Sosialurinarkiv
Sosialurin 2016-12-01, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 2016síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016 SOSIALURIN 139 16 Føroyska familjan mitt í Persaraflógvanum HALLUR AV RANA E ystanfyri Saudiarabia, miðskeiðis í Persara­ flógvanum, liggur lítla kongaríkið Barein, eitt tað elsta muslimska ríkið í heiminum. Islam er eisini høvuðsátrúnaðurin í landinum, men ein modernisering av samfelagnum seinastu hálva øldina hevur ført við sær, at aðrir átrúnaðir og fólkabólkar hava fing­ið fótafesti í landinum. Í dag er einans umleið helm­ ingurin av teimum 1,4 milliónum íbúgvunum í kongaríkinum av arabiskum uppruna. Eins og í fleiri av hinum smærru konga­rík­ inum í økinum, so er ein stórur partur av íbúgvunum fólk úr suðurasiatiskum londum sum Tailand, Filipinunum og India, ið hava láglønt størv í sam­ felagnum. Mett verður at heili 45 prosent av íbúgvunum eru úr Suðurasia. Restin, umleið fimm prosent, eru afrikanar, evropearar og onnur fólkasløg. Eisini nakrir føroyingar búgva í landinum, harímillum Birgit og Heðin Krett við teirra trimum børnum, Miriam, tólv ár, Dávid, tíggju ár, og Sára, átta ár. Úr Føroyum til Miðeystur Trý ár eru liðin síðan, at hjúnini Birgit og Heðin Krett valdu at býta tilveruna í einum nýbygdum húsum í Hoyvíkshaganum út við eina íbúð í lítlu oynni eystanfyri Saudiarabia. Heðin Krett er flogskipari, og var ein arbeiðsmøguleiki í arabiska kongaríkinum orsøkin til, at tey søgdu farvæl til kendu føroysku umstøðurnar, og settu kós móti Miðeystri. Saman við sínum trimum børn­um búgva tey í mannaskapta oyggjabólkinum Amwaj, ið liggur norðast á kongaríkinum. – Hendan oyggin sum vit búgva á, ið er knýtt at restina av landinum við eini brúgv, er sum so nógv onnur grannaløg á oynni mannaskapt. Fyri umleið tíggju árum síðan var einki uttan sjógvur her, men nú eru fleiri oyggjar gjørdar, har serliga vesturlendingar, ið arbeiða í landinum, og saudiarabarar, ið hava summarhús á oynni, búgva, greiðir Heðin Krett frá. Hóast tað fyri føroyingar kann tykjast veruleikafjart at byggja nýggjar oyggjar, so er tað púra vanligt í Barein. Upprunaliga er 33 natúrligar oyggjar í Barein, men við mannaskaptum oyggjum eru 88 oyggjar í kongaríkinum. Millum blíðastu fólk í Miðeystri At flyta sína familja til eitt heilt fremmant land og mentan er eitt stig, ið tey flestu foreldur nokk høvdu hugsað nakrar ferðir um, áðrenn tey tóku hana. Tað gjørdu Birgit og Heðin Krett eisini, og eftir trimum árum í Barein angra tey ikki, at tey tóku avgerðina at flyta hagar. – Sum familja, so hava vit brúkt øgiliga nógva tíð saman síðan vit fluttu til Barein. Hetta er eitt paradís hjá børnum at búgva. Íbúðin hevur atgongd til bæði svimji­hyl og strond, og tað er heitt alt árið runt. Børnini ganga í einum enskum privatskúla, og hava vinfólk frá fleiri ymiskum tjóð­um, sigur Birgit Krett. Hóast tey búgva í einum øki, har nærum einans útlendingar búgva, so hava tey alt gott at bera íbúgvunum í Barein. – Tað sigst, at eftir Oman, so eru bareinar blíðasta fólkaslag í Miðeystri. Tað eri eg samdur í. Eg flúgvi til lond kring alt Miðeystur, og blíðskapurin, ið tú møtir her, er sjáldsama stórur, sigur Heðin Krett. Fleiri yvirgangsálop í Evropa hava gjørt, at flestu føroyingar nokk høvdu hildið seg aftur at flutt til eitt muslimskt land. – Tað eru nógv fleiri víðgongd fólk í Evropa, enn tað eru her. Tað er ongin orsøk at stúra fyri slíkum, tí myndugleikarnir her taka sær av teimum fáu, ið eru ein trupulleiki, sigur Heðin Krett. Ymiskar heimsfatanir Hóast bæði Føroyar og Barein eru smá oyggjasamfeløg, so er tað ein stórur munur á at búgva á eini oyggj miðskeiðis í Norður­atlantshavinum og eini miðskeiðis í Persaraflógvanum. – Eg minnist sum barn, at vit lærdu um ymiskar heimsfatanir í skúlanum. Hetta at samfeløg og fólk vóru øgiliga ymisk frá stað til stað. Tað var ikki reiðiliga nakað, ið man gav sær far um tá, tí at tað ikki var so viðkomandi, greiðir Birgit Krett frá, og heldur fram. – Tá man so seinni byrjaði at ferðast til onnur evropeisk lond, so legði man merki til, at tey kanska vóru eitt sindur øðrvísi, – Her er alt øðrvísi. Fólkið, maturin, mentanin, politiska skipanin, trúgvin og virðir. Einki er sum tað vit kenna. Men hóast alt er nýtt, og einki er reiðiliga sum vit kenna, so trívist vit sum familja í landinum. Tað siga Birgit og Heðin Krett, ið saman við teirra trimum børnum búgva í arabiska kongaríkinum Barein Familjan hugnar fram við strondini uttanfyri íbúðina. BAREIN SOSIALURIN 136 FRÍGGJADAGUR 25. NOVEMBER 2016 Sum familja, so hava vit brúkt øgiliga nógva tíð saman síðan vit fluttu til Barein. Hetta er eitt paradís hjá børnum at búgva EITT PARADÍS HJÁ BØRNUM