjarætlan loyvir tí. Men 100 krónur kundi merkja hálvan annan dag av mati til Rósely og børnini. - Til foreldrafundir í skúlanum var eg tann einasta, sum spurdi, um børnini nú noyddist at fara til Nólsoyar, tí tað kostaði 200 krónur og tað átti eg ikki, sigur Rósely. Hon minnist tað sum, at tað altíð vóru eyka gjøld, sum vórðu áløgd henni at rinda. Til dømis tá ið børnini skuldu onkra útferð við skúlanum ella barnagarðinum. - Eg átti ikki teir pengarnar. So mátti eg taka støðu til, um eg skuldi loyva barninum at fara skúlaútferð ella eg skuldi velja matin til okkum framum, sigur Rósely. Tað endaði mangan við, at hon valdi útferðir við skúlanum frá. - Onkuntíð kláraði eg tað við, at vit seldu fløskur fyri at fáa ráð til útferðir, minnist Rósely afturá. Heitur matur ein luksusvøra Teir síðstu dagarnir í mánaðinum vóru ikki altíð so lættir. At kalla hvønn mánað át Rósely einans havra­grýn seinastu fýra, fimm dagarnir í mánaðinum. Og børnini, tey fingu bara breyð. - Eg baki sjálv breyð og tryggj­aði mær, at eg altíð átti mjøl og egg inni. So tey ótu ofta bara breyð sein­astu vikuna um mánaðin, sigur Rósely og vísir á, at tað er púra vanligt millum stakir uppihaldarar, sum í tíðarskeiðum liva í fátækradømi, at eingin heitur matur er í heiminum stóran part av mánaðinum. Sum stakur uppihaldari er støð­ an tann, at øll ábyrgdin liggur hjá tí eina foreldrinum. Eina foreldri skal uppala børnini, vera við í øllum, sum fyrigongur í gerandisdegnum, syrgja fyri tey fara í føðingardagar, hava okkurt við í gávu og eru í hampiligum klæðum. - Tú skalt í veruleikanum halda øllum húsarhaldinum uppi púra einsamøll. Og tað trýsti, sum ligg­ ur á tí foreldrinum, sum hevur ábyrgd­ina, er øgiliga stórt, sigur Rósely Reynstind. Sum árini ganga er eisini meira - EG ÁT LÍTIÐ OG EINKI SÍÐST Í HVØRJ­UM MÁNAÐI - Vit høvdu ongantíð heitan mat síðstu vikuna í mánaðinum og meðan harðast leikaði á, vóru bæði eg og børnini sosialt uttanfyri samfelagið, sigur Rósely Reynstind, sum í fleiri ár livdi í fátækradømi - Hetta er í veruleikanum fyrsta árið, har eg kann sova trygt um náttina vitandi um, at vit heilt vist fara at eiga mat allan mánaðin út Rósely Reynstind