Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-01, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2016síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 139 14 TEMA Fátækadømi BARBARA HOLM Seinastu árini hevur tað verið so, at við desember mánaði kemur eis­ini stuðulsátakið Í menniskjum góð­ ur tokki, sum Annlis Bjarkhamar hevur staðið fyri fram til januar í ár. Nú er tað Barnabati við Djóna Eidesgaard á odda. Stuðulstiltøk og innsavningar verða fyriskipaðar til frama fyri hesum átaki, sum fær upp í móti 500 umsóknum frá fíggjarliga sperdum familjum árliga. - Vit livdu fyri áleið 70 krónur um dagin, sigur Rósely Reynstind. Tey eina árið viðførdi tað, at Rósely ikki hevði ráð til bæði jólagávur og jóladøgurðan. - Eg fekk gávukort frá SMS frá Í menniskjum góður tokki og valdi at brúka tað uppá jólagávur til børnini, sigur Rósely Reynstind. Tað viðførdi so, at hon ikki átti pengar til eina dunnu. Meðan Rósely og børnini ikki minnast jól sum nakað keðiligt – heldur ikki tey harðastu árini – so var tað tíðin aftaná jól, sum setti síni spor. - Børnini fóru í skúla við lítl­ um gávum frá mær, meðan teirra floksfelagar høvdu fingið snild­ telefon­ir, teldur, playstation og hvat veit eg, sigur Rósely Reyns­ tind. Tað er hennara vón, at Í menn­ iskjum góður tokki og teirra stóra arbeiði fer at halda fram ótarn­að, hóast atfinningar hava verið móti felagsskapinum seinastu tíðina. Tí sum Rósely sigur – Eg veit um nógvar mammur, sum hava fingið jólini bjargað av Í menniskjum góður tokki. Í MENNISKJUM GÓÐUR TOKKI BJARGA MÆR MONG JÓL og meira vanligt, at stovnar og skúlar skipa fyri átøkum, sum foreldur skulu rinda eyka fyri. - Eg føldi tað mangan sum stein omaná byrðu, sigur Rósely Reyns­ tind. Tá ið barnaføðingardagar vóru í húsinum, so var Rósely noydd at velja ímillum, um hon skuldi keypa gávu ella hon skuldi halda føðingardag. - Í slíkum førum spurdi eg onk­ untíð børnini, hvat tey sjálvu vildu. Onkuntíð slóð eg meg saman við pápanum, og hann rindaði størsta partin av gávuni til børn­ini, sigur Rósely Reynstind. Mangan verður spurt, hvar páp­arnir í slíkum førum eru. Hjá Rósely er samstarvið við pápan ógvuliga gott og hann er altíð til reiðar at hjálpa til um neyðugt. - Men tað er ikki hann, sum hevur ábyrgdina av mínum hús­ar­ haldi. Hana eigi eg sjálv og má eg klára sjálv, sigur Rósely Reynstind. Sosialt kontrol í samfelagnum Sigur tú frá tínari støðu, tá ið tú ert ein í fátækradømi ella fátækra­váða í Føroyum, ja so kanst tú vænta, at samfelagið heldur eyga við tær. Sum stakur uppihaldari, sum ikki fær endarnar at røkka saman, upplivir tú skomm. Samfelagið er lítið og tað skal ikki nógv til, áðrenn tey flestu kunnu rokna seg fram til, at tú ikki eigur nógv. - Eg fór at kalla ongantíð út í vikuskiftinum. Um eg fór, so fór eg har tað var gratis, og eg unti mær kanska eina øl, men ongantíð at fara í dansistøð, har man skuldi rinda fyri at sleppa inn, sigur Rósely. Men síggjast tey, sum liva í fátækraváða, til dømis í einari café við einum hálvdýrum koppi av kaffi, ja so koma viðmerkingar­nar. - Eg veit um aðrar, í mínari støðu, sum hava upplivað, at fólk eru komin til tær og kritisera tær fyri, at tær brúka pengar uppá