hósdagur 1. desember 2016síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
15
#Øllhavarætttil
Verið við í átakinum!
Hvat er ein menniskjarættur, hjá einum,
sum býr í Føroyum? Hvat eiga øll her á landi
at hava rætt til? Tað eru spurningar, sum
nógvar ymiskar meiningar eru um. Er tað til
dømis ein menniskjarættur at hava bústað í
høvuðsstaðnum, um man vil tað? Er tað ein
menniskjarættur at hava nýggjast tøknina
ella at hava ráð til at luttaka í ítróttarligum
virksemi? Er tað ein menniskjarættur at fáa
heitan mat hvønn dag ella at hava ráð til at
fara í føðingardag?
HVAT HELDUR TÚ?
Far á Facebook tiltakið “Øllhavarætt til -
Hvat er ein menniskjarættur í Føroyum?”.
Tak eina mynd av tí, sum TÙ heldur øll eiga
at hava rætt til, og legg myndina á tiltakið.
So luttekur tú í kjakinum um, hvar markið
skal ganga fyri, hvat ein føroyingur skal
hava fyri at klára seg í samfelagnum.
#Øllhavarætttil