hósdagur 1. desember 2016síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 2. DESEMBER 2016
SOSIALURIN 139
17
Familjan etur bareinskan morgunmat.
F.v. Miriam, Heðin, Sára, Birgit og Dávid
men ikki nakað serligt. Munirnir á
metanum og fólkasløgum høvdu
einki uppá seg.
Men tá føroyska barnafamilja
flutti til Barein, varnaðist Birgit
Krett veruliga, hvussu ymiskar
heimsfatanir kunnu ávirka eitt
samfelag og mentan.
– Her er alt øðrvísi. Fólkið,
maturin, mentanin, politiska
skipanin, trúgvin og virðir. Einki
er sum tað vit kenna. Men hóast
alt er nýtt, og einki er reiðiliga
sum vit kenna, so trívist vit sum
familja í landinum, sigur Birgit
Krett og leggur afturat.
– Eitt sum eisini hevur stóran
týdning fyri okkum er, at vit eru
fræls at hava okkara egnu virðir
her. Millum annað, so ganga vit á
møti í eini samkomu her í Barein.
Tað er eitt frælsi, ið man kanska
tekur fyri givið í Vesturheiminum,
men sum als ikki er so sjálvsagt.
Eitt uppbýtt samfelag
Hóast bareinska mentanin er
øðrvísi enn tað, ið vit kenna til
í Føroyum, so er alt ikki ókent,
tí talan er um eitt samfelag, ið
rúmar eina rúgva av ymiskum
mentanum og minni samfeløgum
í samfelagnum.
Millum annað sæst tætta til
knýtið til Bretland aftur í mat
vørunum, ið fáast til keyps, og
amerikanska tilknýtið sæst best
aftur í økinum tætt við ameri
kanska hernaðarbasan, ið mest av
øllum minnir um eina gøtu í New
York.
Týdningarmesti munurin
er tó, sum í so nógvum øðrum
muslimskum samfeløgum, tann
millum sunni og shia muslimar.
– Umleið 75 prosent av mus
limum eru shia muslimar, meðan
restin, eini 25 prosent, eru sunni
muslimar, greiðir Heðin Krett frá.
Hóast sunni muslimar harvið
er ein minniluti í Barein, so er
kongafamiljan sunni muslimar,
og sita sunni muslimar harvið á
øllum politiska og hernaðarliga
valdinum, umframt meginpartin
av ríkidøminum. Tað hevur elvt til
nakað av ófriði millum bólkarnar,
seinast undir arabiska várinum,
men seinastu árini hevur tað verið
rímiliga friðarligt í landinum.
– Men man leggur merki til,
tá man koyrir runt í teimum
ymisku grannaløgunum, hvør
meirilutin er í tí økinum. Í shia
økjum hanga nógv fløgg uppi við
ymiskum boðskapum, meðan
tað í sunni økinum tykjast meira
vesturlendsk. Har er einki serligt,
ið fangar eyga, greiðir Heðin Krett
frá.
Konservativt men frílynt
At einans ein long brúgv knýtir
Barein til grannalandið Saudi
arabia, háborgin hjá Islam, sæst
aftur í gerandisdegnum í Barein,
ikki minst klæðunum.
Meðan menninir ganga antin
í siðbundnu hvítu draktunum
ella í vanligum klæðum eins og í
vesturheiminum, so er tað øgiliga
ymiskt hvussu kvinnurnar eru
ílatnar.
– Tað er ikki nøkur lóg, ið
áleggur kvinnur hvussu tær
skulu ganga ílatnar í Barein. Í
Saudiarabia er tað lógarfest, at
tær skulu vera í burka, men her
er einki slíkt krav. So tær flestu,
ið ganga í skjali her í Barein eru
vanliga úr Saudiarabia, sigur
Birgit Krett.
Tað er eisini ymiskt hvussu
nógv kvinnurnar dekka seg til.
– Líka sum allir persónar eru
ymiskir, so er tað eisini ymiskt
hvussu kvinnur dekka seg til.
Nakrar ganga í somu klæðum sum
føroyskar kvinnur ganga í hvønn
dag, men aðrar brúka eitt sjal til at
dekka onkran part av kroppinum.
Nakrar eru í nikab, aðrar í burka,
men tær flestu ganga við hijab.
Barein kann lýsast sum
eitt friðstað millum meira
konservativ lond, tí hóast talan
er um eitt land, ið fyri føroyingar
kann
tykjast
serstakliga
konservativt, so er tað munandi
frælsari enn grannalondini í
Persaraflógvanum.
– Barein er nógv meira frílynt
enn londini kring okkum. Meðan
tað ikki ber til hjá íbúgvunum í
Saudiarabia at drekka alkohol
og fara í biograf, umframt at
kvinnurnar skulu ganga í hijab
og sleppa ikki koyra bil, so er alt
tað lov í Barein, sigur Heðin Krett,
og greiður frá, at tað er vanligt, at
fólk, serliga úr Saudiarabia, eiga
eina íbúð í Barein, har tey fara
fyri av hvíla seg og sleppa undan
reglunum í sínum heimlondum.
– Millum annað er tað púra
vanligt, at handilsmiðstøðirnar
í Barein hava úr at gera fríggja
dag seinnapart eftir, at fríggja
dagsbønin er liðug. Tá kemur ein
rúgva av fólkum úr Saudiarabia
í vikuskifti, og brúka møguleika
at hyggja eftir einum filmi í bio
grafinum ella gera ymiskt annað,
ið tey ikki sleppa í teirra egna
heimlandi, sigur Heðin Krett.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Eitt sum
eisini hevur
stóran
týdning
fyri okkum
er, at vit
eru fræls
at hava
okkara
egnu virðir
her