ein kaffimunn, sigur Rósely Reynstind. Tí samfelgið heldur, at eigur tú lítið av pengum, ja so eru nakrar vørur, sum tú ikki eigur rættin til at keypa tær. Politikararnir ringastir Frá tingsins røðarapalli ella í pol­ itiskum orðaskifti annars, eru mang­an fólkavald frammi og um­ røða tey, sum liva í fátækraváða ella í fátækradømi. Tað er fallið Rósely fyri bróstið, at Aksel V. Johan­ne­sen, løgmaður, í vikuni greiddi tinginum frá, at stakir uppi­ haldarar við tveimum børnum nú hava 40.000 meira at liva fyri ár­liga. - Eg havi 150 krónur meira um mánaðin orsaka av umleggingini av kringvarpsgjaldinum. Annars dugi eg ikki at síggja, at eg skal vera blivin 40.000 krónur ríkari, sigur Rósely Reynstind og vísir á, at hon í dag er miðallønt og tí ikki fær allar ágóðar, sum løgmaður vísir á. - Politikarar umrøða okkum, stakir uppihaldarar í fátækraváða, við ógvuliga lítlari virðing, sigur Rósely. Seinastu árini hevur hon verið í fleiri ymiskum bólkum, har kvinnur í somu støðu hava knýtt bond og sparra um støðuna. - Høvdu politikararnir vitað, hvussu hart tað rakar ein stakan uppihaldara, tá ið tey umrøða okk­um so ljótt, sum tey onkuntíð gera. Tað er ótrúliga vanvirðiligt og nakað so særandi, sigur Rósely Reyns­tind. Um hon skuldi ynskt sær eina samfelagsliga jólagávu hesi jólini, so vildi tað verið, at før­oy­ingar, fólkavaldir og ikki, læra at tosa meira virðiliga um tann sam­fel­ agsbólkin, sum livir á niðastu rók. - Kvinnur í mínari støðu hava tað nóg torført sum er. Tit nýtast ikki at gera tað verri, sigur Rósey Reynstind og vísir á, at tað mest ræðuliga við støðuni sum fátækur er, at tryggleikin er at kalla eingin. Tak yvir høvd Í samband við átakið hjá Sosial­ inum við heitinum #Øllhavarætt­ til, hava vit spurt Rósely, hvat hon heldur er ein menniskjarættur í Føroyum. - Grønmeti. Eg haldi øll eiga at hava ráð til at keypa grønmeti til matpakkarnar hjá børnunum og til nátturðan, sigur Rósely Reyns­tind. Samstundis vísir hon á tað, sum vit ivaleyst øll eru samd um – neviliga tak yvir høvdið. - Tað er ikki ein menniskjarættur í dagsins samfelag, sigur Rósely. Tí í dag er tað so, at stakir uppi­ haldarar mangan ikki hava ráð til egnan bústað. Tí má leigast, og fíggjarliga støðan er so veik, at tað ikki er vist, um pengarnir altíð strekkja til húsaleiguna. - Kanst tú ímynda tær, at man ongantíð veit, um man verður blak­ aður úr sínum húsi? At man ikki veit, um kanska 500 krónur mangla í húsaleiguni, og man tí verður upp­sagdur av útleigaranum, spyr Rósely og vísir á, at í veruleikin í dag eisini inniber, at stakir uppi­ haldara flyta bústað ofta og við stuttum tíðarbili ímillum. - Sum samfelagsbólkur eru vit ongantíð tryggar. Eg klári meg væl nú, men allar tær, sum enn ikki eru komnar burturúr tí, stríðast við, at tær ongantíð kunnu sova eina nátt trygt, tí tær ongantíð vitað, nær tær standa á gøtuni, sigur Rósely Reynstind. Rósely Reynstind - Í menniskjum góður tokki hevur mangan bjargað mær og børnunum jólini, sigur Rósely Reynstind - Høvdu politikararnir vitað, hvussu hart tað rakar ein stakan uppi­ hald­ara, tá ið tey umrøða okk­um so ljótt, sum tey onkuntíð gera. Tað er ótrú­liga vanvirðiligt og nakað so særandi Rósely Reynstind